Miðnámsskúlaøkið fær eykajáttan á 4,4 milliónir. Við hesum fáa allir skikkaðir næmingar møguleika til miðnámsútbúgving Allir skikkaðir umsøkjarar kunnu fáa ein møguleika at byrja upp á eina miðnámsútbúgving. Samgongan og Løgtingið hava verið samd í hesum og tikið undir við at játta 4.4 milliónir eyka til miðnámsskúlaøkið, hóast tað hevur verið trupult.
Landsstýriskvinnan í mentamálum fegnast um avgerðina, og ætlar sær beinanvegin í holt við at kunna næmingar kring landið um avgerðina.
- Sum tíðirnar eru nú, er tað okkara skylda at tryggja okkara unga ættarliði ein møguleika at nema sær ein holla miðnámsútbúgving. Í fíggjarliga truplum tíðum er tað meira umráðandi enn nakrantíð. Vit vita, at tað er verri at sleppa inn á arbeiðsmarknaðin, tá ið arbeiðsloysið er í vøkstri, og vit vita, at truplari er í slíkum tíðum at fáa ein lærusáttmála.
Við einari eykajáttan á 4.4 milliónir vera vit før fyri at bjóða teimum allarflestu skikkaðu umsøkjarum eina góða miðnámsskúlaútbúgving, sigur landsstýriskvinnan í tíðindaskrivi.
Á Handilsskúlanum í Havn verða tveir FHS flokkar fleiri enn í fjør, á Tekniska skúla í Havn verða umleið 13 flokkar, og er tað størsta talið nakrantíð.
Á studentaskúlanum í Hoydølum verður tað ein studentsflokkur fleri enn í fjør og ein HF flokkur afturat.
Á Handilsskúlanum í Kambsdali sleppa allir skikkaðir umsøkjarar inn, eins og á studentaskúlanum á Kambsdali. Og soleiðis er eisini í Klaksvík á Tekniska skúla og á HF í Klaksvík, á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna og á Skúladeplinum í Suðuroy. Har verður á leið sama flokkatal sum í fjør.