Russiski forsetin, Vladiir Putin, hevur ongar ætlanir um at møta upp til jarðarferðina hjá deyð Wagner-leiðaranum, Jevgenij Prigozjin.
Tað upplýsir Dmitrij Peskov, talsmaður hjá russisku forsetaskrivstovuni.
Peskov sigur, at forsetaskrivstovan ikki veit, nær jarðarferðin er, og at tað eru viðurskifti hjá familjuni hjá Prigozjin.
Prigozjin doyði fyri lítlari viku síðani – tann. 23. august – tá flogfarið, hann var við, datt niður millum Moskva og Sankta Pætursborg.
Tað hendir tveir mánaðir eftir, at Prigozjin sum leiðari fyri Wagner hevði staðið á odda fyri einum uppreistri ímóti hernaðarleiðsluni hjá Russlandi.
Nakrir poltikarar og viðmerkjarar í vesturheiminum hava spekulerað í, at Putin fór at hevna seg og harvið hevur okkurt at gera við deyða Prigozjins. Tað hevur russiska forsetaskrivstovan víst aftur og kalla eina »kompletta lygn«.
Hósdagin kondoleraði Putin familjuna hjá Prigozjin og segði millum annað, at hann var ein dugnaligur handilsmaður.
Síðani flogfarið datt niður 23. august hevur ein kanningarnevnd kannað flogvanlukkuna.
##med2##
Sunnudagin upplýsti kanningarnevndin, at samleikin hjá personunum, sum doyðu í flogfarinum, svaraði til ferðafólkalistan.
Har var samleikin hjá øllum teimum tíggju fólkunum staðfestur.
Tað var tó ikki farið meira í smálutir um kanningarnar, og viðurskiftini rundan um hendingina, har ímillum deyða Prigozjins, er eunn ógreið.
Heldur ikki hava myndugleikarnir sagt nakað um orsøkina til flogvanlukkuna enn.
Prigozjin var oddamaður fyri stutta uppreistrirnum hjá privata hernaðarbólkinum í juni. Tá marsjeraði bólkurin ímóti russiska høvuðsstaðnum, Moskva.
Ferðin endaði við, at semja varð gjørd millum russiska forsetan, Vlademir Putin, og Wagner-bólkin, sum endaði uppreisturin og flutti herfólkið til Hvítarusslands.
/ritzau/












