lagnum. Vit hava spurt hann, hvørjar royndir arbeiðsgevarar hava gjørt sær, nú flatskatturin hevur verið í gildið í eitt ár. Tá ið flatskatturin varð settur í gildið, var stóra herrópið, at nú skuldi tað [...] tað ikki verið, høvdu virkini verið noydd at sett fleiri fólk – sum í nógvum førum ikki eru tøk, tí so nógv fólk eru longu farin av landinum, tí har er skatturin lægri. Hann veit fleiri dømi um fólk, sum [...] fløt. Hugurin batnaður Bergur Poulsen sigur, at tað hann frættir frá arbeiðsgevarum, er tað lættari nú at fáa fólk at arbeiða yvir, enn tað hevur verið. Hann sigur, at hetta er í hvussu so er galdandi fyri
sigur, at sum støðan er nú, er íløgur í umbúna fyri 214 milliónunum – og tá er stórhøllin ikki tikin við. – Tað er ikki sunt, at kommununa má taka lán í so góðum tíðum, sum vit hava nú, sigur Ruth Vang. Hon [...] annað, sum er alneyðugt at gera, eitt nú at menna eldraøkið og barnaansingina. Ætlanin er eisini at menna ferðavinnuna, men miðbýurin stinkar, tí kloakkirnar eru í so ringum standi og hon heldur ikki, [...] høllin kostar og restina er ætlanin, at privata vinnulívið, grunnar, og onnur, skulu fíggja. Hetta eru summir býráðslimir í minnlutanum ikki fegnir um: Les meiri um tað her: hetta spreingir alt í luftina
Føroya at spæla, og vit eru serstakliga fegin um, at tað nú hevur eydnast okkum. Hetta er eitt tað størsta og mest aktuella poppnavnið, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, og vit rokna við eini ordans [...] Brit Awards og MTV Award. Nú kemur Mika so til Føroya at hava konsert, og hann spælir á Summar Festivalinum í Klaksvík, sum verður hildin í døgunum frá 8. til 10. august. - Vit hava í longri tíð havt samband [...] skjáttuni, er aktuellur við nýggjum tónleiki, og í august kemur hann til Føroya at spæla. Hittini hjá Mika eru nógv í tali millum annað sangir sum Grace Kelly, Love Today, We Are Golden, Lollipop, Happy Ending
Føroyum um at kanna eftir um ein ávísur stuttleikabátur var at finna í føroyskari havn. - Vit funnu bátin og síðani hava vit hildið eyga við honum. Báturin skuldi til Íslands, men tað er sumt, sum bendir á, at [...] Nú um vikuskiftið gjørdi løgreglan í Føroyum eitt satt narkotika-kvett. Tað hendi, tá ið løgreglan gjørdi húsarannsóknir í fleiri húsum og tí sambandi vórðu hald lagt á heili tvey kilo av rúsevnum. Talan [...] kilo av amfetamini og 1,1 kilo av pulvuri, sum løgreglan metir er pulvur at gera ecstasy burturúr. Men nú skulu tekniskar kanningar endaliga staðfesta, hvat evni talan er um, sigur Bergleif Brimvík, leiðari
klárt, at vit standa ikki við peninginum í hondini, og tí má málið bíða til eykajáttanarlógin kemur fyri seinni í summar. Men hinvegin er tað ikki ørandi tøl, vit tosa um, og við hesum fáa vit loyst ein [...] Tað eru nú tveir mánaðir síðani, at Strandfaraskip Landsins læt Vinnumálaráðnum eitt tilmæli í sambandi við Nólsoyar farleiðina og farleiðirnar í Norðoyggjum. Hetta tilmæli gekk út upp á, at nakrar umvælingar [...] loysnina, sum nú verður arbeitt við, heldur enn at nýta hann upp á Másan í verandi støðu. - Másin skal gerast siglingarklárur so ella so, men tað tykist skilabetri at nýta peningin her og nú upp á loysnina
sum skal flettast er stórt, men vit eru ikki so væl mannað, so vit byrja altíð tíðliga, sigur hann. Men hann letur ikki so væl at vektini í ár. ?Slaktið er ikki so gott í ár, sum tað var í fjør, sigur [...] við tær royndir vit hava, at ov nógv væta er ikki góð fyri seyðin. Stendur ikki á Bóndin í Stóru Dímun sigur, at tað stendur ikki á at sleppa av við kjøti. Í ár er tann broyting hend, at nú er ongin minstiprísur [...] Seyðahald Í Stóru Dímun eru tey longu farin undir slaktið av álvara. Óla Jákup í Dímun, bóndi, sigur, at teir hava longu flett helmingin av teimum 350 seyðunum, teir plaga at fletta um árið. ? Talið, sum
ikki eru nóg mikið, so hevur løgtingið ongantíð nóg góða tíð at viðgera eitt mál. Tað hevur eydnast peningastovnunum at gera eitt so mikið gott lobbyarbeiði, at tingmen føldu seg kroystar, men vit mugu [...] sum teir hava brúkt nógva orku og pengar uppá, nú verður steðgað. ? Eg eri til reiðar at fara í rættin, um tað verður neyðugt. Eg ivist ikki í, at vit hava rættin á okkara síðu, tí eg havi bara gjørt [...] sum øllum teimum viðmerkingum, sum komu inn, og at lógin í grundini er linkað við kunngerðini. Eitt nú eru FR- og VISA kort undantikin. ? Tað snýr seg rætt og slætt um, at flytingar, sum fara fram í Føroyum
so er tað sum um, at vit øll kenna hana. Hon er jú fitt. Vit síggja hana fyri okkum. Vit vita hvussu tað er at støkka inn á gólvið hjá Katrini. Vit kenna angan av henni. Tí vit vita at hon er fitt! Hon [...] trega, mín longsul og pínu. Síðani tveittu vit okkum, eg og steinurin, í eitt gil har vit bóltaðust í runu og vatni til vit tváðaðu okkum í hinum mjúka grasi. Tá vit síðani turrir lógu og hugdu uppi í him [...] Smáttuna røkja vit – tjóðina skapa vit – við okkara atferð sum einstaklingar. Við at seta okkum tað góða, tað vakra, tað sanna – tað føroyska! – sum mál, og aldrin víkja frá tí. (Tað er hvussu vit megna hetta
mai. Henda tíðin er nú farin, og Harry Jensen í Skúvoy sigur, at í ár verður eingin ræning av nátaeggum. - Her hevur verið lítið av fólki heima, og nátaeggini eru eisini nógv færri nú enn nøkur ár afturi [...] ikki serliga hugaligt at ræna longur. Hann vísir á, at í fjør fingu teir umleið 200 nátaegg, men fara vit eini 15-20 ár aftur í tíðina, plagdu skúvoyingar at fáa stívliga 1000 egg á somu sigum. - Tað er lagt [...] at lomvigin var í minking. - Tá var eisini vanligt, at bergið var avtaglað við fugli. Hetta hava vit eisini sæð við nátanum seinnu árini. Men, tá samanum kemur er lítil verping kortini. Harry Jensen vísir
snikka eina stjórn saman við Dansk Folkeparti, so kunnu vit skjótt fáa nýval. Tað sigur Hans Engell, fyrrverandi formaður í Konservativa flokkinum og nú ein av fremstu politisku viðmerkjarunum í Danmark. Í [...] Alliance. Hans Engell sigur, at Vinstra og Lars Løkke eru dramatiskt viknað, og Dansk Folkeparti er dramatiskt strykt og hevur ein formann, sum nú hevur størri ambitiónir enn Lars Løkke Rasmussen. Ein [...] innan eitt ár ella hálvtannað. Tí sum hann sigur, gott nokk hava tey bláan meiriluta í Danmark. – Men vit hava ein forsætisráðharraflokkum, sum er sera nógv viknaður. So nógv, at hann bara fær stýrt við vælvild