Føroya Náttúru-og umhvørvisfelagsskapur, FNU, tekur undir við teimum, sum ikki vilja hava nýggja kirkju við Sandá. Ætlanin er at byggja nýggja kirkju á Argjum og hon skal vera á einim stykki ímillum Sandá og Støðlagøtu og tað hava friðingarmyndugleikarnir givið loyvi til.
Men nú hevur ein áhugabólkur, sum vil varðveita frílendi, heitt á yvirfriðingarnevndina um at taka málið upp til nýggja viðgerð. Og tað tekur FNU fult undir við.
Í áheitanini verður víst á fleiri viðurskifti, sum tey halda, ikki eru nóg væl viðgjørd í málinum, eitt nú náttúrumargfeldi og fjølbroytta lendið við lyngi, mýrum og klettum, mitt í høvuðsstaðnum.
Í FNU vísa tey samstundis á týdningin av, at fólk hava hava náttúru beint við har tey búgva. So hvørt býir og bygdir vaksa, verður meira og meira lendi tikið til bygging og tí er umráðandi, at vit standa ímóti og berjast fyri at varðveita so nógv náttúruøki, sum gjørligt, siga tey í FNU í einum skrivi.
– At talan harafturat er um eitt øki við upprunanáttúru mitt í høvuðsstaðnum ger tað ikki minni varðveitingarvert, leggja tey afturat.











