áleið sama kostnaðarstøði til eldraøkið, sum hinar kommunurnar í landinum hava í dag. Lat okkum venda myndini eitt sindur. Kommunurnar hava ábyrgd av barnaøkinum, og sum sagt, ikki av eldraøkinum. Bleiv Gøtubrá [...] Tað var neyðugt, tí landið røkti ikki sínar skyldur, og tey gomlu sum hava bygd hetta samfelagið upp, lógu óhjálpin og einsamøll heima, uttan tað røkt teimum er uppiborði. Tað Eysturkommuna mótmælir er [...] av hesum plássum verðuleiki, og Rósa Samuelsen sparir nakrar krónir. Greitt ábyrgdarbýti er nakað sum kommunurnar leingi hava eftirlýst. Tískil hevur Eysturkommuna eisini bjóða Almannaráðnum/Nærverkinum
framt neyðugu el innleggingina til at kunna løða bíligari heima og annað. Eitt dømi um, hvat kanningini vísir, er at 79 prosent av teimum, sum hava svarað, hava heimaløðistøð. Eitt annað vísir, at 50 prosent [...] innlit í, hvørjar royndir elbila-eigarar hava, hevur Elbilafelagið gjørt eina lítla spurnarkanning, sum limir í felagnum hava svarað. Millum annað eru spurningar um, hvussu løðimynstrið er, um elbilurin
- Tað vil altíð verða okkara mál, at vera ment at bjóða øllum okkara børnum og ungum tilboð her heima, men enn eru vit tíverri av og á noydd at leita til Danmarkar eftir besta tilboðnum. Í teimum førum [...] samstarvið: - Tað er avgerandi, at vit syrgja fyri, at børn við sosialum trupulleikum fáa ta hjálp, sum tey hava brúk fyri, uttan mun til um tey búgva í Danmark ella í Føroyum. Og hjálpin má ikki seinkast
effektivari Tað, sum í veruleikanum var munurin hetta kvøldið var, at Mjølnirkvinnurnar vóru munandi meira effektivar enn ÍF kvinnurnar vóru tað. Álopið hjá ÍF er heldur enn ikki einstáttað sum tað sær út nú [...] á Lakjuni, sum ger burtur av sær við netið, og tað verður ov lætt hjá mótstøðuliðunum at byrgja upp fyri. Ikki tí, onkur av hinum kvinnunum á ÍF liðnum hava hug at sláa, men tað tykist sum eru tær bangnar [...] sindur veikt í trúnni, sum til dømis ÍF var tað sunnudagin. Lættur sigur Tá alt kemur til alt, og árið í ár verður uppgjørt, so fara Mjølnir kvinnurnar ikki at minnanst henda dystin sum tann harðasta á árinum
Toftanesi. Søgurnar og lagnurnar hjá mongum, sum settu búgv í Føroyum fyri hundrað árum síðani ella so, vóru ofta eyðkendar av sjúku og deyða, sum stóðust av sovornum, sum nú á døgum als ikki nýtist at vera orsøk [...] giftist í 1951 við Eliesari Hansen á Roykheyggi. Sum navnið sigur, so var hann av Roykheyggi. Tá ið Eliesar var átta ára gamalur, misti hann pápan, sum doyði av lungnabruna. Hann fór tá til Leirvíkar, [...] við Mjóvanesi, Høganesi og Vesturvík, og síðsta skipið, sum hann var við, áðrenn hann í 1980 legðist uppi, var Jógvan Norðri. Millum skipararnar, sum Eliesar sigldi við, vóru beiggin, Dia á Roykheyggi, og
Toftanesi. Søgurnar og lagnurnar hjá mongum, sum settu búgv í Føroyum fyri hundrað árum síðani ella so, vóru ofta eyðkendar av sjúku og deyða, sum stóðust av sovornum, sum nú á døgum als ikki nýtist at vera orsøk [...] giftist í 1951 við Eliesari Hansen á Roykheyggi. Sum navnið sigur, so var hann av Roykheyggi. Tá ið Eliesar var átta ára gamalur, misti hann pápan, sum doyði av lungnabruna. Hann fór tá til Leirvíkar, [...] við Mjóvanesi, Høganesi og Vesturvík, og síðsta skipið, sum hann var við, áðrenn hann í 1980 legðist uppi, var Jógvan Norðri. Millum skipararnar, sum Eliesar sigldi við, vóru beiggin, Dia á Roykheyggi, og
við 75 ára degnum. Vit hava nógv at takka fyri, tá ið vit minnist aftur á tær mongu góðu løturnar, sum vit hava upplivað saman við tær, tey síðstu 25 árini, tú og maður tín, Levi, hava rikið Malta í Hirtshals [...] hesin garður eisini verið deiligur at beistast í ella bara slappa av í. Eisini hevur knalertin mangan verið kærkomin. Malta, og alt tað megnar arbeiði, ið hjúnini Joensen har hava staðið fyri, hevur mangan [...] kaffimunni. Slíkar løtur eru ikki lættar at gloyma. Vegna hetta vilja vit takka tær fyri alt tað, tú hevur verið fyri okkum, tey mongu góðu minnini og alt tú hevur gjørt fyri okkum. Enn eina ferð ynskja tær
num, har hon so mong sporini hevur gingið. Mamma hevur verið heima arbeiðandi næstan alt sít lív eftir at hon giftist og hon fekk børn. Sum yngri var hon í fiskið og eina tíð var hon á posthúsinum. Var [...] gløða í eina bók ella inn í eina teldu allan dagin. At føða 6 børn í 10 ár undir teimun umstøðunum, sum vóru tá, er ringt fyri tað yngra ættarliðið at fyristilla sær, serliga tá ið man hugsar um nútíðar [...] eftir førimuni. Tað er so sera lætt, at halda eina veitslu hjá tær, tú hevur fýra sera raskar døtrar, sum allar duga at standa fyri mati og tí hartil hoyrir. Svigarbørnini tey rigga til og taka uppvaski, tað
fantastiskur. Við loki á grillini virkar hon sum ein ovnur til stórar steikir, og sum roykjarí til fisk. Men ver varin, tá tú grillar stórar og feitar steikir, so sum dunnu ella lambstjógv. Tá kann feittið renna [...] hevur helst roynt alt, sum roynast kann innan grilling. Frá heilstoktum lambi til fisk, jóladunnu og høsnarunga. Úti á terassuni heima á Tinghúsvegnum hevur hann eina stóra gassgrill, sum verður tendrað fleiri [...] kilo, og smyrjast við einari oljukryddblanding eina løtu áðrenn tað verður hongt yvir eldin. Grillin sum ovnur Nútímans grillir hava ofta lok. Hetta er ein fyrimunur, tá veðrið er ringt. Eisini letur tað
27 lond í Afrika, sum seta deyðadómar í verk. Hetta verður eitt tógvið stríð, men glottar eru og alt fleiri lond í Afrika eins væl og í øllum heiminum taka av deyðarevsingina. Tað, sum hevur allrastørsta [...] við hesi revsing. Øll rætthugsandi fólk mugu geva Amnesty og WCADP rætt. Deyðarevsing hoyrir ikki heima í einum humanum og siviliseraðum heimi. Tað er í grundini heilt ófatiligt, at eisini demokratisk samfeløg [...] framvegis fremja deyðarevsing. Her er eitt øki, har ávís demokratisk lond líkjast einaræðislondum. Sum kunnugt er Kina á odda við deyðarevsingum og síðan koma USA og Iran. Hetta eru syndarlig met og er