Javnstøðunevndin og Demokratia í felags tíðindaskrivi í dag. Soleiðis siga Demokratia og Javnstøðunevndin í tíðindafundi í dag, eftir at báðar nevndirnar hava verið á fundi í grein 25 nevndini hjá løgtinginum [...] eitt afturlatið mál. – Vit eru fá fólk í Føroyum. Og tað hevur serligan týdning, at øll kenna seg umboðaði í málinum og teimum heitum vit brúka um ymisk embæti í føroyska samfelagnum. Tað hevur týdning [...] heiti og málið í síni heild. Serliga hjá børnum. Kvinnur eins og menn kunnu umboða løgting og landsstýri. Tað vita vit. Og tískil skal hetta sjálvandi eisini endurspeglast í heitunum í løgtingslógini um
liggja so sentralt í Føroyum, sum Skálafjørðurin og meginparturin av Eysturoy nú gera, ið bjóða seg fram við alment at vísa á, at møguleikar eru at seta føtur undir egið borð í kommununi. Í dag boðar Hvannasunds [...] Eyðvitað hevur áhugin verið størstur í teimum økjum, sum liggja tætt upp at høvuðsstaðarøkinum og ikki minst, síðan Eysturoyartunnilin byrjaði at nærkast og læt upp í desember í fjør, hevur stórur eftirspurningur [...] kommuna frá, at tey í løtuni hava tvey grundstykki til sølu í Hvannasundi, nevniliga matr. nr. 93h og matr. nr. 93i. Kommunan vísir á, at bæði grundstykkini liggja við blindan veg og í náttúruvøkrum umhvørvi
hon. Tað er nógv hent hjá Mariu Poulsen Búnýti í Tórsgøtu í ár. - Vit hava eisini fingið eitt borihol í túninum á 400 metrar, sum er djúpsta borihol í Føroyum, og fyrsta dagin verður bygningurin eisini rikin [...] Mariu Poulsen í miðbýnum. Hóast Føroyar eins og heimurin allur hevur verið raktur av koronu, letur stjórin ikki illa at søluni higarti í ár. - Nei, vit skulu ikki klaga. Vit stongdu í fýra vikur í vár, men [...] Men, handilin í Tórsgøtu hevur so nógv annað, sum fólk spyrja eftir, og her er serliga talan um ymiskar búnytisvørur og lutir. - Vit hava ein breiðan kundaskara, og her síggja vit fólk í øllum aldri, bæði
vikuskiftið. Men runt millum húsini í Syðrugøtu síggjast eisini tjøld í so at siga hvørjum garði, og fyri summi er tað eitt serligt festivalupplivilsi, at tjaldast mitt í øllum rokanum. - Hetta er eitt serligt [...] intimiteti. Tú kemur í samband við fólk upp á ein máta, sum tú annars ikki gert, um tú fert inn á tjaldingarøkið, sigur Gustav, ið hevur reitt sær ból í einum tjaldi sunnarliga í Syðrugøtu. - Hetta er [...] hetta vikuskiftið mitt í juli. Gøta telist millum miðalstóru bygdirnar í Føroyum, og av tí sama er avmarkað pláss til gestir, ið vilja so tætt at miðpunktinum sum gjørligt. Hjá summum liggur tó væl fyri
Fiskimarkið var eisini høvuðsmál í Føroyum. Íslendingar vóru í tveimum sera hørðum toska-kríggjum við bretar. Føroyingar fingu sømdir í Íslandi, men vóru kortini skerdir. Tá telvingin um mørkini var um at hæsa [...] kfallinum í 1975. Fiskaprísurin var farin nógv niður av oljukreppuni, og útróðrarmenn vóru ikki nøgdir við eina heildarloysn hjá landsstýrinum. Útvarpið var í 1972 til olympisku leikirnar í Munchen. Sent [...] ta stongdu Havnina fyri útróðrarmonnum í verkfalli. Farmaskipini “Christian Holm” og “Cathrina” komu illa fyri í Bangladesh, har tey sigldu við neyð-hjálparvørum í krígsherjaðum landi. Danska skipið “African
lækkar í ein landsynning og eystan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, um náttina snarar í ein landnyrðing. Skýggjað og regn og hitin millum 2 og 7 stig. Mikudagin Strúkur í vindi [...] fer eitt lágtrýst væntandi at liggja mest sum í stað sunnan fyri Ísland. Hetta ger, at tilhoyrandi brúgvaløg sum frá líður nærkast Føroyum av suðri. Fyrst í næstu viku mennist eitt djúpt lágtrýst yvir [...] inn yvir Føroyar av suðri. Í dag Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, og onkrir sólglottar, men eisini okkurt kavaæl. Hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig. Í kvøld og í nátt lot til andøvsgul av
Evi Tausen hevur í dag verið í upptøkuhølum við stig Rossen. Tey hava í dag sungið ein sang inn, men hava ítøkiligar ætlanir um fleiri. - Tað kom soleiðis í lag, at eg var til tiltakið, har Stig Rossen [...] honum dámdi tilfarið væl, sigur Evi. Í dag hava Evi og Stig Rossen so verið í Lundgaard Studio og tikið fyrru duettina upp. - Ætlanin er at taka hina duettina upp í apríl, tá Stig Rossen kemur til Føroya [...] Stig at syngja, sigur Evi. - Eg elski at syngja duettir. Og í hesum førinum í dag haldi eg tað eydnaðist við góða samspælinum, sum so ofta er í væleydnaðum duettum. Her er tað so, at vit svara hvør øðrum
sum verður í dag klokkan 17. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna Sjálvur vøllurin á tjóðarleikvøllinum í Andorra er graslíki av tí gamla slagnum, sum vit hava sæð í Føroyum fyrr. Tað hevur [...] Gregersen í regninum í Andorra. Les eisini: Páll byrjar inni Tað kann tó koma at ávirka spælið, at vøllurin er so torførur at spæla á. Føroyska liðið hevur í seinastuni spælt nógv bólt, men serliga í verjupartinum [...] málið reint, tí so fáa við í minsta lagi eitt stig, sigur Atli Gregersen. Les eisini: Gummiavbjóðingin í Andorra Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum móti Andorra, sum verður í morgin klokkan 17. Rás2
kvinnum spældi ígjár fyrsta dystin í EM-undankappingini, sum tær spældu seg við til eftir sigrar ímóti Grikkalandi og Finnlandi í undan-undankappingini í Føroyum í juni í ár. Mótstøðan ígjár var eitt av heimsins [...] útivølli. Serbia vann fyri fýra árum síðani silvur í HM. Tá vunnu tær eitt nú ímóti Danmark í hálvfinaluni. Tað var eitt ódnarveður, sum tær føroysku runnu seg inn í fyrstu løtuna, og tá ið støðan var 7-0 til [...] til EM-undankappingardystin ímóti Svøríki á heimavølli. Dysturin ímóti Svøríki verður leikur í høllini í Hálsi í Havn, og byrjar sunnudagin klokkan 17. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.
skrivar danska tíðindastovan Ritzau í morgun frá Ítróttarsambandi Føroya. – Sum forsætisr áðharri í Danmark gevi eg stjórnarinnar fulla stuðul til, at Føroyar fáa limaskap í Altjóða Olympisku Nevndini (IOC) [...] Rasmussen í tíðindaskrivinum. – Sum støðan er í dag kunnu føroysk ítróttarfólk luttaka undir danska flagginum, men tað vilja Føroyar broyta. S íðani 1984 hava Føroyar havt fullan limaskap í paraolympisku [...] ítróttarøkið, greiðir forsætisráðharrin frá í tíðindaskrivinum. – T í haldi eg tað vera heilt nátúrligt og vil eisini fegin hava, at Føroyar fáa fulla viðurkenning í Olympisku Nevndini á jøvnum føti við aðrar