lagnum er høvuðsparturin av arbeiðsmegini í tænastu-geiranum, og tískil er vitan í dag tað týdningarmiklasta ráðevni. Ungdómurin skal tryggja, at vitanarsamfelagið støðugt mennist. Seinnu árini hava alsamt [...] Fyri at koma aftur til okkara tjóðarhátíð, er eisini vert at koma inn á okkara tjóðarítrótt, sum er rógvingin. Vit hava fleiri føroysk róðrarfeløg í Danmark. Hesi skipa m.a. fyri regattadum, sum føroyingar [...] føroyskari ítróttarsøgu? At enda vil eg siga, at Føroyar hava eina stóra avbjóðing fyri framman, sum er at tryggja føroysk virði, mál og mentan. Í hesum sambandi er umráðandi at brynja okkara ungdóm gjøgnum
føroyameistaraskapin. Fyrsta kappingin var í 1942. Hevði alt verið, sum tað átti at verið, so hevði kappingin í ár verið tann 60.. Men tey fyrstu árini vóru Føroyar partur av heimsbardaganum, og tað var atvoldin [...] somu dygd, men tað er eingin ivi um, at teir hava verið við til at hækka fótbóltsstøðið. Um sama mundið sum graslíkið kom, varð meiri gjørt við girðingarnar kring vallirnar. Tað er ikki so langt síðani [...] Europa Cup, er summarfrítíðin hjá fótbóltinum stytt. Í ár verður steypafinalan á ólavsøku, og tað hevur við sær, at finaluliðini neyvan fara at hava summarsteðg. Hetta er sum nógvu tey fyrstu árini. Tá varð
frásagnirnar hjá Johan Hansen um hansara barnaminni úr Kollafirði. Tað er ein fongur at hava fingið hesi minni varðveitt. Johan er ein fróðarmaður, og her kann nevnast, at hann átti eitt fitt íkast í bókini [...] Horsens. Men Johan er ofta kom aftur til Føroya sum ferðaleiðari hjá Felix Rejser, sum skipaði fyri nógvum ferðum til Føroya. Tað er eingin ivi um, Johan eisini í tí sambandinum hevur verið ein góður umboðsmaður [...] Eisini frá hesi tíðini hevði Johan mangt forvitnisligt – og syrgiligt - at siga frá. Bókin snýr seg mest um trúboðaravirksemi hansara. Tey, sum hava áhuga fyri tí, kunnu fáa nógva burtur úr hesi lættskrivaðu
døgum er virkandi løgmaður, nú Anfinn Kallsberg er sjúkrameldaður, sigur seg vera væl nøgdan, nú avtalan við Danmark loksins er samtykt. Tað kenst ikki sørt sum ein lætti. Eitt nýtt tíðarskeið -Eg síggi [...] yvirtaka eitt nú raksturin av flogvøllinum? -Eg haldi tað er rætt, at vit siga, at hetta er nakað, sum vit politiskt mugu viðgera, áðrenn vit taka undir við tí. Annars er Høgni Hoydal sera fegin um tann partin [...] sjálvstøðuna, er ikki nakað lop út í tóman heim, hvørki búskaparliga, útbúgvingarliga ella heilsuliga. Hann vísir á, at tað eisini er nettup hetta, sum er avtalað við donsku stjórnina í grein 9, sum er ein staðfesting
yvirstætt. “Ikki at gera nakað er ikki neutralt, tað hevur eina meining: tað sigur ” ja” til tey verandi valdsviðurskiftini” Passiviteturin er tað sama sum at siga at eg góðtaki verandi vald. Kollektivt [...] møguleika hjá teim frægastu úr Føroyum á liðnum ella í hvussu so er á bonkinum.So hevði verið ramaskríggj í Føroyum. Søguforteljingin er týdningarmikil. Tá ið summi fortaldu hondbóltsúrmælinginum Jóhan [...] Eg havi, líka síðan lagnustundina millum jóla og nýggjárs í 2019, tá ið sitandi landsstýrið handaði ognarrættin yvir ogn Føroya fólks nøkrum fáum at selja og brúka sum sítt egna, sovið óróliga hvørja nátt
gott prát við fólk, ella bara frið at vera eg. Tá eg keypi inn havi eg varnast, hvussu ymiskt fólk keypa inn. Og at atburðurin er broyttur, síðan inflatiónin fór at gera um seg. Tað eru tey, sum skunda [...] flestu kunnu góðtaka og liva við. Eg veit væl, at okkurt kundi verið gjørt øðrvísi. Okkurt kundi verið gjørt betur. Og helst kundi okkurt verið gjørt skjótari. Men tað er ofta trupult at manerera í politikki [...] bæði í gerandisdegnum og í innkeypskurvini. Og tað er neyðugt. Tað er rætt. Og tað er rættvíst. -- Góði landsfundur. Nú vit tosa um rættvísi. Tað er og verður órættvíst, at lønarhækkingar verða latnar
Bíligari fiskiloyvi Magni Laksáfoss sigur, at er hetta, sum er hent hesi seinastu árini og tí fáa vit eyga á tilfeingisrentuna í ávísum førum. Spurningurin er so, hvar hendan tilfeingisrenta endar? - Ì vissum [...] - Tað er eingin ivi um, at í føroyska fiskiflotanum, er ein ávís tilfeingisrenta. Men hon er ikki allastaðni og í summum pørtum í fiskiflotanum er kanska ongin tilfeingisrenta. Tað staðfestir Magni Laksáfoss [...] tilfeingisrentu er, at hon er…. Tað avlopið, sum er eftir aftaná at kapitalur og arbeiðsmegi eru avlønt samsvarandi tað, sum tey høvdu fingið í øðrum vinnum Hetta merkir, at tilfeingisrenta er óvanligur vinningur
spurningarnar um, hvørjar Føroyar vit ynskja. Frælst fólk í frælsum landi Eg havi altíð verið brennandi tjóðveldismaður. Og tað er tí, at eg eri errin av at vera partur av tí rørslu og tí flokki, sum hevur hesa [...] ikki tær Føroyar, ið eg droymi um, at vit í felag kunnu byggja. Hvønn dag royna vit at gera nakað ítøkiligt við tey einstøku málini, ið eru avleiðingin av hesi gongd. Men tíðin er nú at seta teir stóru [...] At vit eisini í Føroyum endurtaka somu skipanir og politikk, er sjón fyri søgn. Nógv av tí politikki, ið hevur verið førdur seinastu árini, byggir á somu hugsanir um, at um nøkur fá sleppa framat virðunum
royndi seg eisini sum uppfinnari. Eg hitti Óskar fyri einum ári síðan á røktarheiminum Hrafnista í Garðarbær í Reykjavík, har hann hevur búð seinastu árini. Úrslitið av hesi vitjan gjørdist ein áhugaverd frásøgn [...] allir eftirkomarar, so tað er fitt av ætt í Føroyum. Júst hendan søgan um Óskar og hansara ætt er enn eitt gott dømi um lagnufelagsskapin millum Føroyar og Ísland. Samstundis er hon eitt gott dømi um, hvussu [...] fór eg aftur at vitja Óskar, hesa ferð saman við børnum hansara Gustaf, Ómar og Anna Júlia, uppkallað eftir fosturmammuni Julionnu Askham. Óskar var tann sami sum fyri einum ári síðan. Likamliga er hann
Michael Smith hetta um P. M. Dam Inngangur Tað er so ómetaliga nógv at siga um Petur Mohr Dam. Tað, sum eg fyrst og fremst havi hug at minnast hann fyri í dag, er hann sum pápa fyri síni egnu børn, og hansara [...] fámannaveldi. Tað er ógjørligt at lýsa breiddina í teirri samfelagsviðgerð og analýsu, sum Petur Mohr Dam í skrift og talu alt sítt lív virkaði við. Hartil er spektrið ov vítt. Havi tí valt tvær greinir [...] o.s.fr. » er tala, »frælsislæra« og krav peningavaldsins. Hetta »frælsisherrópið« hevur - so løgið tað ljóðar - rúna - og trøllbundið mannahugsanina, hóast tað av sonnum hevur verið og er hin reini trældómur