talið av deyðum í Marokko eftir jarðskjálvtan í gjár nærindis Marrakesh er í dag komið upp á 1037. Tað upplýsir innanríkisráðið í landinum sambært marokkanskum sjónvarpi. Tað er síðani í morgun upplýst [...] myndugleikum. Episentrið var í ein útsynning úr stórbýnum Marrakesh – í Atlasfjøllunum. Geologiski kanningarstovnurin hjá USA hevur mált skjáltan til 6,8 í 18,5 km dýpt. Í Marrakesh búgva 900.000 fólk [...] fólk og er eitt væl dámt ferðamál hjá útlendskum ferðafólkum. Íbúgvar í býnum hava sagt, at fleiri bygningar í gamla býarpartinum í Marrakesh eru rapaðir. Innanríkisráðið upplýsir at tað eru býirnir al Houz
landinum. Lokalir myndugleikar í bygdum í Thessalia-regiónini í Grikkalandi hava biðið um hjálp á lokum sjónvarpsrásum. - Okkum tørvar mat og drekkivatn, sigur borgarstjórin í bygdini, Vlochos, og borgarstjórin [...] hundrað fólk í Grikkalandi eru avskorin frá mati og drekkivatni triðja dagin á rað orsakað av herviligari vatnflóð. Hóast tað er hildið uppat við at regna, liggja framvegis stór øki undir í vatni í pørtum av [...] borgarstjórin kallast Yiannis Koukas. Tilsamans seks fólk eru funnin og staðfest deyð, men talið av saknaðum er ókent. Sagt verður úr Grikkalandi, at oyðileggingar av vatnflóðini fara at kosta miljardir evrur
hava latið lív, búðu í statinum, Rio Grande do Sul. Rio Grande do Sul liggur við markið til Argentina og Uruguay. Eisini í grannastatinum, Santa Catarina, eru fráboðanir um deyðføll í ringa veðrinum og [...] sær áraføri og vatnflóð, hevur rættiliga gjørt um seg í syðra parti av Brasilia. Tíðindastovan NTB veit frá øðrum útlendskum keldum at siga, at ódnin í minsta lagi hevur kravt 36 mannalív. Sagt verður, at [...] áarførinum. Fleiri enn 5.300 fólk hava verið noydd at rýma úr húsum sínum. Sambært myndugleikunum í Brasilia eru í minsta lagi 70 býir á ymiskan hátt raktir av illveðrinum, sum hevur herjað landið. ##med2##
vórðu ein røð av støðum í Russlandi álopin við dronum úr luftini, eitt nú flogvøllurin í Pskov heilt har vesturi í Russlandi, sum liggur heilar 700 kilometrar úr ukrainska markinum. Í álopinum vórðu fýra [...] Ukraina í 2014. Russiskir miðlar skriva, at fleiri vatndronur bæði fríggjadagin og síðstu nátt royndu at leypa á Krim-brúnna, sum sambært Telegram-rásini Shot noyddist at lata aftur fyri ferðslu. Fyrr í hesi [...] ukrainskir hermenn, sum eru í russiskum øki, men eg trúgvi ikki, at hetta er realistiskt yvir eina longri tíð - og í so stóran mun, sum vit hava sæð. Hetta hevði helst sett teir í ein ov stóran vanda. Hann
Myndugleikarnir í Kyiv lýsa russisku álopini í nátt sum tey harðastu síðan í vár. - Tilsamans vóru 20 fíggindaligar rakettir oyðilagdar av loftverjuni, sigur hernaðarumsitingin í Kyiv á Telegram í morgun. Tað [...] ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, í nátt. Álopið verður lýst, sum tað størsta á høvuðsstaðin síðan í vár. - Tað var í Sjevtsjenkivskyj-økinum, at fólkini lótu lív, sigur Serhij Popko í fyribilsboðum á Telegram [...] odda fyri hernaðarumsitingini í høvuðsstaðnum. Borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, sigur, at spreingingar hoyrdust, og íbúgvarnir vórðu bidnir um at søkja sær skjól í bumburúmum. Sambært borgarstjóranum
uppreistri ímóti hernaðarleiðsluni hjá Russlandi. Nakrir poltikarar og viðmerkjarar í vesturheiminum hava spekulerað í, at Putin fór at hevna seg og harvið hevur okkurt at gera við deyða Prigozjins. Tað [...] samleikin hjá personunum, sum doyðu í flogfarinum, svaraði til ferðafólkalistan. Har var samleikin hjá øllum teimum tíggju fólkunum staðfestur. Tað var tó ikki farið meira í smálutir um kanningarnar, og vi [...] Russiski forsetin, Vladiir Putin, hevur ongar ætlanir um at møta upp til jarðarferðina hjá deyð Wagner-leiðaranum, Jevgenij Prigozjin. Tað upplýsir Dmitrij Peskov, talsmaður hjá russisku forsetaskrivstovuni
Fleiri fólk eru deyð í skjóting í Jacksonville í Florida í kvøld, okkara tíð. Tað upplýsir Donna Deegan, sum er borgarstjóri í amerikanska býnum, Jacksonville. Reuters, sum vísir til lokalu sjónvarpsrásina [...] løgregluni. Sambært Fox News, ið er millum miðlarnar, sum siga frá um tilburðin í Jacksonville í Florida í kvøld, eru fýra fólk deyð av skotum. [...] ásina, Action News Jax, veit at siga, at tann, sum skeyt, gyrdi seg inni í einum handli í umhvøvinum. Tá løgreglan royndi at taka persónin, sum hevði skotið fleiri fólk, endaði tað við, at persónurin sjálvur
løstir. Størsta mannfallið av sivilfólk í Ukraina higartil í ár var annars í juli, tá 848 fólk lótu lív. - Hetta er ein døpur áminning um, at vápn ikki eiga at vera brúkt í økjum, har sivilfólk búgva, eitt nú [...] sum stendur á odda fyri arbeiðnum hjá Red Barnet í Ukraina, sigur, at flestu eru deyð av rakettum og dronum, sum raktu íbúðarøkir. Sagt verður, at higartil í ár er tað serliga junimánaði, sum hevur kostað [...] hálvum øðrum ári siíða, hava í minsta lagi 540 børn latið lív. Tað sigur hjálparfelagsskapurin, Red Barnet, sum leggur aftrat, at talið av deyðum og særdum børnum tilsamans í øllum førum er 1680. Amjad Yamin
Strandferðslan boðar í dag frá, at nú Erla Kongsdóttir fer í sigling fyri Sam á Kalsoyarleiðini í tríggjar vikur, verður samstundis plássbíleggingarskipan sett í verk. – Tíggju føst pláss eru sett av á [...] takast at teimum fastbúgvandi í Kalsoynni. Byrjað er at skitsera nýggja skipið til Kalsoyarleiðina, og tí fara landsstýrismaðurin í samferðslumálum og Strandferðslan í næstum út í Kalsoynna at hitta oyggjabúgvarnar [...] vikur kemur aftur í sigling á Kalsoyarleiðini, verður plássbíleggingarskipanin flutt yvir á Sam. Tó skulu ávísar fyrireikingar og tillagingar gerast fyrst, áðrenn skipanin verður sett í verk, m.a hvørji
Býurin Makhatsjkala liggur í sjálvstýrandi russiska lýðveldinum Dagestan, sum aftur liggur við Kaspiska Havið har suðuri í landinum. - Millum tey deyðu í spreingingini í kvøld eru trý børn, veit russiska [...] frá heilsumyndugleikunum í Dagestan. Russiska tíðindastovan RIA veit at siga, at í minsta lagi tíggju av teimum 66 løstaðu hava fingið álvarsligar skaðar. Varaheilsumálaráðharrin í Russlandi, Vladimir Fisenko [...] Fisenko, sigur sambært RIA, at 13 av teimum løstaðu eru børn. Fyrr í kvøld upplýsti guvernørurin í Dagestan, Sergej Melikov, at tólv fólk vóru deyð, og at 50 vóru løstað. Nú er talið av deyðum meira enn tvífaldað