Eyðmjúkur Tait gleðir seg til Føroyaferð

Fyrrverandi sangarin í DC Talk, Michael Tait, gleðir seg at koma til Føroya. Hann hevur einans hoyrt gott um Føroyar frá Lindu Randle, sum hevur verið klettunum. Michael var sera erligur um lívið sum kendur, tá ið Sosialurin ringdi til fryntligu songstjørnuna úr USA.

Kendasta navnið á Fjarðafestivalinum er uttan iva Michael Tait, sum sang við heimskenda bólkinum DC Talk. Sosialurin hevur ringt til USA og frætt um hansara bakgrund og vónir til Føroyaferðina.
Undan hansara ferð til Føroya hevur Michael Tait úr at gera við einari nýggjari fløgu. Hann lovar, at hon verður tann besta higartil, tí at hann hevur veruliga funnið sín stíl.
Michael Tait spælir eisini høvuðsleiklutin í einum sangleiki á Broadway, sum verður kallaður Hero. Sangleikurin er ein modernað frásøgn um Jesusar lív.
Byrjaði at syngja í kirkjuni
Pápin hjá Michael var pastorur í einari kirkju í USA, og Tait vaks upp í einari stórari trúgvandi familju. Tey eru níggju systkin, og øll elska at syngja.
- Pápi mín hevði eina stóra ávirkan á meg. Hann var pastorur í kirkjuni, og tað var har, at eg fyrstu ferð byrjaði at syngja. Eg varð tí uppvaksin við sangi og gleðiboðskapinum. Tó var tað ikki fyrr, enn eg gjørdist 19 ára gamalur, at eg sjálvur tók eina støðu um at fylgjast við Jesusi. Pápi mín stuðlaði mær altíð, og í 1998 fór hann til himmals, sigur Tait.
Tá ið pápin doyði, vóru DC Talk veruliga upp tað besta. Teir vóru kendir um allan heimin. Limirnir í DC Talk vóru Michael Tait, Kevin Max og Toby Mac.
- Vit í DC Talk byrjaðu í 1989. Tað var fyrsti bólkur, ið eg sang við. Vit høvdu tað stuttligt saman, men um ártusundskifti kendu vit allir, at vit skuldu royna okkurt nýtt. Vit fóru hvør til sítt og fóru ístaðin at royna eina yrkisleið sum solosangarar.
DC Talk vóru á ein hátt slóðbrótandi innan kristiligan tónleik. Teir komu inn á verðsligar hitt-listar, sum teir fyrstu síðani Petra, og gjørdust eisini kendir av øðrum enn teimum kristiligu tónleikaáhugaðu. Teir vóru eisini fyrstir við teirra stíli, sum er ein bleytur rokkur. Síðani hava nógvir kristiligir bólkar eisini gjørt seg galdandi á verðsligum hitt-listum, sum t.d. POD og Pillar.
Signing og banning at vera kendur
Michael Tait var erligur, tá ið hann greiddi yvirritaða frá, hvussu tað er at vera kendur:
- Tað er ein signing, men samstundis ein banning. Tað eru nógvar freistingar, sum fáa teg at gloyma, hví tú gert hetta. Tú kemur at hugsa nógv um image og tílíkt, og tað kann taka yvirhond. Tá ið vit fingu okkara gjøgnumbrot við DC Talk, var onkuntíð torført at halda beinini niðri á jørðini, tí at vit vóru sera ungir.
- Tað er sjálvandi eisini positivar síðir við mínum yrki. Tað er ótrúligt at kunna gera tað, sum eg helst vil. Tað er eisini stuttligt, at fólk taka tónleikin til sín, og at eg kann ávirka lívið hjá onkrum. Mín trúgv hevur sera nógv at siga fyri mín tónleik, og uttan Jesus hevði arbeiðið verið fruktarleyst, sigur Tait.

Jesus Freak
Kendasti sangurin hjá DC Talk er uttan iva Jesus Freak. Michael ásannar sjálvironiina í sanginum, har ið teir kalla seg sjálvar fyri Jesus-serlingar. Michael sigur, at hann er glaður um, at sangurin hevur ávirkað so nógv fólk. Ein bók er skrivað við heitinum Jesus Freak, og nógv ganga eisini við armbandi við tí somu áskriftini. Bókin er seld í 3,4 milliónum eintøkum.
- Eg eri eyðmjúkur um okkara succés. Tað er ikki til at skilja, at ein vanligur maður sum eg, kann hava verið við til at ávirka so nógv fólk. Gud má bara fáa alla æruna, sigur Tait eyðmjúkur.
Michael Tait, Kevin Max og Toby Mac góvust ikki í DC Talk orsakað av nakrari ósemju. Teir eru góðir vinir og síggjast javnan. Teir hava allir givið fløgu út í egnum navni, og allar hava fingið góða undirtøku, hóast hon ikki er so stór, sum tá ið teir vóru í DC Talk. Michael syngur við einum bólki, sum kallast Tait Band, og tað verða teir fimm limirnir, sum koma til Føroya í næstu viku.
Fyrireikararnir lova, at Tait Band fara eisini at spæla onkrar kendar sangir hjá DC Talk, sum vit øll kennast við.
Linda Randle einans róst Føroyum
Michael sigur, at hann gleðir seg sera nógv til at koma til Føroya.
- Eg tosaði við Lindu Randle frá Gaither, sum hevur verið í Føroyum, og hon hevði einans gott at fortelja um Føroyar. Eg havi hoyrt, at náttúran er frá einum øðrum heimi. Eg haldi, at vit steðga í 3 dagar, men eg hevði viljað, at vit steðgaðu longri.
- Mær dámar væl at skriva autografar og brúka tíð saman við áhoyrarunum. Eg vóni, at vit fáa nógv burturúr ferðini, og at føroyingum fara at dáma konsertina hjá okkum. Og í síðsta enda vóni eg, at Gud verður lyftur høgt gjøgnum alt, sigur Michael Tait at enda.