Liðskiparin hevur orðið: Vøllurin ongin umbering

Atli Gregersen vil ikki hoyra talan um umberingar orsaka av vøllinum

Liðskiparin á landsliðnum, Atli Gregersen, er sum altíð spentur til landsdyst. Rás2 hitti miðverjan úr Víkingi til seinastu venjingina undan dystinum, sum verður í dag klokkan 17.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna

 

Sjálvur vøllurin á tjóðarleikvøllinum í Andorra er graslíki av tí gamla slagnum, sum vit hava sæð í Føroyum fyrr. Tað hevur fingið nógva umrøðu, men fyri liðskiparan er tað ikki ein umbering.

 

Les eisini: Her er uppleggið hjá Lars Olsen

 

- Hetta er sum gamli vøllurin í Sarpugerði. Her er nógv gummi á, men tá vøllurin er vátur, so er hann ikki so galin. Annað enn tað, so leggi eg einki í hvussu tað sær út, vit skulu hava trý stig. Tað er ikki vist at tað eydnast, men vit floyta á hvussu umstøðurnar eru. Tórsvøllur hevur eisini havt sínar dag, so tað skal ikki ávirka okkum. Tað kann ikki verða ein umbering fyri okkum, sigur Atli Gregersen í regninum í Andorra.

 

Les eisini: Páll byrjar inni

 

Tað kann tó koma at ávirka spælið, at vøllurin er so torførur at spæla á. Føroyska liðið hevur í seinastuni spælt nógv bólt, men serliga í verjupartinum verða ansað væl eftir í kvøld.

 

Les eisini: Liðskiparin hjá HB byrjar inni

 

- Vit hava tosað um tað og í verjuni koma vit ikki at taka nakar kjansir. Er nakað ivamál, so gýppa vit bóltin úr kommununi. Tað hevur alt at siga fyri helmingin av liðnum, at vit halda málið reint, tí so fáa við í minsta lagi eitt stig, sigur Atli Gregersen.

 

Les eisini: Gummiavbjóðingin í Andorra

 

Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum móti Andorra, sum verður í morgin klokkan 17. Rás2 byrjar klokkan 14 við at endursenda SportBoxina frá í dag. Frá klokkan 16 er beinleiðis upptakt.