Ferðavinna og føroysk ross á Búnaðarstovuni

Felagið Føroysk Ross er við í eini norðurlendskari verkætlan, har dentur verður lagdur á upprunaross í ferðavinnuni.

Felagið Føroysk Ross er við í eini norðurlendskari verkætlan, har dentur verður lagdur á upprunaross í ferðavinnuni.

 

Verkætlanarbólkurin hittist í Føroyum 21. mai 2014 og verður eitt alment tiltak á Búnaðarstovuni í hesum sambandi. Við í verkætlanini eru umframt Føroyar, Ísland og Noregi. Sum vit vita, so brúka íslendarar rossini nógv í ferðavinnuni, norðmenn fyri ein part eisini. Hetta er ein vinna, sum avgjørt eisini kann mennast í Føroyum.

Skráin fyri kvøldið er hendan:

18.00                  Vælkomin - Dorthea Joensen, føroyskt umboð í verkætlanarbólkinum

18.10                  RNNB – frágreiðing um verkætlanina og ferðavinnu í Noregi – Rhys Evans, Høgskulen for landbruk og bygdeutvikling, Noreg

18.30                  Marknaðarføring av ferðavinnu í Føroyum – Súsanna Sørensen, Visit Faroe Islands

18.40                  Aling av íslendska rossinum – Ingibjørg Sigurðardóttir, Hólar, Ísland

19.00                  Leikluturin hjá Búnaðarstovuni í alingini av føroyskum húsdýrum – Bjørn Patursson, Búnaðarstovan

19.10                  Íslendska rossið í ferðavinnuni – Guðrun Helgadóttir, Hólar, Ísland

19.30                  Føroyska rossið – Hans Petersen, Felagið Føroysk Ross

19.45                  Drekkamuður við breyði og føroyskum viðskera

20.15                  Framsýning av føroyskum rossum – møguleiki fyri einum stuttum ríðitúri                  fyri at royna eitt føroyskt ross.