Nýggj telefonbók á veg

Nýggj telefonbók verður borin út umleið komandi mánaðarskifti

Jens Pauli G. Nolsøe á Føroya Tele sigur, at bókin í løtuni er til prentingar hjá prentsmiðjuni Oddi í Reykjavík og verður liðug seinast í mars. Síðan fer Postverkið at bera bókina út til felagarnar.

Telefonbókin fyri ár 2000 er djúptblá á liti og myndar ta digitalu framtíðina. Bókin, sum verður prentað í 40.000 eintøkum, er 564 síður til støddar. 52 síður størri enn tann gamla. Serliga eru tað GSM fartelefonkundarnir, sum gerast fleiri í tali, sigur Jens Pauli Nolsøe. Men eisini fastnetkundarnir gerast feiri í tali. Og eisini eru tær gulu síðurnar fleiri enn seinast.

Sum nakað nýtt, sigur Jens Pauli Nolsøe, verða tær gulu síðurnar nú eisini lagdar á Internetið. Hann sigur, at komandi ár verða allar fyritøkur í Føroyum at finna á Internetinum. Internetbókin, nummar.fo, verður dagførd regluliga. Einaferð um mánan, sigur Jens Pauli Nolsøe.

Tað er soleiðis, at til ber hjá fólki at fara inn á Interneti og boða frá broytingum og rættingum, sum so verða dagførdar. Til dømis, tá eitt navn, adressa ella nummar skal broytast.

Eisini fara el-mail adressurnar at vaksa í tali í telefonbókini. Tær verða tó ikki settar í uttan fráboðan, hóast tær eru Olivant adressur. Felagin skal sjálvur biða um at fáa adressuna við, á sama hátt sum gjørt verður við telefax. Adressan verður sett sum ein undirupptøka, sum kostar 57,- krónur fyri hvørja reglu.