ella tók sær tíð til at tosa við fólk, til at taka ein kaffimunn inni hjá eini gamlari konu ella koma við góðum ráðum, tá ið onkur trongdi til tey. Har legði hann nokk grundarlagið til sítt virki sum politikari [...] bil-dripin fyri einum ári síðani. Eg havi eisini sæð ta frálíku yrking, sum Sverre gjørdi til Axel Mortensen, tá hann fylti 80 í februar. Vinmaðurin Sverre Midjord Eg nevndi áður, hvussu væl bar til hjá Sverra [...] landinum, Hjarnar til Íslands og eg til Danmarkar, meðan Sverre gjørdi orðini í sanginum til síni: »eg altíð velja vil mær Tvøroyri!« Tá vit aftan á mong ár hittust aftur í 1992 til ein avbera góðan døgurða
málið, uttan at siga bólkinum frá. Eg haldi ikki, at nøkur grund var fyri, at tingmannabólkurin helt fram, tí um Landsstýrið ikki ráðførdi seg við okkum áðrenn farið varð til samráðingarnar, so var eingin [...] samráðingar í so týðandi máli í einum tíðarskeiði við valstríði í Føroyum. Hetta skuldi verið gjørt antin áðrenn valið varð útskrivað, ella eisini átti tað at bíða til aftaná, sigur Finnbogi Ísakson. [...] nar - annað enn at geva løgmanni misálitisváttan. Eg ivist í um meirluti er fyri hesum í tinginum, og tí fáa vit einki gjørt. Minst av øllum vilja vit, at møguligt uppskot um misálitisváttan til løgmann
eisini víst til uppgerðina frá 30. juni, har tað verður víst á, at tað resta í 744 mill. kr. í, soleiðis at skilja, at ein slík upphædd átti at verið sett í Føroya Banka longu 23. mars 1993. Út frá hesum sigur [...] unninum hevði nevndarfund í vikuni. Tá viðgjørdi hon fyrst og fremst tíðindaskrivið frá Den Danske Bank sum svar til landsstýrið um útsetan av fyrningarfreistini. Eisini roknskapurin fyri 97 var á skránni [...] útspælinum frá Den Danske Bank. Hann vísir á, at bæði Fíggingargrunnurin, landsstýrið og stjórnin fleiri ferðir hava sagt, at modellið, sum Den Danske Bank hevur lagt fram, kann ikki brúkast til nakað. Tað
Havn gera sær ymsar royndir, sum so skulu kókast saman til eina heild sum skal verða grundarlagið undir hvussu breytaskipanin kemur at síggja út frá skúlaárinum 1999. Ein »temadag« um vikuna Skipanin sum [...] at næmingarnir ein dag um vikuna brúka allan dagin til eitt nú ítrótt. Ætlanin við breytunum er ikki, at næmingarnir skulu gerast serfrøðingar á einum øki, men at teir skulu fáa breiðan kunning um eitt [...] at tey kundu til stuttleika geva næmingunum skreytblað, men tað verður ikki roknað sum prógv. Handilsbreytin og handilsskúlanum Á handaverk og listbreytini fáa næmingarnir kunnleika til handaverk og list
bergtakandi uppliving í einum øki, ið er so stórt, at ikki ber til, at síggja alt eftir einum degi og í einum landi. Sostatt máttu vit inn í ein nýggjan dag og inn í eitt annað land, skuldu vit síggja [...] hermenn frá drúgvum borg- arakríggjum, eftirkomarar frá afrikanskum trælum, og italiumann og spaniólar, ið høvdu avgjørt at royna eydnuna í hesi nýggju verðini. Hesir seinastu, ið júst vóru komnir til Argentina [...] útlegdina til felags. Sostatt hoyrir tann glaði sambatónleikurin til Rio de Janeiro, meðan tangotónleikurin, ið neyvan kundi havt ein størri dám av melankoli og sorgblíðni í sær, hoyrir til Buenos Aires
Merkir tú nakað til tey, sum ikki eru glað, tá tað gongur tykkum væl? ? Nei, tað geri eg ikki. Tað er bara meðan vit spæla dystir. Tá tú fórt frá Lyngby til FCK, fórt tú samstudis frá at hava verið há [...] Eitt er trýsti frá fjølmiðlunum og annað innanhýsis millum spælararnar, men hvussu er við leiðsluni í felagnum. Leggur hon trýst á tykkum fyri at vinna okkurt? ? Vit fingu at vita frá leiðsluni í felagnum [...] frammanundan. Summarið 1997 sum skuldi verða lopið út í europeiskan fótbólt, gjørdist til eitt lop úr lítla Lyngby til stóra FCK. Todi fór úr bláu troyggjuni hjá Lyngby og í tí hvítu hjá løvunum í FCK, men
Í hesum døgum sóknast Mykinesfólk eftir fólki til at rudda røkurnar, har súlurnar halda til. Í minsta lagi 25 mans skulu til, um ruddingin skal verða av nøkrum. Gamla súluskipanin er 24 mans. ? Røkurnar [...] tíð ruddaðar fyri tveimum árum síðani. Nógv grót, evja og annað órudd liggur í rókunum. Omanlop hevur verið og súlurnar brúka trol, net og annað til at byggja reiður. Nógv evja liggur millum reiðrini. Endamálið [...] koma aðra staðni frá. ? Tað vísir seg ikki at vera nakar trupulleikar at fáa fólk í oynna, tá ið farið verður eftir súlu ella at gera annað arbeiði. Tá koma fólk, sum hava tilknýti til oynna og onnur áhugað
B68 altíð eru tungir at syfta. B68 hevur verið í einum lítlum aldudali seinastu árini í mun til, hvat felagið fyrr hevur avrikað, men í ár sær liðið út til at vera væl fyri. Øssur Hansen er komin heim aftur [...] hesi kappingini. Í ár fær tað eina harða byrjan móti einum KÍ-liði, sum er styrkt síðani í fjør. Jóannes Jakobsen er venjari í Klaksvík á triðja ári, og liðið hjá honum hevur helst ongantíð verið sterkari [...] fýra árunum á rað, sum GÍ vann føroyameistaraheitið. Á Svangaskarði hittast B68 og VB í einum dysti, sum sær út til at kunna fara báðar vegir. VB hevði eitt gott kappingarár í fjør, sum hevði við sær, at
studentsprógv. Síðani las eg støddfrøði og búskap í Keypmannahavn nøkur ár; men kom heim aftur til Føroya fyri einum ári síðani, og í frítíðini eri eg skótaleiðari. ? Takk fyri prátið, Allan, og alt tað besta [...] sigur kanska meira um tann, ið tulkar, enn um nakað annað. Tað var tó mest fyri at gera tað annarleiðis. ? Hitt við teimum 17 svartklæddu monnunum sipar til seinasta sangin, har tær seytjan »sektirnar«, ið [...] verið ella er úti í slíkum. Orsøkin til, at vit taka evnið upp, er óivað, tí evnið er nærliggjandi, eisini í Føroyum, hóast tað framvegis er dult, sum so mangt annað. ? Hvussu hevði tú lýst tónleik tykkara
boðskap til allar tíðir. Væl kann tað vera, at ymisku listagreinirnar siga menniskjum eitthvørt, og at tað er ikki tíðaravmarkað. Ið hvussu er fegnast mong um forna byggilist, tónleik, ið varð til fyri fleiri [...] ljómfløgur og so framvegis. Her verður ikki nomið við, hvat elvdi til hvat; bert hetta, at tøknifrøðin slóðaði fyri hópframleiðslu, einum veruligum ídnaði, av nýggju tónlistini. Og at hendan framleiðsla [...] Stundum verður sagt, at listin endurspeglar tíðina, tá ið hon verður til. Og summi halda, at tað, ið verður skapað av list, gevur okkum eina hugmynd av ávísum tíðarskeiði við sínum sermerkta hugsanarhátti