Meistararnir úr Mjølni fingu sigurin við sær aftur úr Kambsdali púra sum væntað.
Mjølnir vann ein greiðan 2-0 sigur á ÍF, men hóast úrslitið talar fyri seg, so er eingin orsøk hjá ÍF at missa móti, tí tað sær als ikki so svart út hjá teimum.
Mjølnir effektivari
Tað, sum í veruleikanum var munurin hetta kvøldið var, at Mjølnirkvinnurnar vóru munandi meira effektivar enn ÍF kvinnurnar vóru tað.
Álopið hjá ÍF er heldur enn ikki einstáttað sum tað sær út nú, tí tað er stórt sæð bara Helen á Lakjuni, sum ger burtur av sær við netið, og tað verður ov lætt hjá mótstøðuliðunum at byrgja upp fyri.
Ikki tí, onkur av hinum kvinnunum á ÍF liðnum hava hug at sláa, men tað tykist sum eru tær bangnar fyri onkrum. Tær tora ikki at smekka til tá tær skulu, og tískil kemur bólturin ofta uppaftur.
Tað er ikki ein gongd leið at halda á soleiðis, men sum tað sær út, so hevur liðið nakað at byggja víðari upp á.
Mjølnir harafturímóti fer beint á málið. Eingin ivi er um hvør ætlar sær stigini, tí tær smekka til hvønn tann einasta bólt.
Hetta gevur fleiri stig, og serliga tá mótstøðuliðið er eitt sindur veikt í trúnni, sum til dømis ÍF var tað sunnudagin.
Lættur sigur
Tá alt kemur til alt, og árið í ár verður uppgjørt, so fara Mjølnir kvinnurnar ikki at minnanst henda dystin sum tann harðasta á árinum.
Hóast ÍF kvinnurnar royndu av øllum alvi, so var tað í sær sjálvum ein dystur ímóti yvirmaktini.
Fyrri hálvleikur vardi eitt ilt av einum hálvum tíma, og tað var skjótt at síggja, at Mjølnir var betra liðið.
Tær vunnu fyrsta sett 21-8 og næsta 21-12. Við hesum báðum var fyrri hálvleikur heima, og grundin til sigurin var løgd.
Annar hálvleikur var eitt sindur javnari, hóast munurin var stórur.
ÍF kom eitt sindur betri við, men tað var verri enn so nóg mikið til at skala Mjølnir.
Sum nevnt var tað næstan bara Helen á Lakjuni, sum tað var bit í á ÍF liðnum, og tað kom serliga væl til sjóndar í triðja setti.
Hon var aftanfyri meðan Mjølnir uppbygdi sær greiða leiðslu upp á 12-5.
Tá hon kom fram til netið royndi hon at sláa frá sær, og áðrenn langt var fráliðið var javnt 12-12.
Henda støða helt kortini ikki leingi, tí haðani helt Mjølnir beina kós móti sigrinum.
Tær vunnu setti 21-14.
Hóast tap sunnudagin, so eiga ÍF kvinnurnar at venja málrættað við teimum veikleikum sum eru staðfestir á liðnum. Gera tær tað, so kann ÍF liðið gerast gott - nógv betri enn tað er í dag.