er við í eini norðurlendskari verkætlan, har dentur verður lagdur á upprunaross í ferðavinnuni. Verkætlanarbólkurin hittist í Føroyum 21. mai 2014 og verður eitt alment tiltak á Búnaðarstovuni í hesum sambandi [...] eisini kann mennast í Føroyum. Skráin fyri kvøldið er hendan: 18.00 Vælkomin - Dorthea Joensen, føroyskt umboð í verkætlanarbólkinum 18.10 RNNB – frágreiðing um verkætlanina og ferðavinnu í Noregi – Rhys Evans [...] ing av ferðavinnu í Føroyum – Súsanna Sørensen, Visit Faroe Islands 18.40 Aling av íslendska rossinum – Ingibjørg Sigurðardóttir, Hólar, Ísland 19.00 Leikluturin hjá Búnaðarstovuni í alingini av føroyskum
ítróttargreinin í Føroyum, hevur einki galla verið, sum heiðrar teimum í fimleikaumhvørvinum. Kappingarfimleikurin hevur ment seg nógv, og lið og einstaklingar luttaka í kappingum bæði í Føroyum og útlondum; [...] útlondum; eitt nú luttóku tvey lið hjá Havnar Fimleikafelag í HM 2014 í Moskva og amboðslandsliðið hevur luttikið til NM í Svøríki og NEC í Írlandi í ár. Fyri at heiðra fimleikarunum verður fyrsta gallaveitslan [...] íðkarum, venjarum, samskiparum, dómarum og nevndum, sum geva alla teirra tíð og orku til fimleikin í Føroyum, siga fyrireikararnir. Tilnevningarnar eru: Ársins seria, ársins drakt, ársins estetiska lið, ársins
- Tað er ein óvani bæði í heilsuverkinum og í almannaverkinum, at man brúkar alt ov nógv tímalønt starvsfólk, sigur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Hon heldur, at hesi [...] tey eru, sum øllum kunnugt, ein mangulvøra í Føroyum. Tað, sum ein eigur at gera við hesi fólkini, er at rulla ein reyðar løbara út og bjóða teimum til arbeiðis í fast starv beinanvegin, soleiðis at man knýtir [...] vera gangandi í tímaløntum starvi, heldur enn at fáa fast starv er, at talið av sjúkrarøktarfrøðingum fækkast. Fólk fara av landinum ella taka aðrar útbúgvingar. Óluva í Gong peikar á, at í framtíðini fara
manni mínum, Herry Wilsterman, í Havn. Eg arbeiddi á skrivstovuni á Skipasmiðjuni, og hann var í Føroyum eitt tíðarskeið, tí skipið, sum hann var við, varð umvælt í Havn. Í 1966 flutti eg saman við Herry [...] illa fyrstu tíðina. Broytingin kendist stór, tí vit fluttu inn í eina íbúð á triðju hædd í bygningi, har allar hurðar vóru afturlætnar. Í Føroyum stóð alt opið, og vit gingu øll inn til hvønn annan, men soleiðis [...] kendist ikki so frítt sum í Føroyum. Men mann veit, hvat mann velir, og eftir eina tíð dámdi mær væl at búgva í Hollandi, sigur hon. Longri samrøða við Mariu Wilsterman kann lesast í Sosialinum hetta vikuskiftið
Norðurlandahúsið samfíggja. Í nevnda tíðarskeiðinum var hon eisini verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum og stovnaði í hesum starvi Barnafestivalin, ungdómslistastevnuna Ung í Føroyum (saman við Rakel Helmsdal) [...] Westerlund-Kapnas búði í Føroyum við familju síni frá 1998 til 2016 og er meinkunnug við føroyska samfelagið, mentan og mentanarvirksemi tess. Hon er køn í føroyskum máli og hevur BA-prógv í føroyskum. Yrkisútbúgving [...] útbúgving úr Belgia sum teaturpedagogur. Hedvig hevur sera góð sambond við skapandi fólk í Føroyum eins væl og í og uttan fyri Norðurlond. Hedvig Westerlund-Kapnas byrjar sum stjóri á Háskúlanum 1. oktober
Hvørt mansbarn í Føroyum kennir hann, og í dag eru 90 ár liðin síðani fyrsti filmurin við honum var sýndur í USA. Donald Duck - ella Dunnaldur Dunna - var fyrstu ferð at síggja 9. juni í 1934 í filminum Walt [...] er í søguni tann mest nýtti teknirøðsfigururin hjá Walt Disney. HER sæst fyrsti teknifilmurin við Dunnaldi Dunnu. Í 75 ár hevur vikublaðið, Anders And & Co havt stóra undirtøku í bæði Danmark og í Føroyum [...] Føroyum. Tað var fyri 75 árum síðani, 1. mars í 1949, at tað fyrsta Anders And og Co blaðið var útgivið í Danmark. Fyrstu 10 árini kom blaðið út eina ferð um mánaðin, men síðani 1959 er tað komið út eina
gjørt í Føroyum, heldur hann. Meðan ferðalagið var í Roskilde, var eisini høvi at síggja, hvussu Roskilde kommuna hevur skipað ferðslutrygdina í býnum. Meira verður um hetta evnið í bilasíðunum í blaðnum [...] Flestu lond um okkara leiðir krevja í dag koyriroyndir á royndarkoyribreyt ella á hálkukoyribreyt, tá ið koyrikort verður tikið. Men soleiðis er ikki í Føroyum, tí í Føroyum er eingin hálkubreyt. Hóast tosað [...] var Ferðslutrygd, sum bjóðaði til skeiðið, sum varð hildið á KTI (Køreteknisk Institut) í Roskilde, meðan GoodYear í Danmark hevði leigað breytina til føroyska ferðalagið. Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd
afturat. Kristina Arge og maðurin búðu í USA í 10 ár, og fyri tey var Jobmatch «hurðin» inn á føroyska arbeiðsmarknaðin. – Aftaná 10 ár í útlegd var okkara netverk í Føroyum avmarkað. Eg kom á tal við tríggjar [...] fyrstu ferð í Føroyum í 2011, og tá luttóku 21 fyritøkur og stovnar. Síðani er talið av luttakandi fyritøkum og stovunum meira enn trífaldað, og fara 71 fyritøkur og stovnar at bjóða seg fram í Norðurlandahúsinum [...] koronu hevur ikki borið til at havt Jobmatch í Norðurlandahúsinum seinastu tvey árini, segði Katrin I Gregersen, samskipari í Vikuskiftissendingini fríggjadagin. –Í ár tykjast fyritøkur og stovnar at verða
koyrdir í skansan. Sagt verður eisini, at smugling av rúsdrekka, keypt í Føroyum, var ein týðandi hjávinna hjá hesum fiskimonnum. Rúsdrekka hevur eftir øllum at døma verið bíligari í Føroyum enn í Hetlandi [...] undir Føroyum. Tá ið William Sloan kom til Føroyar í 1865 visti hann um, at 700 fiskimenn úr Hetlandi royndu undir Føroyum mest sum alt summarið. Hetta setti so eisini sítt merki á lívið í Føroyum og eisini [...] eisini í Havn. Eitt áhugavert dømi um hetta er tað, sum Jens Pauli av Reyni skrivar í bóklinginum Havnin um aldamóti: Í seinna parti av 1880-árunum og í 1890 árunum var ofta lív í gøtunum, tá ið hetlendingar
fóru øll deyv í Føroyum niður til Danmarkar á deyvaskúla. Fyrstu tíðina sluppu tey bara heim í summarfrí í 5 ár. Eitt dømi var okkara elsti deyvi, heiðurslimurin, Hilmar Heinesen, sum doyði 2012 - stutt [...] deyv, sum búðu fast í Føroyum, tí tey flestu búðu í Danmark og fingu arbeiði og giftust burtur. Tað er náttúrligt at, deyv søkja eftir deyvum, sum Hilmar fortaldi, tá ið hann var í Havn. Hann vitjaði ofta [...] hvat tey høvdu upplivað. Í 50-60-unum búðu nøkur deyv fast í Føroyum, so sum Hilmar, Hermundur, Arnbjørg og Jón. Seinni fingu deyv børn skúlagongd á Skansavegnum, skúlin byrjaði í 1962. Eg var fyrsti av