Roykipolitikkur almennur starvsfólkapolitikkur

Roykipolitikkur er nú vorðin partur av almenna starvsfólkapolitikkinum. Hetta upplýsir Løgmansskrivstovan, og er hetta fyri at tryggja almennum settum at arbeiða í roykfríum umhvørvi


 

Royking hevur altíð verið eitt umstrítt evni, og upp ígjøgnum tíðirnar hava nógvar áskoðanir verið frammi í miðlum okkara bæði frá politikarum og vanligum fólki viðvíkjandi hesum evni.

Men nú upplýsir Løgmansskrivstovan í tíðindaskrivi, at broyting er farin fram á hesum øki.

Frá 1. apríl 2001 avloysti nýggjur roykipolitkkur fyri almennu fyrisitingina rundskriv frá 13. apríl 1989, har endamálið er at fáa roykfrítt umvhørvi. Endamálið við nýggja roykipolitikkinum hjá Løgmansskrivstovuni, er at seta fyriskipanir upp, ið tryggja øllum alment settum at kunna fremja sítt arbeiði í roykfríum umhvørvi, har møguleikin fyri ?passivari? royking ikki er til staðar.

Løgmansskrivstovan sigur, at einastu undantøkini viðvíkjandi royking, sum nú kunnu verða gjørd, eru í serligum hølum, sum bert eru ætlað at roykja í, og í arbeiðshølum, har bert eitt starvsfólk arbeiðir, og einans um hesi høli ikki verða nýtt at greiða viðskiftafólk í.

Sum nakað nýtt er heldur ikki loyvi at roykja í tænastubilum. Nýggi roykipolitikkurin leggur eisini upp til, at arbeiðsplássini, talan er um, skipa fyri upplýsing um vandan av royking. Arbeiðsplássini hava nú eisini møguleikan at vera við í arbeiðinum í sambandi við sjálvbodna avvenjing hjá starvsfólki.

Eins og allir hinir partarnir av starvsfólkapolitikki, verður nýggi roykipolitikkurin, sum hevur verið í gildi frá 1. apríl í ár, sendir stovnum og yrkisfeløgum.

Ásannandi, at royking er heilsuskaðilig, skal nýggi roykipolitikkurin tryggja roykfrítt umhvørvi á øllum almennum arbeiðsplássum.