eisini spøl, sum ongatíð gerast stuttlig uttan mun til hvussu góð tey annars eru. Tað er sum eingin hevur varnast, at spølini skulu vera til fyri at undirhalda. Postal er eitt av teimum. Frá veruleikanum [...] so tað næstan er ótolandi. Tað einasta ein kann gera, er at geva teimum eitt nakkaskot. Tástani gevast tey. Psykotiskt spæl Spælið snýr seg um, at ein eins og sálarliga sjúki og psykopatiski Postal sníkir [...] einum bili ella einum bygningi, hendur snøgt sagt einki. Til ber at goyma seg aftan eitt húsahorn ella aftanfyri ein bil, men ilt er at síggja, nær ein er goymdur og nær ein kann skjóta. Eitt sjúkt spæl
vit hava luttikið í, víst okkum, at hinir ofta ikki eru betri enn so, at tað ber til at gera seg galdandi, so eg vóni bert eitt gott úrslit. Vit fáa so at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Búgvi Poulsen [...] Tedeholm sum nr. 1 í kappingini, meðan Búgvi Poulsen gjørdist nr. 2. Ætlar at basa honum Men Búgvi ætlar at gera eina roynd afturat at basa Peter Tedeholm. Komandi vikuskiftið verður ein stór altjóða judokapping [...] spurdur um vónirnar til hesa kapping svarar hann heldur lítillátin, at tær ikki eru betri enn til aðrar kappingar. ? Tað velst alt um hvussu nógvir og hvørjir luttakararnir vera í kappingini, sigur Búgvi.
tær óttast fyri, at Canal+ fer at selja dystirnar úr Englandi so dýrt, at tað verður ikki hugsandi at keypa teir. Í DR siga teir, at um Canal+ ásetur ein ov høgan prís, fara danir ikki at síggja enskan fótbólt [...] dystirnar fyri. Tey vóna tó, at Canal+, eins og CSI, fer at taka hædd fyri, at føroyski marknaðurin er sera lítil, og at møguleikin fyri nøkrum stóru vinningi av søluni harvið ikki er til staðar. [...] siga tey, at fyrimunir eru við hesum, tí SvF á hendan hátt fær rættindini til at senda fleiri dystir enn eitt nú DR. Heldur ikki í føroyska sjónvarpinum hava tey nakra hóming av, hvat Canal+ fer at selja dystirnar
djóralækni vísir á, at sukursjúka er ikki so vanlig í Íslandi, sum aðrastaðni. Hetta heldur hann kann koma av, at íslendingar hava egið neytaslag, og at mjólkin frá teimum er við til at halda sukursjúkuni [...] Norðari verður trupult at fara við seyði, heldur Kristjana Motzfeldt. Men tað er ikki bara sum at siga tað at hava seyð í Grønlandi. Tað ber ikki til hjá hvørjum sum helst at fara undir seyðahald. Tú [...] i niðri. Av tí sama mælir hann frá, nú íslendskir bøndur vilja selppa at innflyta troðin neytaegg til tess at fáa betri mjólkarúrtøku, sigur Kristjana Motzfeldt, sum er íslendsk og útbúgvin lívfrøðingur
hetta kemst av, at nógvir Likud-limir meta Netanyahu at vera ómetaliga ráðaríkan. Sum dømi nevna teir, at hann fleiri ferðir sjálvur hevur samráðst við útlendskar politikkarar heldur enn at lata uttanrík [...] Netanyahu fer at royna at fáa tað ígjøgnum, at hann forsetismálaráðharrin, skal avgera einsamallur, hvør skal stillast upp til val. Higartil hevur mannagongdin verið tann, sum vit kenna, at lokalar nevndir [...] í dag stendur á odda fyri einum tvørpolitiskum bólki, sum roynir at skaffa meiriluta í Knesset fyri at fáa broytt mannagongdina, hvussu forsetisráðharrin skal veljast. Sum nú er, vreður hann valdur beinleiðis
dulnevndu lesarabrøvunum um Tórsvøll. Líkamikið hvussu nógv lesarabrøv verða skrivað, so sigur tað seg sjálvt, at Tórshavnar Kommuna fer ikki at vera við til at byggja eitt stadion fyri 26 milliónir krónur [...] siga, at rennibreytin ger, at tann rætti fótbóltsstemningurin ongantíð verður um nýggja grasvøllin, tí áskoðararnir sita ov langt frá vøllinum. Eisini hoyrdu vit í Útvarpinum sunnukvøldið, at niðurstøða [...] fótbóltspersónar royna at billa fólki inn um Tórsvøll. Rennarin Niels Jákup Jakobsen segði í einum lesarabrævi herfyri, at FIFA krevur ein trygdargeila um allar vøllir, og at hetta júst er rennibreytin
Tvs, at tað skal fíggja raksturin sjálvt. Johan Petersen heldur ikki, at tað er heilt hol í høvdið at roknað við, at sjónvarpið fer at megna at fíggjað seg sjálvt. Sjónvarpið hevur fingið loyvi at skipa [...] Petersen heldur ikki, at talan eru um so stór mál, at tað ikki letur seg gera at seta tey í verk. Tað verður hvørki í ár ella næsta ár. Men um nøkur ár ivist eg ikki í, at tað ber til at hava rokkið flestu [...] ár síðani, at farið varð undir at arbeiða við hesi programm - politiska stevnuni, sum framyvir fer at verða kend undir heitinum ?Øravíkarskjalið³, tí tað var á gistingarhúsinum í Øravík, at hon varð u
knýttir at Onglandi, enn vit eru at Danmark. Ikki bera okkum býtt at Olaf Olsen sigur, at vit hava allar fortreytir fyri at fáa sum mest burturúr møguligum oljuinntøkum. Tað skuldi verið óneyðugt at alt [...] hvat hann heldur, at vit avgjørt eiga at leggja dent á, og, hvussu vit avgjørt ikki eiga gera, skal oljuvinnan blíva eitt vælsignilsi fyri land og fólk, ístaðin fyri at enda við at forkoma okkum samfelagsliga [...] Men tað krevur, at vit føra ein miðvísan politikk og hyggja eftir, hvussu onnur hava borið seg at. Olaf Olsen er ikki samdur við teimum sum eru sannførd um, at oljuvinnan fer at beina fyri fiskivinnuni
í 1997 merkt makrel í Donnegal Bay. Endamálið við merkingini er at kanna ferðingina hjá makrelinum í írskum sjógvi umframt at vita, hvussu nógv kemur undan. Makrelurin, sum merktur er, hevur eitt gult merkið
í Havn og er somuleiðis ein roynd at lýsa nútímans føroyska samfelagið. Í fyrsta kapitli við tí rámandi titlinum »Havnin er eitt syndugt hol«, verður sagt frá, hvussu Havnará í einum áarføri slítur sínar [...] eina spann. Og so kann spælið rættiliga taka við. Aðrir luttakarar eru Magnus Dahl, sum hevur ilt við at halda seg frá tí váta slagnum, fyristøðukvinnan á Ellisheiminum, frøkun Jalstoft, rekavættið Oskar