Ferðakort tryggja útoyggjafólki bíligar ferðaseðlar

Tey, sum hava fastan bústað á útoyggj, skulu hava eitt serligt ferðakort, sum tryggjar teimum munandi bíligari ferðaseðlar enn onnur ferðafólk skulu rinda fyri at ferðast.

Soleiðis kann tryggjast, at tað verður bíligari hjá teimum, sum búgva á teymum leysu oyggjunum, at ferðast við Strandferðsluni.

Sum vit skrivaðu á Portalinum í morgun, vil Johan Dahl nú seta eina tvørpolitiska nevnd at kanna, hvussu tað kann verða bíligari hjá fólki at ferðast við Strandferðsluni.

Hann sigur, at aðrastaðni er tað ikki óvanligt at hava eina skipan, har tey, sum hava fastan bústað á leysum oyggjum, fáa eitt serligt ferðakort.

Hetta ferðakortið tryggjar teimum bíligari ferðaseðlar, enn tað kostar hjá teimum, sum búgva á meginlandinum, og útlendskum ferðafólki

Hann heldur eisini, at hetta er ein skipan, sum kann setast í gildi í Føroyum.

Í hesum sambandi sigur hann, at hann hevur biðið Strandferðsluna kanna, hvussu slíkar skipanir eru í øðrum oyggjasamfeløgum rundanum okkum, eitt nú í Hetlandi, Orkoyggjum og aðrastaðni.

Serliga nevndi hann skipanina í Gotlandi, har tey, sum hava fastan bústað í oynni, ferðast munandi bíligari enn onnur ferðafólk.