Systkin síni umrøddi hon so fittliga, at tað var næstan, sum eg kendi tey. Og enn minnist eg nøvnini á teimum. Besta stað á jørð er úti á Frælsinum, í Norðurrás 17, plagdi hon at taka til við sínum eitt sindur [...] genturnar óførar at minna dreingirnar á ordansreglurnar. Óluva dugdi so væl at skipa seg í øllum, hon hevði við at gera hesi skúlaárini, handliga sum verkliga. Búgvin eftir aldri var hon og loftaði skjótt [...] Sum bankafólk tók lívið tað skap, ið kom at mynda lívsleiðina. Mannin, hon giftist við, fann hon innan karmarnar har, og ikki er tað av leið, tá eg meini, at tveir av synunum eisini eru farnir bankavegin
sum halda, at tað var ein so góð undirgrundaravtala, sum m.a. Atli Dam kom heim við í 1992. Hvat hevur Atli Dam tí at siga til tær atfinningar, sum hava verið móti undirgrundaravtaluni: at tað hann kom [...] eiga at vera blind fyri, at vandin við at stjórnin í eini avtalu um búskaparlig viðurskifti nærum kundi seta Heimastýrislógina úr gildi, ikki er burtur enn. -Hann má og kann bert og best fáast burtur við eini [...] kom heim við í veruleikanum var ein veinkjaskerdur fuglur! -Hasum eri eg ikki samdur í. Hóast summir halda teoretiskt, at Heimastýrislógin kann setast úr gildi av fólkatinginum einsamøllum, so er hetta ikki
fyri, at nógv fólk, sum hevði ætlað sær heim ymsastaðni í Føroyum, at halda jól, ístaðin koma at liggja veðurføst onkustaðni, antin í Havn ella í útlondum. Veðrið er nevniliga so ringt longu nú, at óskil [...] ni, sigur at túrurin varð lagdur klokkan 16 fyri at tey, sum eru við flogfarinum úr Keypmannahavn, skuldi lukkast suður, tí tað skuldi lenda klokkan 13.25. Tey hava eisini fingið at vita, at fleiri su [...] Flogfarið, sum skuldi koma úr Íslandi klokkan 13.30, fekk ikki sett seg og eftir at hava flogið uppi yvir Føroyum í ein tíma, er tað nú farið til Bergen. Men tey ætla at royna aftur og at koma til Føroya klokkan
fór hann at arbeiða í handlinum hjá Georg Johannesen hjá Lorvíks Jóannes. Her var hann í hálvt annað ár. Tað lá tíðliga í Pálli, at hann vildi sleppa at læra. Hann fór til Havnar í 1945 fyrst at taka pr [...] kann tykjast at vera høgur. Men hann er uppá seg tó ikki stórt hægri enn upprunaliga íløgan. Páll dylir ikki fyri, at hann avgjørt stuðlar vatnorkuútbygging, tá hon er gjørd við skili. Hon kostar nakað [...] eitt ár til skips. Hetta var við tí kolfýrda trolaranum Krosssteini hjá Haraldsen í Fuglafirði. Skiparin var Grækaris Hansen, sum var giftur við Onnu, mostir Páll. At vera við einum slíkum trolara var eggjandi
ungur maður fór til hús við skeivum bili. Ein tilkomin kvinna helt seg vera hepna, tá hon í morgun fann eitt parkeringspláss til bilin hjá sær, tá hon skuldi fara í FK í miðbýnum at keypa. Nógv fólk hevur [...] segði, at sín bilur stóð í túninum. Men tá hann varð biðin um at hyggja eftir, um bilurin kortini var hin rætti, vísti tað seg, at hann hevði tikið skeivan bil - bilin hjá kvinnuni! Løgreglan sigur, at bilarnir [...] bilarnir vóru eins og ungi maðurin, sum var farin avstað við skeivum bili, ánaði ikki, at hann hevði koyrt heim í bilinum hjá kvinnuni, sum soleiðis stóð og bíðaði uttanfyri FK.
eru komin aftur í íbúðina, hava tey skundað sær at boða sínum nærmastu heima í Føroyum frá, at tað veit væl við hjá teimum, og nú vita øll har heima, at tey hava tað gott. – Nú bíða vit bara til í morgin [...] Pauli Juul frá í telefonini úr Nice. Hann sigur, at fólk runnu í allar ættir, og tað fyrsta, sum eg hugsaði, var bara at samla øll míni, og so fóru vit at renna niðaneftir. Hetta hendi alt í gamla býarpartinum [...] aftur. – Tað var ein øgiligur lætti at koma inn í íbúðina og stongja hurðina eftir sær. Hetta er uttan samanbering tað mest óbehagiliga, ið eg nakrantíð havi upplivað, sigur Tummas Pauli Juul. Síðani tey eru
uppaftur færri ivast í at veruleikin er nógv fúlari. Fólk eiga at lesa viðtalið hjá Jan Müller við Atla Dam 6.1.1998 í Sosialinum. T.d. sigur Atli Dam: »So vildi eg fegin sloppið at borið fram nakað av tí [...] tey sum orkaðu at lesa kundu lesa alt. Tað løgnasta av øllum var, at hann skeyt ikki upp at broyta heimastýrislógina, men kom ynski úr Føroyum, so var gaman í at tosa. Hann má vera nøgdur við støðuna. Ella [...] men teir fingu sagt, at danski veljarin legði líka í Føroyar og føroyingar, tó kom í næsta broti hetta: »Inderst inde vil ingen dansker miste Færøerne«. Jú, eg hvakk við soleiðis at síggja tað á prenti
politiið skuldi siga okkurt, so tagnaðu tey beinanvegin og lurtaðu. Og so aftur at rópa og syngja. Men harafturímóti segði politiið, tá tey høvdu flutt seg, at tey høvdu rætt til at mótmæla, og at tey kundu [...] føroyska umboðið á fundinum. – Eg eri saman við donskum fólkatingslimum umframt fólki frá øðrum donskum felagsskapum, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Hon greiðir frá, at dagarnir í USA hava verið sera [...] starvsfólk. Har var eitt minningarrúm í samband við 9.11, har ein samkenslubók lá. Har var møguligt at skriva eina seinastu heilsan í. Vit fingu at vita, at tá bókin var full, bleiv avrit sent til øll tey
konu saknar har hjálptu ongir læknar Lagnan vildi tað so og Jesuspápin sendi boð Hann í himli hana skuldi læna okkara ommu so væna Hon tikin bleiv frá tær sum hon hevði so kær Tú veit tú aftur møta henni [...] eru samla og práta um alt tað gamla Tillukku vit ynskja tær nú barnaeyga okkar sær At abbi okkara eldri er og tíðin gongur við ferð Tó abbi okkar tann sami er Tillukku frá Jóngerð og Rúna
skeið, tá tey koma heim. Malan Háberg viðgongur tó, at tónin á kjakinum kanska er dekan ov neiligur hesum viðvíkjandi. - Tú kanst kalla okkum “málpolitistar”, sigur hon skemtandi. Hon heldur, at limirnir í [...] Háberg og Majbritt Pauladóttir gjørdu av at stovna bólkin á facebook, væntaðu tær ikki, at bólkurin fór at verða so væl umtóktur. - Vit stovnaðu bólkin, tí vit hildu, at har vantaði ein stað, har føroyingar [...] kunnu kjakast um føroyska málið. Eg haldi, at vit eru so íðin at varðveita føroyska málið, tí tað er so gamalt, men nýtt bæði í kirkju og sum alment mál, Sigur Malan Háberg. Hon er lítillátin. Hóast nærum fimti