Óneyðugt at spyrja aftaná

Tá Landsstýrið hevði avgjørt málið uttan at spyrja tingmannabólkin áðrenn, er óneyðugt at spyrja aftaná, sigur umboðið fyri Tjóðveldisflokkin

ið umboð fyri Tjóðveldisflokkin í tingmannabólkinum.

Hann sigur við Sosialin, at hann á seinasta fundi í bólkinum týsdagin, segði, at hann eftir tíðindunum kvøldið fyri skilti, at Landsstýrið hevði avgjørt málið, uttan at siga bólkinum frá.

­ Eg haldi ikki, at nøkur grund var fyri, at tingmannabólkurin helt fram, tí um Landsstýrið ikki ráðførdi seg við okkum áðrenn farið varð til samráðingarnar, so var eingin grund at spyrja okkum aftaná, sigur Finnbogi Ísakson.


Ikki rætta løtan

Hann hevur annars ikki nevnt hetta málið síðani valið varð útskrivað, men hann heldur ikki, at tað er rætt at fara undir samráðingar í so týðandi máli í einum tíðarskeiði við valstríði í Føroyum.

­ Hetta skuldi verið gjørt antin áðrenn valið varð útskrivað, ella eisini átti tað at bíða til aftaná, sigur Finnbogi Ísakson.


Ikki hugaður fyri at misálit verður felt

­ Tingið hevur onga heimild at forða fyri at Landsstýrið fer undir samráðingarnar - annað enn at geva løgmanni misálitisváttan. Eg ivist í um meirluti er fyri hesum í tinginum, og tí fáa vit einki gjørt. Minst av øllum vilja vit, at møguligt uppskot um misálitisváttan til løgmann fellur í tinginum, sigur Finnbogi Ísakson.