90 føroyingar á hálkubreyt

Mánadagin sluppu út við 90 fólk úr Føroyum at royna seg í hálkukoyring á koyriteknisku breytini hjá KTI í Roskilde

Flestu lond um okkara leiðir krevja í dag koyriroyndir á royndarkoyribreyt ella á hálkukoyribreyt, tá ið koyrikort verður tikið. Men soleiðis er ikki í Føroyum, tí í Føroyum er eingin hálkubreyt.

Hóast tosað hevur verið um hesa hálkubreyt í eini 30 ár, so er púrt einki hent á økinum. Tí var tað, at Fríðrik Bláhamar stjóri á Super Dekk tók stig til hendan túrin, fyri at vísa fakfólki, lokal- og landspolitikarum o. ø,, hvussu eitt slíkt skeið kann verða.

Tað var Ferðslutrygd, sum bjóðaði til skeiðið, sum varð hildið á KTI (Køreteknisk Institut) í Roskilde, meðan GoodYear í Danmark hevði leigað breytina til føroyska ferðalagið.

Jón Kragesteen, leiðari á Ferðslutrygd sigur, at um vit ikki hava somu umstøður á slíkum koyritekniskum breytum, sum onnur lond, so er vandi fyri, at koyrikort okkara missir virði.

 Hvørt ár senda fyritøkur og stovnar nógv fólk uttanlands at venja á royndarbreytum fyri at dagføra koyriførleikan. Hetta kundi eins væl verið gjørt í Føroyum, heldur hann.

Meðan ferðalagið var í Roskilde, var eisini høvi at síggja, hvussu Roskilde kommuna hevur skipað ferðslutrygdina í býnum.

Meira verður um hetta evnið í bilasíðunum í blaðnum í morgin.