– Tá tað nærkaðist endanum á útbúgvingini til laborant, og eg skuldi søkja starvsvenjingarpláss, kom eg tilvildarliga fram á heimasíðuna hjá Havstovuni. Eg hevði ongantíð givið mær far um Havstovuna áðrenn hetta, men eg sendi eina óbindandi umsókn tá í 2015. Eingin laborantur starvaðist á Havstovuni tá, men tey vildu fegin bjóða mær eitt pláss kortini. Starvsvenjingin var í eitt ár, og eg treivst so mikið væl, at eg var verandi. Eg havi á ongan hátt hug til at steðga har, sigur 31 ára gamla Durita Sørensen av Viðareiði, og greiðir víðari frá um grandisdag sín á Havstovuni.
– Tað er spennandi, øðrvísi og fjølbroytt. Eg havi flekstíð, og tað er genialt, tí mær dámar væl at gera alt møguligt, sigur hon frá.
Nakrar vikur um árið er Durita við rannsóknarskipinum sum assistentur, har tað verður kannað, hvussu stovnurin er fyri. Skipið er burtur á leið tíggju túrar um árið við CTD, og Durita hevur verið við fimm túrar higartil. Eisini hevur hon verið við í tríggjar vikur, tá Magnus Heinason hevur gjørt yvirlitstroling. Væntandi tekur hon einar tríggjar túrar aftrat.
– Eg geri nógv av praktiska arbeiðinum, og tað passar mær væl, tí eg hevði ikki klárað at sitið við eina teldu ov leingi. Tað er so nógv í sjónum, sum ikki enn er granskað, sigur hon spent.
Les longri samrøðu við Duritu í Vikuskifti hjá Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið. Í greinini greiðir Durita millum annað eisini frá um, hvussu tað er at vera eitt bygdafrell til fitness-kappingar, starvið sum skeinkjari á lokalu barrini Roykstovan í Klaksvík og listina, sum henni eisini dámar at fáast við.