Fyri fimm árum síðani høvdu vit eitt tema í Vikuskiftis Sosialinum, har vit umrøddu evnið »slatur«. Har var samrøða við mann, sum millum manna varð lagdur undir at vera ónærisligur ímóti børnum.
Maðurin var ikki meldaður ella skuldsettur og segði seg vera komnan illa fyri av slatrinum. Hóast vit settu okkum í samband við tey, sum bóru hendan slatur, so var eingin, sum vildi stíga fram og greiða frá.
Hóast gerðirnar, sum maðurin er dømdur fyri, eru framdar eftir samrøðuna í Sosialinum, so kenna vit okkum misbrúkt av, at ein sjúkur maður hevur logið fyri okkum og øllum keldunum, sum vit tosaðu við í sambandi við málið. Hann hevur eisini logið fyri øllum teimum, sum vardu hann.
Vit eru sera hørm um, at hetta hevur staðið ósvarað í fimm ár, og at okkara blað soleiðis hevur verið við til at reinsa ein mann, sum tilvitað hevur framt hesar ógerðir og soleiðis við beráddum huga hevur misbrúkt okkara álit.
Ætlanin hjá okkum hevur sjálvandi ikki verið at verja ein pedofil, og tí biðja vit treytaleyst orsaka. Vit hugsa um offrini fyri hesum ræðuligum gerðum, sum maðurin hevur misnýtt, og vit hugsa um tey, sum hava havt hendan varhugan, sum nú varð prógvaður í rættindum.
Orsaka!
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri