Har fer Posta at hava eina framløgu um royndir teirra við elakførum. Og fyribils úrslit frá spurnarkanningini, um umstøðurnar at eiga og hava elbil hjá elbilaeigaranum verða víst fram. Síðani er skráin sambært viðtøkum felagsins. Meira sæst á heimasíðu felagsins, www.elbilafelagid.fo
Fyri at fáa størri innlit í, hvørjar royndir elbila-eigarar hava, hevur Elbilafelagið gjørt eina lítla spurnarkanning, sum limir í felagnum hava svarað. Millum annað eru spurningar um, hvussu løðimynstrið er, um elbilurin var keyptur nýggjur ella brúktur, hvussu tað er at fáa framt neyðugu el innleggingina til at kunna løða bíligari heima og annað.
Eitt dømi um, hvat kanningini vísir, er at 79 prosent av teimum, sum hava svarað, hava heimaløðistøð. Eitt annað vísir, at 50 prosent hava ikki annan bil enn elbil, skrivar Elbilafelagið.










