JoJo vitjar í Klaksvík

Umframt kenda klovnin JoJo úr Amerika verður 13 ára gamli indianski drongurin Jason Stovern við á framførsluni í KÍ-høllini fríggjadagin. Hann fer at dansa indianskan dans.

Fríggjadagin fáa norðoyingar forkunnuga vitjan. Tá kemur amerikanski klovnurin JoJo á vitjan. JoJo dugir bæði eitt og annað, sum hugtekur børn og barnsligar sálir.

Tað er ikki á hvørjum degi, at rættiligir klovnar vitja í Føroyum. JoJo er kortini ikki ókendur her. Í summar vitjaði hann í Føroyum, hevði eitt nú framførslu í SMS í sambandi við stóra tiltakið til frama fyri gøtubørnini í Manila og onkur barnagarður var so heppin at fáa hann á gátt at vísa síni kynstur. Tá ið SMS heldur føðingardag 2. november, verður JoJo aftur á pallinum har. Hvør veit, kanska verður hann oftari at síggja í Føroyum í framtíðini.

Ferðin hjá JoJo á hesum sinni er liður í eini størri ferð, sum byrjar í Minnesota í USA, haðani klovnurin er ættaður, og endar í Santa Pætursborg í Russlandi, har JoJo áður hevur arbeitt millum foreldraleys børn á barnaheimi. Tað liggur JoJo og øðrum góðhjartaðum klovnum nær á sinni at gera gerandisdagin hjá hesum børnunum í Russlandi eitt sindur ljósari. Í gerandismyndini eru tey ikki væl komin og eingin vil vita av teimum. Tey eru ringa samvitskan hjá russum, men takkað verið JoJo og øðrum klovnum hava tey okkurt at síggja fram til.

Patch Adams er leiðarin hjá øllum heimsins klovnunum, sum eru 30 á tali. Hesin Patch Adams hevur ferðast til Russlands í 14 ár og hann hevur skrivað eina bók um lív sítt. Bókin er nú gjørd til film, og hann verður frumsýndur í desember. Eingin mætari enn Robin Williams spælir leiklutin sum Patch Adams. Hesin filmurin verður uttan iva eisini sýndur í Føroyum.

Jason Stovern, ið er 13 ára gamal, verður eisini við á framførsluni í Klaksvík. Jason er av indiansku ættini Mdewankanton Sioux Dakota úr Shakopee í Minnesota.

JoJo og Jason vera í KÍ-høllini fríggjadagin kl. 13.30. Atgongumerkið kostar 20 krónur og peningurin fer óskerdur til børnini á barnaheiminum í Russlandi, ið verður næsti steðgurin hjá JoJo á hesum sinni.