Fleiri hundrað fólk í Grikkalandi eru avskorin frá mati og drekkivatni triðja dagin á rað orsakað av herviligari vatnflóð.
Hóast tað er hildið uppat við at regna, liggja framvegis stór øki undir í vatni í pørtum av landinum.
Lokalir myndugleikar í bygdum í Thessalia-regiónini í Grikkalandi hava biðið um hjálp á lokum sjónvarpsrásum.
- Okkum tørvar mat og drekkivatn, sigur borgarstjórin í bygdini, Vlochos, og borgarstjórin kallast Yiannis Koukas.
Tilsamans seks fólk eru funnin og staðfest deyð, men talið av saknaðum er ókent.
Sagt verður úr Grikkalandi, at oyðileggingar av vatnflóðini fara at kosta miljardir evrur.
- Vegir, brúgvar, streymleiðingar og íbúðir eru skolað burtur av ógvusligu nøgdunum av vatni, veit tíðindastovan NTB at siga.











