verða ikki brúkt. Í fleiri norskum kommunum óttast løgreglan nakað nýtt, sum hevur tikið seg upp, nevniliga hetta at umbyggja bilarnar á ymsan hátt. Hetta er eisini kent í Føroyum, bilarnir verða lækkaðir [...] vanlukkur við ungdómum í tílíkum bilum. Norsku tølini líkjast nógv teimum føroysku, 70% av vanlukkunum henda um vikuskiftini, og flestu vanlukkurnar henda í heimakommununi. Læni børnunum bilin! Í Noregi er bæði [...] ungu koyra við og í, og heldur læna teimum teirra egna bil, ístaðinfyri at hjálpa teimum at fíggja eit gamalt vrak sum verður ístandgjørt og umbygt. Bilurin hjá foreldrunum er vanliga í betri standi og nógv
sangarar og í støðum eldri. Kórgentur í Fuglafirði syngja og eisini syngur Rúni Brattaberg. Veit ikki, um børn hava nakað ímóti eini violin ella floytu. Helst ikki. Men tað er, sum eiga barnafløgur í dag at [...] løg til tekstirnar hjá Alexanduri. Hann royndi sangirnar, tá døtur hansara fóru í song á kvøldi. Løgini eru sum heild góð, í støðum egin og fylgja ikki altíð vanligu leiðini, ið oyratunnlarnir eru vanir [...] ljóðføri og sangarar við. Betri kann tað ikki vera. Og MánadagsMortan tykist hava fangað barnaoyruni í Føroyum. Tutl gevur út.
evropeiskum londum eru vit í Føroyum tey, ið arbeiða flestar tímar um vikuna. Ímeðan vit her hjá okkum hava tosað fyri deyvum politiskum oyrum um at seta arbeiðstíðina niður í 37 tímar, tosa onnur um at [...] a upp í politisku skipanini, so loysnir kunnu finnast, hvussu vit koma hartil. At stytta arbeiðsvikuna er eitt av hjartamálum mínum. Í fleiri ár havi eg sum fakfelagsformaður reist spurningin í politiskum [...] kann fyri at tryggja at arbeiðsvikan við løgtingslóg verður stytt til í minsta lagi 37 tímar. Við tykkara stuðli er stytt arbeiðsvika í eygsjón! Við áhaldandi kjaki og upplýsing fara sjálvt tey mest stívrendu
Manslandsliðið í hondbólti, ið skal spæla tveir EM-undankappingardystir móti Rumenia, 8. mars í høllini á Hálsi í Havn, og 11. mars í Bukarest er úttikið. Elias Ellefsen á Skipagøtu sum hevur verið úti [...] venjingar í Føroyum mándagin 6. mars, har liðið fer at venja saman áðrenn heimadystin mikudagin 8. mars kl. 19.00 í Høllini á Hálsi. Hareftir ferðast liðið, fríggjadagin 10. mars, til Bukarest í Rumenia [...] úti við skaða í longri tíð er millum teir úttiknu. Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 17 leikarar til EM-undandystirnar móti Rumenia: Málverjar: Nicholas
á filmi ella í sjónvarpsrøðum, at stuðla talentmenning, og at stuðla ítøkiligum verkætlanum við munagóðum upphæddum. Stuðulsgrunnurin hjá Betri hevur til endamáls at stuðla átøkum í Føroyum, sum fyribyrgja [...] settar av til film, verður upplýst í tíðindaskrivi. - At stuðla føroyskum filmi er at stuðla føroyskum máli, føroyskari mentan og føroyskum listagreinum. Føroyskur filmur er í menning, men almenni filmsstuðulin [...] Betri stuðul. - Trýggjar milliónir yvir trý ár kunnu veruliga gera mun, sigur Tina í Dali Wagner, dagligur leiðari í Filmshúsinum. Hon fegnast um, at ein fyritøka sum Betri vísir samfelagssinni og setir
Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at hon er sinnað at kanna málið. Men hon ivast í um tað er heilt so einfalt. Hon sigur, at í Føroyum eru tað fleiri stórar familjur enn í okkara grannalondum [...] niður í prísi við tí endamálið at eggja fólki til at keypa elbil heldur enn bensin- og dieselbil. Samstundis sleppa hybridbilar og plug-in hybridbilar við einum lægri avgjaldi fram til 1. septembur í ár, [...] stóra kjakevnið í Løgtinginum hevur verið um allir elbilar framhaldandi skulu sleppa undan avgjøldum, sama hvussu dýrir teir eru. Tað eru fleiri tingfólk sum halda, at tað er eingin meining í, at tey, sum
sum áttu at farið í landskassan, men sum endar í onkrum útlendskum pengakassa ístaðin Og nú hevur hann spurt Ruth Vang, hvat hon ætlar at gera við tað. Men samvbært landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, er [...] ring. Hon sigur nevniliga frá Taks, at útlendskar stroymingartænastur rinda 9-10 milliónir í landskassan um árið í mvg. Og upphæddin er spakuliga veksandi sigur Taks, og sostatt kemur ein stórur partur av [...] rtænastur, spøl, forrit, og annað. – Siga vit, at 35.0000 føroyingar, í aldrinum frá 16 til 66 ár, brúka 2.000 krónur um árið í miðal til tílíkar tænastur, er talan um 70 milliónir krónur, við mvg
hevur valt sær eina listaleið innan filmslistina. Filmslistin er ung í Føroyum, og man kann siga, at hon er í besta blóma. Katrin hevur í fleiri ár verið ein partur av hesi blómandi listagrein. Filmslistin [...] kom út í 2020. Nakrir av okkara royndastu leikarum høvdu høvuðsleiklutirnar í filminum, eitt nú Ria Tórgarð og Hans Tórgarð. Ummælarar lótu væl at, og Katrin fekk handað Ársins Sálarheilsuvirðisløn í 2021 [...] 2021 frá Sinnisbata. Hetta fekk hon, tí filmurin varpaði ljós á sálarheilsu. Í 2023 kom nógv væntaði filmurin Sæla, sum longu hevði fingið nógva umrøðu, áðrenn nakar hevði sæð hann. Høgni Djurhuus, ummælari
skrúvaðar saman. Blikur og Lómur Í løtuni sigla ávíkavist Blikur og Lómur hvønn hósdag úr Føroyum til Scrabster. Í oktober í fjør broytti Skipafelagið ruturnar soleiðis, at tað í dag er Pasadena, ið siglir til [...] seta eitt minni skip í sigling. Áðrenn 8. mars skal vera komið til eina niðurstøðu. Tí 8. apríl gongur leiguavtalan um Pasadena út. Orsøkin er, at leiðin gevur fleiri milliónir í undirskoti. Ónøgdur S [...] Gøteborg hvørja viku. Tað eru serliga feskfiskaútflytarar, ið verða raktir, um onki skip verður sett í sigling í staðin fyri Pasadenu. Stjórin á Faroe Seafood Prime Hans Johannes á Brúgv segði við Sosialin fyri
hjá HB í kvøld spældi í UEFA Youth League. Talan var um søguligan dyst skilt á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at føroyskt lið spældi í hesi kappingini. Gestirnir fara úr Føroyum við 2-1 [...] Seinni dysturin verður í Lyksemborg mikudagin 2. oktober. Fyrsti føroyski málskjúttin í hesi kappingini var Finnur Arnfinnsson, sum varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin, og í 47. minutti javnaði til [...] 1-1. Hann snittaði úr stuttari fjarstøðu við høvdinum bóltin í málið eftir framlegging úr høgru við frísparki. Gestirnir løgdu seg á odda í 32. minutti við beinleiðis frísparki av brotsteigarmarkinum og