byggja eitt nýtt lið upp, og móti royndu vestmenningurnum megnaðu teir bláu sjáldan at gera nakað veruligt um seg. Longu eftir fyrstu 10 minuttunum var sjógvur millum liðini, og tó at munurin onkra tíð hevði [...] Kyndil tó meira ferð á. Ikki minst gjørdu Rókur Akralíð, Josef Abrahamsen og fyrrverandi StÍF'arin, Marius Joensen, nógv um seg. Og sum fráleið, so gjørdist talan um alt meira sannførandi leiðslu. Ein leiðlsu [...] llini var grannauppgerð á skránni millum KÍF og H71, sum enn eru sambúgvar. Her megnaðu hoyvíkingarnir longu eftir fyrsta korterið at skræða seg leysar. Og tó at Piti Negru fekk reyða kortið stutt fyri
fer at kosta millum eina og tvær milliardir kr., tá avtornar og er harvið størsta íløga í Føroya søgu. Ein íløga, sum fyrst og fremst hevur týdning fyri royndirnar at finna olju og gass í rakstrarverdum nøgdum [...] steðga boringini vegna tøkniligar trupulleikar og vána veðurlíkindi og heldur leggja til brots aftur í 2013. Um ikki feløgini høvdu góðar vónir at koma víðari og sóu fyri positiv úrslit fyri sær, so høvdu [...] høpi, tá vit síggja burtur frá Brugduni og Marjuni. Tað eru øll hini loyvini, sum eru latin seinastu árini, og har komið er hartil, at loyvini eru við at ganga út, og feløgini tí skulu gera av, um tey vilja
uppsparingar á arbeiðsmarknaðinum. Tað eru nøkur sum spara upp og nøkur gera tað ikki, og skulu so, innanfyri verandi fólkapensjónsskipan og fáa útgjald harfrá. Er tað serliga solidariskt, tá tey hava havt [...] hjá samgonguni í hesum málið, og eg skilji væl frustratiónina hjá Javnaðarflokkinum mótvegis Tjóðveldisflokkinum. Tí í føroyskum politikki hava altíð verið sosialistiskir og borgarligir flokkar. Samband [...] fáa vit tvey sløg av pensjonistum. Tey sum fáa klassa A pensjónina, sum hava spart upp við 10-15 prosentum hvør, og so hini sum ikki hava verið før fyri at spart nakað upp sjálvi, kunnu so fáa eina almenna
Mikkjali Thomassen í fremstu røð. Saman við honum vóru Sylla og Símun Hansen. Eingin teirra fekk mál, og í 2. hálvleiki vórðu bæði Sylla og Símun skiftir út. B36 hevði nógvar royndir móti málinum hjá framúr [...] undarlig telving, og at tað so skjótt kann vera, at tað, sum tykist venda niður vendir upp, var seinnaparturin sunnudagin í Gundadali góð áminning um. Meistararnir í B36, sum út frá hagtølum og gongdini higartil [...] var farin saksisparkaði hann eftir innkast í vinstru upp um seg sjálvan og upp um Jákup Mikkelsen. Bólturin brast í tvørtræið, og tað gjørdi hann eisini dygst undan hvíldini, tá ið Birgir eftir fína sending
europeiskum høpi, og var hósdagurin settur sum dagurin, har felagið skuldi upp til próvtøku í so máta. At tað var norska Lyn, sum gjørdist mótstøðuliðið, hevði sum so bæði fyrimunir og vansar. Fyrimunir [...] norskum feløgum og norskum fótbólti sum heild hevur tað ofta verið sera tungt hjá føroyskum leikarum. Eitt nú hava tey bæði havnarfeløgini fingið av at vita á sínum noregsferðum, eins og føroyska manslandsliðið [...] skuldu tora at spæla fótbólt. Tora at vera við til at mynda dystin, og so mátttu teir bara síggja, hvussu langt hetta kundi bera. Og fyrstu trý korterini var eisini eyðsæð, at tað var júst hetta, sum
lutir og fyribils hølir eru funnin. Býarsavnið og Tjóðsavnið samstarva væl á ymsum økjum, m.a. kann kommunan læna Tjóðsavninum hølir í býnum til serligar framsýningar. Umframt at styrkja samleika og søgufatan [...] løgting og Landsstýrið bert endurrindar bý- og bygdasøvnum ein brotpart av tí, tey eiga, so hava tey upprættað serstakar nýggjar játtanir til sersøvn kring landið - Beta files, undirsjóvar – og rokksavn [...] men skil má vera í og annaðhvørt má lógin broytast ella má landsstýrið og løgting liva upp tær lógir, tey sjálv hava samtykt. Tórshavnar kommuna hevur nú sent løgtingsins mentanar- og fíggjarnevnd eina
støðum, og at pendlarar samskipa flutning millum heim og arbeiði umvegis pendlaraportalar á alnótini. Harumframt eiga umstøðurnar at súkkla millum fartstøðir, heim og arbeiði at betrast, eins og betri og [...] gjørd, har eini 10-15 støð verða vald til serligar náttúruupplivingar hjá ferðandi. Støð, har náttúra, landslag og byggilist renna saman í eina eind, og har bæði útlendsk ferðafólk og føroyingar kunnu [...] bilferðslan kann minkast við tí í hyggju at betra um nýtsluna av øðrum flutningshættum og harvið tryggja burðardygga og umhvørvisvinarliga ferðslu. Talan er um eitt hugskot, ið rakar samfelagsliga breitt
sagt, og kanska er tað eisini galdandi fyri bløðini. Fregnir góvust við sínari útgávu fyrr í ár, og nú bjóðar eitt nýtt blað seg fram at fylla tómrúmið. Blaðið er eitt vinnublað fyrst og fremst, og tað hoyrist [...] teigarnar í nýggja vinnublaðnum. Samanlagt verða eini 10 fólk knýtt at blaðnum. Tað verður ReproZ, sum skal seta blaðið út og leggja uppsetingina til rættis, og blaðið verður sum hini føroysku bløðini prentað [...] burturav, og tað hava føroyingar eisini brúk fyri. Vit fara at fáa ein virðisbrævamarknað í Føroyum, og tá verður eisini neyðugt við størri gjøgnumskygni, so fólk vita meira um fyritøkurnar. Kveikja og kanna
byrjaði at rigga, og teldurnar fóru at hugsa sum fólk, so runnu míni áhugamál fyri sálarfrøði og tøkni saman, sigur Gunnleygur. Hann fylgdi neyvt við menningini av nýggju tøknini og var skjótur at taka [...] fluttur heim aftur til Føroya og hevur stovnað egna fyritøku, ið veitir føroyskum stovnum og fyritøkum førleikamenning innan vitlíki. - Hóast nógv fólk nú brúka ChatGPT og aðrar sonevndar málmyndlar í [...] arbeiðnum. Næstan 300 lærarar í miðnámi og hægri útbúgving í Føroyum vóru í fjør heyst savnaðir á eini verkstovu um vitlíki, sum í løtuni floymir inn yvir okkum og letur upp fyri nýggjum møguleikum, ið tey
Skrímslu. Og um vikuskiftið verður telvað av øllum lívsins kreftum, tá kappast verður um føroyameistaraheitið í bæði snartalvi og kviktalvi. Telvað verður í Hólmahúsinum á Eiði leygardagin og sunnudagin [...] ellivu umfør eru. Í kvikkappingini eru 10 minuttir + 5 sekund fyri leikin. Og tá eru umførini níggju í alt. Vinnarin fær 2.500 krónur, nummar tvey fær 1.500 kr. og nummar trý fær 1.000 krónur. Sum skilst [...] sunnudagin 12. og 13. november, skrivar Talvsambandið. Talv er komið afturíaftur norðuri á Eiði eftir drúgvan svøvn. Talvfelag varð stovnað í bygdini longu í 1956, og var umboðað á stovnandi aðalfundinum hjá T