Herfyri kom fløgan MánadagsMortan. Alexandur Kristiansen gav síðst í áttatiárunum út yrkingasavnið um MánadagsMortan. Frits Johannesen myndprýddi. Myndirnar prýða eisini fløguhúsan eins og orðini eru grundarlag undir fløguni.
Jens Mortan Mortensen setti sær fyri at gera løg til tekstirnar hjá Alexanduri. Hann royndi sangirnar, tá døtur hansara fóru í song á kvøldi.
Løgini eru sum heild góð, í støðum egin og fylgja ikki altíð vanligu leiðini, ið oyratunnlarnir eru vanir at at fara. Men góð løg og sera hugtakandi er ungi, evnaríki Brandur Enni av Tvøroyri, ið við sera vakrari rødd syngur sangin Góðan, góðan dag. Avgjørt ein rørandi løta og eitt njótilsi.
Í hesum døgum koma mangar barnafløgur við nýmótans tónleiki. Tær taka børnini, meðan tey lurta eftir Spice Girls ella Backstreet Boys.
Júst hesum frymli fylgja MánadagsMortan og Jens Mortan ikki.
Her eru tað ikki synth og trummuloop og teldur, ið eiga tónleikin, men ljóðføri, sum tey veruliga síggja út og ljóma. Obo, floyta, violin, guittar, klaver o.s.fr. Talan er um ungar sangarar og í støðum eldri. Kórgentur í Fuglafirði syngja og eisini syngur Rúni Brattaberg.
Veit ikki, um børn hava nakað ímóti eini violin ella floytu. Helst ikki. Men tað er, sum eiga barnafløgur í dag at ljóða so nógv sum Creamy sum gjørligt.
Men hví skulu tær tað?.
MánadagsMortan er í somáta farin aftur til røturnar. Og tað er gott og djarvt. Og ivaleyst hugsa børn als ikki um hetta. Ein góður sangur er ein góður sangur. So einfalt er tað. Og her er bæði hjarta, sál og verulig ljóðføri og sangarar við. Betri kann tað ikki vera.
Og MánadagsMortan tykist hava fangað barnaoyruni í Føroyum.
Tutl gevur út.