Gestirnir eru helst í sterkastu útgávuni í nýggjari tíð. KÍ lyfti seg upp á eitt hægri stig í Champions League dystinum móti Young Boys. Teir vístu aftur styrki leygarkvøldið við at vinna 2-1 á HB í oddadystinum [...] teir fáa spæliminuttir í kvøld, nú tað eru nógvir dystir fyri framman. KÍ skal eisini spæla í 3. umfari í Europa League. Ísak Simonsen hevur verið plágaður av einum vøddaskaða í eina tíð, og var á bonkinum [...] Í kvøld verður triði dysturin í 19. umfari. Tað er umfarið, sum byrjaði sunnudagin, har Víkingur og TB vunnu útisigrar á EB/Streymi og AB. Í kvøld fær Skála vitjan av KÍ, meðan dystirnir millum HB-NSÍ
KÍ, sum við sigri í kvøld hevur møguleika at leggja seg á fremsta plássið. Eitt skifti sá tað út til, at málmunurin kundi fáa avgerandi týdning í FM stríðnum. Eftir at KÍ spældi javnt í Gundadali ímóti HB [...] Klokkan 19.15 verður fyrsta bríksl í kvinnudystinum millum KÍ og B36. Talan er um útsettan dyst frá 27. august, tá ið sekstanda umfar var á skrá. Tá var KÍ upptikið av Europa Cup. EBS/Skála er topplið [...] HB er tað einki, sum bendir á, at málmunurin verður avgerandi. Undan dystinum í kvøld er málmunurin hjá EBS/Skála +62, og hjá KÍ er hann +78. Sunnudagin var átjanda umfar. HB er á triðja plássi, og tey
verður í Hoyvíkshøllini í kvøld. Tað er hondbóltsfelagið H71, sum skipar fyri tiltakinum, sum er vorðið fastur táttur í februar mánaði á hvørjum ári. Talan er um eitt kvøld fyri øll tey, sum vóru ung í 80-unum [...] plátuvendarar í 80'unum spæla 80'arahitt oman á 80'arahitt. Endamálið við tiltakinum er at savna pening til, at børn og ung, sum leika við H71, fara til stóru altjóða hondbóltskappingina Partillecup í summar
verða koppsettir, áðrenn juni mánaði er farin. Tey staðfesta, at sum støðan er nú, eru tað danskir myndugleikar, sum útvega koppingarevni, sum verður brúkt í Føroyum. Í hesum sambandi fáa føroyingar umleið [...] samfelagið upp í ferð aftur, uttan at noyðast at seta tiltøk í verk við jøvnum millumbilum. Skulu vit koppseta nokk av føroyingum til at beina fyri smittuni, skulu vit keypa fyri minst níggju milliónir í koppingarevnum [...] til at beina fyri koronu, tí so fær smittan ikki breitt seg. Nýggjastu metingarnar eru, at seinast í juni mánað røkka vit tí málinum, men fortreytin er at veitingin av koppingarevni úr Danmark, er støðug
um eitt runt tíðarmót. Í 1968 – í november mánaði - væl fyri at vegurin var komin til bygdina – vitjaði eg á fyrsta sinni í Elduvík. Vit gingu teinin úr Funningsfirði, og Trina í Liðanum var leiðtogari [...] og vóru inni á gólvinum í hvørjum húsi. Pápi mín, sum hevði búð og gingið í skúla í Elduvík undir krígnum, Trina var gumma hansara, var við í ferðini, og hann kendi hvørja skel í bygdini. Sunnudagin fóru [...] fáa eitt felagsrúm í bygdini, ið kundi rúma øllum frá vøggu í grøv, har ið Harrans miskunn kundi sameina allar lutir í kristna universinum. Sjálvur eri eg uppvaksin í tveimum bygdum. Í Syðrugøtu tey fyrstu
hendavegin. Hann nevndi samstundis, at hann fegin vildi vítja í Suðuroy og í Norðuroyggjum. Eg helt, at august mánaði var kanska vakrasta tíðin í Føroyum, og at hann átti at vitja tá, sigur Jóannes Eidesgaard [...] Í løtuni er danski forsætisráðharrin í summarfrí, og tí ber ikki til at fáa upplýst, hvat forsætisráðharrin skal gera teir fýra dagarnar, hann vitjar í Føroyum.Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum [...] Jóannes Eidesgaard hátiðarhaldið, sum verður í august á Tvøroyri, í sambandi við 100 ára dagin hjá Petur Mohr Dam, sála, og bjóðaði forsætisráðharranum at luttaka í hesum sambandi. Tað vildi hann fegin, og
einum lítlum nossligum kamari í gistingarhúsinum Bládýpið, Dr. Jacobsensgøta 14-16. í Havn, situr ein 67 ára gamal maður. Hann er nokk so einsamallur í verðini. Í apríl mánaði flýddi hann til Føroya, tí hann [...] beiskur og vreiður, tá vit nærkast, hvussu hann hevur havt tað í samband við tilknýti til psykiatrisku deild á sjúkrahúsinum í Odense og í Middelfart. Joen av Vollanum hevur ongantíð havt samband við p [...] á verksmiðjuna, sum gjørdi Alpha Diesel í Fredrikshavn. Síðan flutti hann til Odense, har hann tók maskinmeistaraútbúgvingina. Hann hevur siglt úti í fleiri ár. Í Odense varð hann giftur og hann eigur børn
upp eftir fleiri árum helst áratíggjum, men ...nú er tann stundin var í 1888 galdandi í Føroyum, eins og tað var galdandi í Ameriku í 1963. Nú er nóg mikið hugsað og nóg nógvar umberingar nú taka vit samanum [...] setningurin um at ganga fram í øllum lutum hoyrdi ídnaðartíðini til. Við eini tøkniligari kollvelting í 70-80 árunum og enn eini í 90-árunum gjørdist tað ikki nóg mikið at ganga fram í øllum lutum. Nú gjørdist [...] at leggja sítt lív í hepni eina, eins og flestu okkara helst eisini hava ein varhuga av, at eisini hepni skal umsitast við skynsemi. Tí var tað í tøkum tíma, at løgmaður í fjør blásti í lúður og setti sítt
ferðast aðrastaðni í býnum, vita, at oljudálking á Havnarvág er ikki einasti umhvørvistrupulleikin í høvuðsstaðnum. Og nú um dagarnar kravdi Bátafelagið í Havn, at dálkingin varð tikin í álvara ogt at ítøkilig [...] umhvørvisdeild í Kommununi Hann sigur, at Heilsu- og umhvørvisnevndin hevur longu samtykt, at ein umhvørvisdeild skal setast á stovn í kommununi, tað gjørdi hon síðst í juni. Nú skal málið takast upp í býráðnum [...] Dálking Nú ætlar Tórshavnar Býráð sær rættiliga í hernað ímóti teirri ógvusligu dálkingini, sum er í Havnini. Havnin hevur verið serliga illa plágað av dálking seinastu mánaðirnar. Ikki minst hava fólk
Føroyar vunnu 1-0 í Landskrona. Tað var í ljósinum av sigursrúsinum frá hesum dystinum í Landskrona, at ellivu føroyingar ein lítlan mánað seinni, 10. oktober, stóðu í Ítróttarparkini í Keypmannahavn, sum [...] og Danmark tvær ferðir dystast í vinadystum. Tann fyrri var 16. august í 2000, tá ið Danmark vann 2-0 á Tórsvølli, og tann seinni var 7. oktober í fjør, tá ið Danmark í Herning vann 4-0. Tá var ætlanin [...] vit aftur og aftur mint á, og í summar var sjálv regenturin her og vitjaði. Men í fótbólti eru Føroyar ikki í ríkisfelagsskapi við nakran. Føroyar eru sjálvstøðugur limur í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA