Ein eitt sindur undarlig hending fór fram uttanfyri FK í miðbýnum fyrrapartin í dag, tá ein ungur maður fór til hús við skeivum bili. Ein tilkomin kvinna helt seg vera hepna, tá hon í morgun fann eitt parkeringspláss til bilin hjá sær, tá hon skuldi fara í FK í miðbýnum at keypa.
Nógv fólk hevur verið í havnargøtum hesar seinastu dagarnar, og trupult hevur verið at finna parkeringspláss í miðbýnum.
Tá kvinnan hevur keypt í FK og kemur útaftur, er eingin bilur.
Løgreglan fekk boð um burturblivnað bilin.
Tankin streyfaði, at kanska var onkur farin avstað við skeivum bili, tí kvinnan hevði latið lyklarnar liggja eftir á onkrum ávísum staði í bilinum.
- Vit gjørdu eina roynd at ringja til eigaran av bilinum, sum stóð nærmast. Bileigarin, sum var ein ungur maður, var tá komin til hús og segði, at sín bilur stóð í túninum. Men tá hann varð biðin um at hyggja eftir, um bilurin kortini var hin rætti, vísti tað seg, at hann hevði tikið skeivan bil - bilin hjá kvinnuni!
Løgreglan sigur, at bilarnir vóru eins og ungi maðurin, sum var farin avstað við skeivum bili, ánaði ikki, at hann hevði koyrt heim í bilinum hjá kvinnuni, sum soleiðis stóð og bíðaði uttanfyri FK.