hevði hjá sær. Tólv fólk doyðu, og meiri enn 40 vórðu særd. Nær maðurin kom upp í bussin, dugdi løgreglan ikki at siga í gjár, og hon visti heldur ikki, hvør bumbumaðurin var. Ein talsmaður hjá ísraelska [...] sprongdi seg í luftina í Jerusalem tíðliga gjáramorgunin. Maðurin var í einum bussi, sum var fullur av fólki. Busurin var á veg úr býarpartinum Kiryat Menaham har vesturi í Jerusalem og skuldi inn í miðbýin
Eysturoynni ganga tveir fyrrverandi løgtingsmenn, sum á einhvønn hátt eru vorðnir gott samtaluevni hjá fólki, nú rok er í Sjálvstýrisflokkinum. Lasse Klein er fyrrverandi løgting- og landsstýrismaður fyri [...] báðir avsanna, at soleiðis er. Tordur Niclasen, sigur, at hann hevur verið á fyrsta uppstillingarfundi hjá Miðflokkinum í samband við løgtingsvalið. Men hann er ikki biðin um at stilla upp og hevur heldur onga
Stórbandið fer tó eisini at spæla discofunk-tónleik hjá so navnframum bólkum sum Tower of Power og Dr. John. Sostatt er hetta eitt gott høvið hjá fólki, sum dáma at útfolda seg á dansigólvinum. Royndir
so ofta áður hevur hildið honum uttanfyri, sum aftur er skaðaplágað. Hjá heimaliðnum í Vágum halda teir seg vera væl fyri við fólki í ár, men hesa ferð eru fleiri ivasamir, og teir hava ikki vant í vikuni [...] roynst væl. Í 2000 tapti GÍ 2?0 har vesturi, meðan teir í 2001, tá ið FSV flutti niður, vunnu 4?1. Hjá gøtumonnum er heilsustøðan framvegis einki at reypa av. Súni Olsen spældi mikukvøldið, og hann verður
rentustuðul ella nakran annan íbúðarstuðul. Ætla kommunurnar at gera sjálvsognarstovnar, sum skulu leiga fólki íbúðir, so skulu teir stovnarnir gjalda fulla rentu, umframt mvg. Skulu láglønt, tey eldru, tey einligu [...] løtuni fara túsundtals fermetrar fyri onki. Eldri fólk hava illa ráð at sita í húsum sínum, og kømurni hjá børnunum standa tóm. Men tað loysir seg ikki at leiga út, og tað er ógjørligt at flyta. Av tí sama [...] fyri borðinum og seta fótin undir tað, men tingmenn ráða skattapolitikkinum, rentuískoytinum, treytum hjá íbúðargrunnum, ellisheimum og eldraíbúðum, og øllum hinum, sum er avgerandi fyri, um vit hava egið
eg kenni, er tað so, at man er ein eind. Hjún hava sama búskap, sama húsarhald. Hjá summum fara bæði út at arbeiða, hjá summum bara annað. Men tað er stórur munur á, hvussu fólk verða skattað. Hevur konan [...] útbúgving, lesa og gera uppgávur, meðan børnini sova, tey verða revsað í skattinum. Tá landið veitir fólki tænastur ella pensjónir, verður tað vanliga minni til tey, sum er gift. Tað er løgið, at revsa familjurnar
ígjøgnum tíðirnar hava nógvar áskoðanir verið frammi í miðlum okkara bæði frá politikarum og vanligum fólki viðvíkjandi hesum evni. Men nú upplýsir Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi, at broyting er farin fram [...] 13. apríl 1989, har endamálið er at fáa roykfrítt umvhørvi. Endamálið við nýggja roykipolitikkinum hjá Løgmansskrivstovuni, er at seta fyriskipanir upp, ið tryggja øllum alment settum at kunna fremja sítt [...] Arbeiðsplássini hava nú eisini møguleikan at vera við í arbeiðinum í sambandi við sjálvbodna avvenjing hjá starvsfólki. Eins og allir hinir partarnir av starvsfólkapolitikki, verður nýggi roykipolitikkurin
Tað liggur væl fyri hjá Karsteni Høgnesen úr Leirvík at fríðka um hár, og hann hevur longu tikið avgerð um, at hetta skal vera hansara yrki, tá hann er liðugur í fólkaskúlanum. Í heyst skipaði danska [...] at hansara hársnið varð valt at vera millum tey bestu. Karsten fekk Jonnu Johannesen at sita modell hjá sær, meðan hann gjørdi listaverkið. Karsten vann fyri túsund krónur av tingum, sum hann kann nýta til [...] hársniði, og tað eydnaðist bara væl, sigur Karsten. Fyri góðum ári síðani fór Karsten undir at klippa fólki, hann kennir, og tað er ikki so sjáldan, at hann fær boð um at koma út at klippa onkrum. ? Eg havi
verður dagførd regluliga. Einaferð um mánan, sigur Jens Pauli Nolsøe. Tað er soleiðis, at til ber hjá fólki at fara inn á Interneti og boða frá broytingum og rættingum, sum so verða dagførdar. Til dømis, [...] Jens Pauli G. Nolsøe á Føroya Tele sigur, at bókin í løtuni er til prentingar hjá prentsmiðjuni Oddi í Reykjavík og verður liðug seinast í mars. Síðan fer Postverkið at bera bókina út til felagarnar.
sjúkrahússtjórin sigur, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hjá kommunulæknaskipanini kenna seg ótryggar? Og hvat er tað fyri læknarvaktarskipan at bjóða fólki á Landssjúkrahúsinum, tá vaktarlæknin koyrir runt í [...] tíma hetta ella verða kanska ikki løntir fyri tað. Neyvan er tað so einfalt. Men eg sakni, at støðan hjá borgarunum verður tikin við, tá ið broytingar verða gjørdar í kommunulæknaskipanini og í læknavaktini