Løgtingsmálið skal vera umboðandi

Tað halda Demokratia og Javnstøðunevndin

– Løgtingið skal umboða allar føroyingar. Hetta eigur Løgtingið at geva eitt sterkari tekin um enn nakar annar stovnur. Vit kunnu her tosa um eina herda ábyrgd um at vera fevnandi , siga Javnstøðunevndin og Demokratia í felags tíðindaskrivi í dag.

Soleiðis siga Demokratia og Javnstøðunevndin í tíðindafundi í dag, eftir at báðar nevndirnar hava verið á fundi í grein 25 nevndini hjá løgtinginum um broyting av starvsheitum í stýrisskipanarlógini.

Yvirhøvur tóku bæði Javnstøðunevndin og Demokratia undir við broytingaruppskotinum. Tó høvdu báðar nevndir ivamál og spurningar til, hví uppskotið inniber, at heitini løgmaður og løgtingsformaður ikki verða broytt samsvarandi í lógartekstinum.

Javnstøðunevndin helt ikki, at tað er nøktandi, at uppskotið sigur, at tað bert ber til at brúka heitini løgkvinna og løgtingsforkvinna sum almenn heiti, men mælti til, at heitini eisini standa í sjálvum lógartekstinum. Grundgevingin hjá Javnstøðunevndini var, at lógaruppskotið sýnist ófullfíggjað, um hesi heiti ikki vera dagførd í lógartekstinum samsvarandi við broytingarnar av heitunum løgtingsmaður til løgtingsfólk, og landsstýrismaður til landsstýrisfólk.

Somuleiðis gjørdu báðar nevndirnar vart við, at ópartísk kynsheiti gera tað lættari at tosa um framtíðar-politiskar støður, umframt at tað ger tað møguligt at røkka málinum um, at tað eigur at vera óviðkomandi hvat kyn komandi landsstýris- ella løgtingsfólk hevur.

Tað snýr seg um at hava eitt rúmligt mál, heldur enn eitt afturlatið mál.

– Vit eru fá fólk í Føroyum. Og tað hevur serligan týdning, at øll kenna seg umboðaði í málinum og teimum heitum vit brúka um ymisk embæti í føroyska samfelagnum. Tað hevur týdning fyri okkara samleikamenning og definitión, at kunna sameina seg við heiti og málið í síni heild. Serliga hjá børnum. Kvinnur eins og menn kunnu umboða løgting og landsstýri. Tað vita vit. Og tískil skal hetta sjálvandi eisini endurspeglast í heitunum í løgtingslógini um stýrisskipan Føroya, siga Demokratia og Javnstøðunevndin.