Páskaódnin

Nýggj skaldsøga eftir Jóanes Nielsen

»Páskaódnin« er ein ógvuslig og undirhaldandi skaldsøga um avleiðingarnar av einum ódnarveðri. Leikur fer fram í Havn og er somuleiðis ein roynd at lýsa nútímans føroyska samfelagið.

Í fyrsta kapitli við tí rámandi titlinum »Havnin er eitt syndugt hol«, verður sagt frá, hvussu Havnará í einum áarføri slítur sínar leinkjur og fyllir miðstaðarøkið við lorti. Fólk blaka seg inn í bilarnar og rýma úr býnum eins og forfedrarnir á sinni undan turkunum niðan í fjøllini. Men hesaferð er tað í flestu førum bara niðan á Hotel Føroyar.

Í »Páskaódnini« fylgja vit síðani ymiskum lagnum. Fyrst fara vit á miðjari illverðursnátt niður í kjallaran við blaðstjóranum Arthuri Berg. Har finnur hann høvdið á einum vinmanni saltað niður í eina spann. Og so kann spælið rættiliga taka við.

Aðrir luttakarar eru Magnus Dahl, sum hevur ilt við at halda seg frá tí váta slagnum, fyristøðukvinnan á Ellisheiminum, frøkun Jalstoft, rekavættið Oskar Íslendingur, kloakkmeistarin Nikkels Holm og mong, mong onnur. Saman gera tey ein villan snurridans, har Havnin og tann typta høvuðskloakkin hava stóran leiklut.

Jóanes Nielsen: Páskaódnin. Skaldsøga. Mentunargrunnur Studentafelagsins, 177 s. kr. 220.