koma at missa millardaupphædd úr Danmark, so fer tað at minka um livifótin í Føroyum. Tað fer tað at gera í nógv nógv ár. Ein má tí gera upp við seg sjálvan, um tað er tað vert. Men hetta er tykkara avgerð [...] mentanarlig og persónlig bond millum danir og føroyingar, sum eg leggi alstóran dent á at kunna varðveita og menna. Og tí sigi eg, at í praksis kunnu Føroyar fáa sjálvstýri á nógvum økjum uttan at fara úr [...] vinnulívið heldur enn at menna eitt sjálvberandi vinnulív, so ger hann skaða. Annars heldur Anders Fogh Rasmussen, at tað er ein góður málsetningur at hava at gera tað føroyska samfelagið óheft og búskaparliga
kvinnunum sjálvum. Tí er tað av stórum týdningi, at kvinnur læra at kanna og »kenna« síni egnu bróst, soleiðis at møguligir knútar verða funnir og tiknir so tíðliga sum møguligt, og harvið ikki útvikla krabbamein [...] fyri upplýsing um bróstkrabbamein og um fyribyrging av hesum. Tað verður gjørt á tann hátt, at allar kvinnur hava her høvi at koma og hoyra og fáa upplæring í sjálvskannan av bróstunum. Í hesum sambandi kemur [...] vóru viðgjørdar fyri krabbamein í brósti. Tær hildu, at aftan á skurðviðgerðina var stórur tørvur á at tosa við aðrar, sum høvdu upplivað tað sama, og sum kanska kundu svara teimum nógvu spurningunum, sum
hesi veitslu av fáa luttakararnar at gloyma alt tað dagliga og hugna sær saman við vinum og kenningum. Sum undanfarin ár verður skráin fjølbroytt við ymsum til álvara og gaman. Mong eru tey, ið ár undan [...] ári hava vitjað aftur til bygdina fyri at luttaka og minnast aftur á gamlar dagar. Vónandi verður møtt fjølment og í góðum veitslulag. Latið okkum fáa eitt gott og hugnaligt kvøld saman. (Sí lýsing aðrastaðni
kemur amerikanski klovnurin JoJo á vitjan. JoJo dugir bæði eitt og annað, sum hugtekur børn og barnsligar sálir. Tað er ikki á hvørjum degi, at rættiligir klovnar vitja í Føroyum. JoJo er kortini ikki ókendur [...] Manila og onkur barnagarður var so heppin at fáa hann á gátt at vísa síni kynstur. Tá ið SMS heldur føðingardag 2. november, verður JoJo aftur á pallinum har. Hvør veit, kanska verður hann oftari at síggja [...] klovnurin er ættaður, og endar í Santa Pætursborg í Russlandi, har JoJo áður hevur arbeitt millum foreldraleys børn á barnaheimi. Tað liggur JoJo og øðrum góðhjartaðum klovnum nær á sinni at gera gerandisdagin
g fyri bæði kvinnur og menn, umframt at ársins spælarar og ársins málmenn vórðu kosnir. Hæddarpunktið er, tá ársins spælarar verða avdúkaðir, og meðan tað var rættiliga væntað, at Allan Mørkøre hjá HB [...] borið til, og at teir eisini áttu heiðurin av, at hann bleiv Ársins Spælari í ár. Tað eru spælararnir sjálvir, sum velja Ársins Spælara, og meðan tað hjá monnunum var rættiliga langt niður til næsta mann [...] uttan at vera beinleiðis sigursvísur. Hann takkaði foreldrunum og beiggjanum Kurt fyri stuðulin, tey høvdu givið honum í ár, og legði eisini stóran dent á, at uttan liðfelagarnar í HB hevði tað ikki borið
var móti Stjørnuni, og tí hevði tað týdning at vinna í Vági, so tær ikki heilt mistu sambandið við oddaliðini Neistan og VÍF. Tær vunnu, og lítið man vera at ivast í, at Kyndil verður at síggja millum tey [...] liðunum, og hálvleiksstøðan var 12-10 til gestirnar. Í seinna hálvleiki helt VB fram við at mansverja Lotte, men fór nú eisini at mansverja Ann Hansen. Tað gav hinum á Kyndlaliðnum somikið gott pláss, at tær [...] meðan VB bert fekk fýra. VB hevði trupult við at fáa álopsspælið at koyra í seinna hálvleiki. Tað gekk ov skjótt, og alt ov nógvir bóltar blivu tveittir burtur. Tað gav eisini pláss til eyðkenda kontraspælið
fara at megna at gera hoyvíkingum bragdið eftir og vinna á føroyameistarunum seinastu tvey árini. Dystirnir millum mansliðini hjá VÍF og Kyndli eru størstu klassikarar í føroysku hondbóltssøguni, og meðan [...] Tað var ein strika í rokningini hjá føroyameistarunum úr VÍF, at teir næstseinasta vikuskifti taptu móti H71 í Havn, men teir reistu seg væl og virðiliga leygardagin, tá teir spældu móti KÍF. Tað vóru [...] vóru bert tvey mál á muni í hálvleikssteðginum, men tað var kortini ongantíð ivi um, at VÍF fór at vinna. Teir vóru betra liðið allan dystin, og hevði KÍF-málverjin Óla Kristian Djurhuus ikki staðið so væl
sovorðnum uppskoti, gera tað millum annað, tí tey halda, at hetta fer at hava við sær, at dystirnar verða javnari, og at kappingin tískil verður tættari. Hetta rokna tey við fer at hækka støðið í bestu deildini [...] frá áskoðarunum. Tað eru summi, sum halda, at hetta er órímuligt, og á fundinum í november fer tað at verða tikið upp, um tað ikki hevði verið rætt at funnið ein býtislykil, soleiðis at ein partur av inntøkunum [...] við fer at hava við sær, at áhugin millum áskoðararnar og eisini millum tey smáu og ungdómarnar fer at minka og harvið fara færri góð fótbóltsevni enn undir galdandi skipan at koma til sjóndar. Hesi trúgva
út, um tað framhaldandi fer at ganga væl, og FCK t.d. fer at megna at senda Chelsea úr Europa Cup kappingini, men tað verður tosað nógv í Danmark um nýggja venjaran, og fyri Toda Jónsson hevði tað kanska [...] steypavinnarar móti Chelsea, og hóast tann dysturin varð spældur hóskvøldið, og tað kanska varð roknað við, at teir í FCK fóru at vera útlúgvaðir av tí bragdinum og ferðingini og nógva órógvinum av stríðnum [...] trý og fýra í superliguni. Nýggjan venjara Í FCK hava teir boðað frá, at Kim Brink er bara fyribilsvenjari, og at teir ælta at seta ein nýggjan ábyrgdarmann á nýggjárinum. Tað kann gerast trupult at skifta
víst seg at vera ein brandur á vøllinum og nú leikararnir so spakuliga fara at kenna hvønn annan rættuliga, kunnu tær saktans fara at gera um seg. Leygardagin hevði VÍF vitjan av Stjørnuni, og hóast spælararnir [...] spurningurin so, um VÍF í ár eisini megnar at gera ein »haldgóðan« vørr á kvinnusíðuni. Livst so spyrst, men tað er eingin ivi um, at tað verða stórar byrðar lagdar á herðarnar hjá Ioanu Rapa í ár. So [...] skaða seinasta vikuskiftið, vóru við aftur, so var tað ikki nóg mikið. VÍF liðið var ov sterkt til at klaksvíkingar kundu gera nakað við tær og serliga var tað Ioana Rapa, sum gjørdi nógv um seg. Hon var besti