tað verður bíligari hjá teimum, sum búgva á teymum leysu oyggjunum, at ferðast við Strandferðsluni. Sum vit skrivaðu á Portalinum í morgun, vil Johan Dahl nú seta eina tvørpolitiska nevnd at kanna, hvussu [...] har tey, sum hava fastan bústað á leysum oyggjum, fáa eitt serligt ferðakort. Hetta ferðakortið tryggjar teimum bíligari ferðaseðlar, enn tað kostar hjá teimum, sum búgva á meginlandinum, og útlendskum [...] sigur hann, at hann hevur biðið Strandferðsluna kanna, hvussu slíkar skipanir eru í øðrum oyggjasamfeløgum rundanum okkum, eitt nú í Hetlandi, Orkoyggjum og aðrastaðni. Serliga nevndi hann skipanina í Gotlandi
sanniliga gjørt vart við seg á besta liðnum hjá B68 og áðrenn tí á næstbesta liðnum. Tí hevur B68 eisini í dag gjørt avtalu við hann um restina av kappingarárinum í ár. Sunnudag aftan á sunnudag hava hugflogsrík [...] hálvleikur« á Rás 2, sum hava snúð seg um henda góða fiskimannin hjá B68. Men til kappingarárið í ár er liðugt, fer Óli Olsen nú at skifta kjansin við Vesturvón út við starv hjá Smíðlist, so nú verður tað [...] ein hollur stuðul, bæði í 1. deild og í Vodafonedeildini, har hann hevur víst síni evni á vøllinum. Vit í B68 eru sera glaðir fyri at hava tryggjað okkum, at Óli verður verandi kappingarárið út, skrivar
kirkju á Argjum og hon skal vera á einim stykki ímillum Sandá og Støðlagøtu og tað hava friðingarmyndugleikarnir givið loyvi til. Men nú hevur ein áhugabólkur, sum vil varðveita frílendi, heitt á yvirf [...] Og tað tekur FNU fult undir við. Í áheitanini verður víst á fleiri viðurskifti, sum tey halda, ikki eru nóg væl viðgjørd í málinum, eitt nú náttúrumargfeldi og fjølbroytta lendið við lyngi, mýrum og klettum [...] tey samstundis á týdningin av, at fólk hava hava náttúru beint við har tey búgva. So hvørt býir og bygdir vaksa, verður meira og meira lendi tikið til bygging og tí er umráðandi, at vit standa ímóti og
flokkur afturat. Á Handilsskúlanum í Kambsdali sleppa allir skikkaðir umsøkjarar inn, eins og á studentaskúlanum á Kambsdali. Og soleiðis er eisini í Klaksvík á Tekniska skúla og á HF í Klaksvík, á Fiskivinnuskúlanum [...] verri at sleppa inn á arbeiðsmarknaðin, tá ið arbeiðsloysið er í vøkstri, og vit vita, at truplari er í slíkum tíðum at fáa ein lærusáttmála. Við einari eykajáttan á 4.4 milliónir vera vit før fyri at bjóða [...] tíðirnar eru nú, er tað okkara skylda at tryggja okkara unga ættarliði ein møguleika at nema sær ein holla miðnámsútbúgving. Í fíggjarliga truplum tíðum er tað meira umráðandi enn nakrantíð. Vit vita, at
um tey úrslit, sum longu eru rokkin eftir sjey mánaðum í Tinganesi. Javnaðarflokkurin fór til val uppá einar rættvísari og meiri samhaldsfastar Føroyar, og fleiri týðandi stig eru longu tikin: Pensiónistar [...] Alt hetta er neyðugt, skulu vit røkka tí fremsta málinum av øllum: At fáa fólk at trívast, støðast og fjølgast í Føroyum. Tað kostar – men prísurin er nógv hægri, um vit ikki standa okkum væl í kappingini [...] búskapi kemur altíð steðgur í, og tey, sum tá verða rakt, eru altíð tey, sum Javnaðarflokkurin skal verja. Í øllum heiminum verður ríkidømi í dag savnað á alt færri hondum. Prísurin fyri henda ójavna er stórur
staðiliga mælt frá, at leggja eina oljuhavn á Signabø. Kollfirðingar stilla eingi órímilig ella marglætis krøv, hettar eru grundleggjandi tørvir sum tryggja ferðslu á vegnum, framtíðar búsetingar og urtagarðsfrið [...] Bjørg Dam ---- Var á stak væleydnaðum veljarafundi í Café Chill í Kollafirði fyrr í vikuni. Tað er áhugavert at hoyra, hvørjar avbjóðingar langa bygdin hevur at dragast við. Serliga eru tað hesi mál, ið [...] sum eitt nú tiltikna eu-direktivið, og tað, at fólk vilja nærum bara keypa gongulimir. Síðir, høvd, blóð, skinn, horn, tálg v.m verður sum oftast burturbeint. Eg fari at arbeiða fyri, at vit gagnnýta allan
slóðbrótandi val, tí vit høvdu eina kvinnu og ein littan amerikanara at kappast um forsetaevnið, og sum vit jú vita fingu vit fyrsta litta forsetan nakrantíð. Og valið var eisini slóðbrótandi á tann hátt, at [...] í samfelagnum. Men kvinnur yvirhøvur traðka alt meira fram á politiska pallinum. Vit kunnu nevna Madelaine Albright, Condoleeza Rice og nú Hillary Clinton, og tað er nakað, ið líkar amerikanska sendiharranum [...] Laurie Fulton ivast ikki í, at vit innan alt ov langa tíð fara at síggja ein kvinnuligan forseta í USA. Og tað eru eisini tey, ið halda, at um Hillary Clinton hevði vunnið á Obama í undanvalinum hjá demokratunum
Hagen var á lívi, og um tey betaltu stívliga 10 miljónir norskar krónur, skuldi mótparturin lata familjuna fáa prógv um, at konan framvegis er á lívi. Maðurin rindaði peningin, men enn eru eingi prógv [...] vóru við ein sokallaðan mótpart eftir hvørvingina, men sambandið var um pallar, sum truplir eru at samskifta á. Eftir seinasta samband einaferð tíðliga í hesum árinum, hoyrdist einki aftur í fleiri mánaðir [...] prógv komin. Í fleiri mánaðir helt løgreglan, at talan var um rán við fíggjarligum endamáli, men í endanum av juni mánaði broytti løgreglan sítt høvuðsástøði og hevur síðan hildið upp á, at konan er dripin
Vit kunnu øll verða ov sein av onkrari orsøk. Til føðingardagar. Til fundir. Til freistir. Vanligt er, at so biðja vit um umbering og gera tað betri næstu ferð. Tað er ikki vanligt, at vit krevja nakað [...] nakað afturfyri okkara egna mistak, tá vit eru ov sein. Men tað er júst tað, sum er hent í sambandi við undangóðkenningina av Fámjinstunlinum. Tey hjá J&K Petersen vóru so óheppin, at tey orsakað av einum [...] tað var, sum tók avgerðina. Ein avgerð, sum nú hevur ført til, at øll mannagongdin við undangóðkenningini má ganga umaftur. Var tað ein politisk avgerð, hava vit ein trupulleika. Var tað ein fyrisitingarlig
stóra áhuga, sum fer at verða í kjalarvørrinum á landsdystinum. Nettupp á týska marknaðinum hava føroysku feløgini og Ferðaráðið samstarvað væl eitt nú á altjóða ferðamannamessuni, sum er hvørt ár í Berlin [...] ferðamannalandi nú av álvara kann fara at taka dik á seg. Ferðaráðið hevur í eina tíð arbeitt miðvíst við at tengja fótbóltin og so áhugan fyri Føroyum sum ferðamannalandi saman við eitt nú at bjóða útlendskum [...] um Skotland og Ísland, sum vit eisini spæla landsdystir ímóti í hesum umfarinum. Ætlanin er at gera okkurt serligt tiltak í Reykjavík. Nú er hetta tiltakið so liðugt. Men vit skulu møta teimum og hinum