Fleiri sleppa nokk ikki heim til jóla

Atlantsflog og hjá Strandferðsian hava bara eitt skot í byrsuni í dag

Tað er stórur vandi fyri, at nógv fólk, sum hevði ætlað sær heim ymsastaðni í Føroyum, at halda jól, ístaðin koma at liggja veðurføst onkustaðni, antin í Havn ella í útlondum.

 

Veðrið er nevniliga so ringt longu nú, at óskil er bæði á loftferðslu og strandferðslu - og bussarnir hjá Bygdaleiðum eru longu givnir at koyra. Tað er eisini longu nú greitt, at Bydaleiðir koyra heldur ikki í morgin.

 

Samstundis siglur Ternan seinasta túrin úr Havnini til Nólsoyar klokkan 16.20 í Dag, og í morgin er øll sigling avlýst. Teistin siglur seinastu ferð av Gomlurætt klokkan 17.20, og so verður hann eisini lagdur.

 

Eisini flogferðslan er darvað, Flogfarið, sum skuldi koma úr Íslandi klokkan 13.30, fekk ikki sett seg og eftir at hava flogið uppi yvir Føroyum í ein tíma, er tað nú farið til Bergen. Men tey ætla at royna aftur og at koma til Føroya klokkan 16.30.

 

Flogfarið, sum skuldi koma úr Keypmannahav beint eftir døgverða, er eisini seinkað. Tað er farið úr Keypmannahavn nú, og verður eftir ætlan í Vágum kl. 15.45.

 

Rasmus Niclasen á Atlantsflogi sigur, at sum veðurforsøgnin er, er tað einasti møguleiki tey hava. Tá skal hann nevniliga støkka vestur um, og tey síggja sær møguleikan at lenda tá, áðrenn vindurin veksur aftur.

 

Sostatt hava tey bara hetta eina skotið í byrsuni.

 

Og tað hevur Smyril fyri so vítt eisini: Eisini hann hevur broytt ferðaætlan fyri veður og siglur úr Havn klokkan 16 í dag til Suðuroyar.

 

Marin Gaardlykke, fersðlusamskipari hjá Strandferðsluni, sigur at túrurin varð lagdur klokkan 16 fyri at tey, sum eru við flogfarinum úr Keypmannahavn, skuldi lukkast suður, tí tað skuldi lenda klokkan 13.25.

 

Tey hava eisini fingið at vita, at fleiri suðuroyingar eru við flogfarinum. Men lendir tað ikki fyrrenn klokkan 15.45, sum ætlað, fer at knípa alvorliga at tey fáa tey suður.

 

Niels Harald Michelsen, skipari á Smyrli, sigur, at tey ætla at bíða sum allarlongst fyri at vita um tey ikki fáa ferðafólkini úr flogfarinum, suður við.

 

Men hann kann ikki lova nakað, tí veðrið er so ivasamt. Hann fylgir við alla tíðina og hann sigur, at hann kann ikki bíða leingi í Havnini, tí so noyðist hann at loysa fyri at Smyril kann liggja bundin við bryggju, áðrenn illveðrið brestur á av álvara.

 

Hann sigur, at hann vil undir øllum umstøðum hava loyst frá bryggju í Havn klokkan 17, tí annars er vandi fyri, at vindurin á Krambatanga verður so nógvur, at tey fáa ikki manøvrera at bryggju, tí talan kann sjálvsagt ikki verða um at seta skip og manning í vanda.

 

Hann sigur, at sum veðurtíðindini eru nú, er tað alt sum bendir á, at tað verður heldur ongin sigling í morgin, tí hann sigur 30 metrar um sekundið í miðal, so hvirlurnar verða mangt slíkt, og tá skala tey ikki at fáa Smyril frá bryggju, sigur hann.