Fleiri deyð í skjóting í USA í kvøld

Persónurin, sum framdi illgerðina, gyrdi seg inni í einum handli, men har varð hann skotin til deyðis av løgregluni.

Fleiri fólk eru deyð í skjóting í Jacksonville í Florida í kvøld, okkara tíð.

 

Tað upplýsir Donna Deegan, sum er borgarstjóri í amerikanska býnum, Jacksonville.

 

Reuters, sum vísir til lokalu sjónvarpsrásina, Action News Jax, veit at siga, at tann, sum skeyt, gyrdi seg inni í einum handli í umhvøvinum.

 

Tá løgreglan royndi at taka persónin, sum hevði skotið fleiri fólk, endaði tað við, at persónurin sjálvur læt lív av skotum frá løgregluni.

 

Sambært Fox News, ið er millum miðlarnar, sum siga frá um tilburðin í Jacksonville í Florida í kvøld, eru fýra fólk deyð av skotum.