Hagtølini siga, at FS Vágar ofta hava havt gott tak á GÍ. FSV gav GÍ ein skarpan gang í fjórðingsfinaluni í Sarpugerði tíðliga í hesum mánaðinum, og undanfarin ár hevur tað eisini roynst væl. Í 2000 tapti GÍ 2?0 har vesturi, meðan teir í 2001, tá ið FSV flutti niður, vunnu 4?1.
Hjá gøtumonnum er heilsustøðan framvegis einki at reypa av. Súni Olsen spældi mikukvøldið, og hann verður kanska við í morgin, men hann er ikki hundrað prosent klárur. Gidek hevur ikki vant í vikuni, og hann er sera ivasamur. Bárður á Lakjuni spældi ikki við fullari ferð mikukvøldið, og hann er ivasamur. Tað er knæið, sum so ofta áður hevur hildið honum uttanfyri, sum aftur er skaðaplágað.
Hjá heimaliðnum í Vágum halda teir seg vera væl fyri við fólki í ár, men hesa ferð eru fleiri ivasamir, og teir hava ikki vant í vikuni. Kanska onkur teirra kortini verður við í morgin.
Bjarni Prior fekk trælær ímóti HB. Men hann vandi aftur hóskvøldið, og teir vóna, at hann verður við í morgin. Vladlens Osipov noyddist at taka seg burturúr ímóti HB, tí hann var plágaður av lærskaða, og tað sama hevur í vikuni hildið Ruslan Screlea burtur frá venjingini. Eyðfinn Fjalsbak hevur orsaka av ryggskaða ikki spælt síðani 21. apríl, men teir vóna, at hann verður tøkur aftur í næstu viku.