Av fagrasta veðri nýggjársaftan

Ein streymur av norðri við kaldari luft og vetrarælum liggur yvir okkum. Um vikuskiftið fer eitt lágtrýst væntandi at liggja mest sum í stað sunnan fyri Ísland. Hetta ger, at tilhoyrandi brúgvaløg sum frá líður nærkast Føroyum av suðri. Fyrst í næstu viku mennist eitt djúpt lágtrýst yvir Atlantshavinum, og brúgvaløg troka seg sum frá líður inn yvir Føroyar av suðri.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, og onkrir sólglottar, men eisini okkurt kavaæl. Hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig. Í kvøld og í nátt lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum um náttina snarar í ein eystan. Samdrigið og okkurt vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum 3 kuldastig og 3 hitastig.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av eystri, 3 til 8 m/s, sum num náttina øtlar í stívt andøvsgul, um 10 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt vetraræl. Hitin millum 0 og 5 hitastig, um náttina niður í 3 kuldastig.

 

Gamlaárskvøld

Gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og væntandi bara eitt følv av kava ella okkurt kavaæl. Hitin millum 0 og 5 hitastig.

 

Nýggjársdag

Lot til andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum kavi, men fyri tað mesta turt. Hitin millum 2 kuldastig og 5 hitastig.

 

Týsdagin

Hann lækkar í ein landsynning og eystan og øtlar í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, um náttina snarar í ein landnyrðing. Skýggjað og regn og hitin millum 2 og 7 stig.

 

Mikudagin

Strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og regn ella vátaslettingur og hitin millum 2 og 5 stig.