Hetta sigur Jákup Mørkøre í sínum fyrstu viðmerkingum aftaná at Føroya Rættur fyrr í vikuni feldi dóm í málinum, sum hann reisti ímóti Almanna- og heilsumálstýrinum. Í januar í 2000 varð hann koyrdur frá [...] tað er ikki serliga hugaligt at liggja undir øllum møguligum ákærum í fleiri ár og at tað skal taka so langa tíð. ?Dómsvaldið í Føroyum melur, umenn tað melur ómetaliga seint og tað er tyngjandi, leggur [...] havi fingið uppreisn. Hann fegnast eisini um, at nú er málið lýst út í æsir. Hann vónar eisini, at vit taka við læru av hesum málinum í sambandi við viðurskiftini ímillum almennar myndugleikar og starvsfólk
Sálarfrøði Henda dagin í farna árið, tá kósin varð sett móti Vesmanna, var Eyðgunn heima í jólafrí. Skúlaárið í Onglandi eru munandi styttri enn tað eitt nú er í Danmark ella Føroyum. 32 vikur um árið fara [...] lokið stundentsprógv og nøkur ár sum arbeiðsfólk í heimbygdini, endaði hon í Preston í Onglandi. Ørindini vóru at lesa sálarfrøði á lærda háskúlanum í býnum. Preston liggur ein góðan tíma frá Manchester [...] sjálv noydd at finna okkurt at búgva í. Hon hevur fingið sær eina lítla íbúð, sum liggur rættiliga væl fyri í býnum. Eyðgunn sigur, at hon varð so at siga blakað beint inn í skipanina, tá ið hon kom til Onglands
virðiliga. Leiktjaldameistarin skal kenna hvønn einstakan í leikinum út í odd og egg. - Tú verður noydd at seta teg fullkomiliga inn í, hvussu ymsu fólkini í leikinum hugsa og liva. Tað snýr seg um bakgrundsgransking [...] liggur í Føroyum, men hon dylur ikki fyri, at tað er í London størstu avbjóðingarnar liggja. Og samstundis harða kappingin um uppgávurnar. - Vónandi verði eg biðin aftur til at gera pall og búnar í Føroyum [...] Williami er, at hann lýsir persónarnar ógvuliga væl. Í so máta ger tað mína uppgávu lættari. Og í førum haldi eg, at eg havi ein fyrimun at skilja ávís brigdi í bókini, tí eg kendi hann jú. - Eg veit ikki, hvat
trygdin hjá starvsfólkunum ikki er í lagið. Framleiðslan av olju og gassið í Norðurevropa telist millum tær dýrastu, men eisini tær grønastu framleiðslunum av kolvetni í øllum heiminum, har trygdarviðurskiftini [...] skattainntøkur, vinnuligt fjølbroytni, avleitt virksemi og í síðsta enda vælferð. Um vit funnu eina miðalstóra oljukeldu í føroyskum økið í rakstrarverdum nøgdum – eitt nú 800. Mió tunnur tilsamans – [...] hjá starvsfólki og atlitið til náttúru og umhvørvi eisini eru í hásæti. Vit hava eisini verið von við eitt Evropa, sum hevur funnið seg í at vera bundið av at keypt orku frá øðrum, heldur enn at vera
bólkum. Tey eru áhugaði í, at fáa Side Effect við á hesa fløgu. Brynjolfur metur hetta vera sera spennandi. Tí týski marknaðurin er risa stórur í mun til tann føroyska. Í Føroyum er sera avmarkað hvørji [...] Bynjolfur á Heygum hevur í nógv ár verið mettur, sum ein tann gávuríkasti ungi tónasmiðurin í Føroyum. Hann er maðurin handan løgini, ljómborðini og forritanina hjá Side Effect, Føroya einasta ídnaðar-tekno [...] Side Effect út, men løg av henni hava í fleiri mánaðar ligið á síðuni hjá Side Effect á portalinum myspace.com. Í hesum sambandi eru bæði bólkurin og Brynjolfur komin í samband við fleiri sera áhugaverd fólk
lutin í einum sangleiki á Broadway, sum verður kallaður Hero . Sangleikurin er ein modernað frásøgn um Jesusar lív. Byrjaði at syngja í kirkjuni Pápin hjá Michael var pastorur í einari kirkju í USA, og [...] við. Linda Randle einans róst Føroyum Michael sigur, at hann gleðir seg sera nógv til at koma til Føroya. - Eg tosaði við Lindu Randle frá Gaither, sum hevur verið í Føroyum, og hon hevði einans gott at [...] og Tait vaks upp í einari stórari trúgvandi familju. Tey eru níggju systkin, og øll elska at syngja. - Pápi mín hevði eina stóra ávirkan á meg. Hann var pastorur í kirkjuni, og tað var har, at eg fyrstu
Í móttøkuni á Hotel Hafnia í miðbýnum hava vit sett brøðrunum Olsen stevnu. Við okkum í skjáttuni hava vit eina eldri plátu hjá teimum. Plátan stendur at vera útgivin í 1972. Heitið á plátuni er stutt [...] Hetta er fyrstu ferð, at teir báðir brøðurnir hava verið í Føroyum, men teir kenna eitt sindur til Føroyar, og teir hava eisini nakrar føroyskar vinir. Í Grand Prix høpi siga teir seg kenna Anniku Hoydal, sum [...] gera tónleik.Til spurningin, um hetta eru teir somu tveir, sum standa í Føroyum í dag, siga teir, at innaní eru teir fullkomiliga teir somu, og teirra tónleikur er framvegis tann sami. Einasti munurin
tó við til at ein minni grein varð skrivað í Sosialin, greinin sum tú situr við nú. -Eg havi tað gott og líði onga neyð. Tú má endiliga heilsa heima í Fø.royum. Eg havi ikki verið heima síðan 1994, tá var [...] bert hendingaferð at fartur er út í samband við okkurt ferðalag, ella tá sýslumaðurin er á vitjan einaferð um árið. Men tað eydnðist at síggja oynna, hóast eitt sindur í fjarstøðu. Sosialurin vitjaði norska [...] ørmintist okkurt um at rennur vóru at síggja millum stóru ísflakarnar. Men hvat um hann nú fór í báti inn í fjørðin við mínum flogræðslumerktu eygleiðingum sum grundarlagi og kom illa fyri. Jú har var siglandi
fyri øllum matinum, sum í stóran mun tók støði í dygdargóðum stuttfluttum føroyskum viðskera. Búnaðarstevnan leggur seg eftir at fáa fleiri áhugaverd íkøst til framløgurnar, og í ár komu millum annað gestir [...] ullavirking. Síðani var tað Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, sum hevði eina sera áhugaverda og viðkomandi framløgu, har hann viðgjørdi føroyskan landbúnað og búskapin í hesum. Hann tók m.a. fram, at man [...] eisini gjørd í samráð við NORA og hevur Jákup Sørensen staðið fyri at seta partarnir saman. Seinna framløgan varð um lendisbata og eru Føroyar eisini ein partur av hesari verkætlan, sum Kollbrún í Haraldsstovu
krígnum helt tó fram í Bretlandi í enn fleiri ár, og tað var skamtanin av neyðsynjarvørum. Hetta var eisini galdandi í Føroyum. Eg var eisini staddur í Aberdeen, tá ið kríggið varð av í Kyrrahavinum nakrar [...] gjørdi innrásina í Frankaríki 6. juni 1944. Tá var eg motorpassari við Hjalmar. Vit høvdu verið undir Íslandi og vóru farnir inn í Reykjavík. Har kom ein maður, svenskari búsitandi í Føroyum, umborð, og hann [...] land til forhoyr, sum eg stóð í klovstúvlum. Skipið varð eisini kannað úr enda í annan. Eg sat har í sjey tímar. Minnist framvegis myndina av eini æðu í hesum hølinum, so eg kom ikki at gloyma, hvussu