slóð eftir seg. - Eg veit ikki, hvat eg fari at gera. Ikki ber til at bruka meira tíð til jørðina, hon er bara har. - Onkur heldur tað vera nógv fyri at noyðast frá, tá man er 67. Men ert tú líka væl fyri [...] Niels Juel meg umseta eingilskmannin. Eg dugdi hampiliga væl enskt, men eitt er at tosa túnatos við aðrar telegrafistar, annað er tað skriva, men tað gekk. Vit fingu ikki onnur útlendsk tíðindi enn tey, sum [...] okkum til, men onkuntíð ringdi eg og spurdi teir málkønu. Ívar er vanur við, at onnur spyrja hann til ráðs í málsligum spurningum, tí hann er so stinnur. - Eg eg fái ilt, tá onnur ikki duga og skriva skeivt
tað er bíligari at samstarva, fyri at sleppa undan at hava tvey av hvørjum, tá ið tað bara er brúk fyri einum. Tað er ongin grund at kappast um at fáa skipini at avreiða, tá ið tað ber til, og er bíligari [...] Tað er ikki vist, at tað er klókast at gera uppboðssølu akkurát á hesum trimum plássunum. Kanska fara onnur pláss at vísa seg at verða meiri áhugaverd, táið samanum kemur, sigur hann. Men eftir hvat skilst [...] at nú arbeitt verður við at seta fleiri uppboðssølur á stovn, er ætlanin at gera tað í samstarvi við fiskakeyparar á staðnum. Millum annað er samstarv tikið upp við Fiskavirking um avreiðing av fiski. John
eru so nógv skorin niður, at tað er ein spurningur, um tað ber til. - Her hugsi eg serliga um sjúkrahúsverkið, sum er ringa samvitskan hjá flest øllum politikarunum. Tað er tí hugaligt, at Kristian Magnussen [...] í seinastuni er ágangurin vorðin so stórur, at eg, ið hvussu so er, ætli mær at tosa fyri mínum lokaløki. - Tað verður altíð sagt, at Havnin fær alt, men soleiðis kenna vit tað ikki. Nú er tað soleiðis [...] Líkt er til, at samgongan hongur saman við vónini um at byggja Vágatunnilin, ið var orsøkin til at Sámal Petur í Grund, varð koyrdur frá sum landsstýrismaður. Tað heldur Lisbeth L. Petersen er skeivt.
spentir eftir, men ein sannroynd er, at samlaða kvotan er lækkað meira, enn tey 3.000 tonsini, hesi skipini hava fingið. Samlaða toska- og hýsukvotan hjá føroyingum er lækkað við góðum 7.000 tonsum eystanfyri [...] bæði Rusland og Noreg íroknað. Tó er rækjukvotan í russiskum sjógvi hækkað úr 1.500 til 3.000 tons, meðan flatfiskakvotan er lækkað úr 2.500 niður í 2.000 tons. Tað er nú ikki tað, at føroyingar hava fiskað [...] komandi ár, so tað var sjálvsagt, at eisini okkara partur fór at minka. Nú vita vit, hvat vit fáa samanlagt, og so er tað upp til teirra, sum býta, hvussu úrtøkan hjá teimum ymsu skipunum verður. Hanus
hvørki frá ella til, hvat Óli Breckmann heldur, sigur Óli Jacobsen. Hann sigur, at hann skilir væl, at orðini hjá Óla Breckmann á Fólkatingi styrkja summi í trúnni uppá, at talan er um eina politiska ráðagerð [...] ráðagerð ímóti fiskimonnum. Men hetta er ein ráðagerð, sum ikki letur seg gera, sigur Óli Jacobsen. Hann sigur, at Óli Breckmann, og aðrir fólkafloksmenn, kunnu halda hvat teir vilja um, hvussu gongdin í málinum [...] málinum skal vera frameftir. Tí teir fáa púra onga ávirkan á málið frá tí, at tað er avgreitt í tinginum. Tá ið málið er avgreitt í tinginum, eru báði Óli Breckmann, og allir aðrir politikarar, heilt úti
annar eftir eru farnir framvið, er uppfylgjarin komin. Vøkur mynd hjá Blátt er á gøtuni, og tað er ein fløga við 10 nýggjum skeringum, har Jákup Marnar Anthoniussen er sentrali persónurin. Eg eri vorðin [...] og hann hevur gjørt eitt frálíkt arbeiðið. Er tað fyrst og fremst tað, sum ger at munur er á tónleikinum á báðum Blátt-fløgunum? ? Ja, tað er tað helst. Tað er als ikki soleiðis, at vit við vilja hava roynt [...] nýggju Blátt-fløguni, er at hon gongur væl, og nógv eintøk verða seld. Onkur hevur tikið til, at kápan á nýggju fløguni hjá tær, er tann ljótast, sum nakrantíð er gjørd í Føroyum. Hvat sigur tú til tað?
Knudsen hevur bjargað og annað. Bókin er góð sum lesnaður hesi myrku vetrarkvøld, men sjálvt tá hon er væl og virðiliga gjøgnumlisin, kann hon ikki goymst burtur, tí hon er fram úr sum uppslagsbók. Finnur Helmsdal [...] Sigurðsson er áhugarverd. Eisini samrøðurnar, sum eru gjørdar við landsliðsvenjaran Allan Simonsen og mesta roynda føroyska spælaran, Jens Martin Knudsen, eru við til at lýsa gongdina betur. Tað er gott at [...] í altjóða fótbólti í 10 ár tikið saman um okkara fyrstu tíð millum teir stóru í heiminum, og bókin er eitt stórverk, sum við greiðum og neyvum upplýsingum staðfestir gongdina frá byrjanin og fram til dagin
Hetta er allarmest av øllum familjuhátíð, tá fólk geva sær stundir til nærri samveru enn í vanliga gerandisdegnum. Ein teirra, sum situr einsamallur, eftir at bæði konan og sonurin eru farin, er Petur [...] jólaaftan? Eg havi sitið einsamallur á jólum seinastu 10 árini, so tað er einki nýtt fyri meg, sigur Petur Michelsen. Ein beiggi, sum er 79 og 81 ára gamla systir mín búgva eisini í Havn, men eg vil vera [...] einari týskari sendirás. Hann er sera fegin um at hava sjónvarpið og tá parabolirnar komu, fekk hann sær eina beinanvegin. Tað gevur atgongd til einar 40 ymsar rásir. Sjónvarpið er hugaligt at hava, og føroysku
eingilin Gabriel visti hvat okkum tørvaði. Hann fylgdi við harra sínum við sínum droymandi eygnabrái og koyrdi undir Skæling gamla: Kvika tær nú, møsna ikki ov nógv, sel nú hvat tú kanst. Men Skæling lat [...] hava eina eskju av pikantum smyrjosti og so tað sama sum tann fyrri.« Okkum nýttist einki at siga, hvat vit skuldu hava. Stungu vit nøsina inn um, so fór hann í sínum gula kitli eftir tí, ið okkum tørvaði [...] Skæling í tí gula kitlinum, og konu hansara í tí bláa kitlinum, fór veitslan at verða góð. Og so var. Nú er nógv vatn runnið í á síðani hesar dagar, men hvørja ferð tú fert framvið hjá Skæling, sært tú Gabriel
: ?Kanska skuldu vit heldur spurt hvør, ið HANN er.? ?Hann? Hvør er hasin hann? Hvat er tað tygum siga?? ?Um HANN,? segði mister Matumbwe.? Hann sum er meira enn teir allir, og meira enn vit, tilsamans [...] Um eina skamma stund.... ikki fer tað at vara leingi. Eg haldi ikki at hon er ein primipara?? ?Hvat er tað tygum siga?? ?Hetta er ikki fyrstu ferð hon eigur?? Maðurin skar í ein rælandi látur.?Nei hann komi [...] og spurdi: ? Hvat er tað tygum royna at siga okkum, mister Matumbwe lækni.? Mister Matumbwe svaraði við kvøllari rødd: ?Bert tað, at í nátt er nakað stórt og undrunnarsamt hent; eitt barn er føtt. Tí einki