at sonur hennara er ikki glaður, men keddur, og hon endurtekur, at hann hevur eittans ynski - aftur at sleppa at búgva á Bornholm. - Sambært ST sáttmálanum fyri fólk, sum bera brek, er tað ein mannarættur [...] flyta niður aftur. Og Maud Wang Hansen endar við hesum orðum: - Mín spurningur er, hvussu vit staðfesta ST sáttmálan, og hvat skal til fyri at vit røkka málinum hjá hvørjum einstøkum - eisini fólki við autismu [...] Hansen á altjóða autismu-degnum í gjár. Hon legði aftrat, at sonur hennara hevur eittans ynski, og tað er at sleppa at búgva á Bornholm, har hann hevur búð seinastu árini. - Hann treivst væl og hevði ein toluligan
B36-spælararnir. - Tað hjálpti væl, at vit høvdu vant fleiri ferðir á Malta undan dystinum, so vit vitstu, hvat tað merkti at spæla í nógvum hita. Eg haldi, at tað gekk heilt væl at spæla í hitanum. Sjálvandi var [...] Dysturin týskvøldið var nakað av tí størsta, sum eg havi verið við til sum fótbóltsspælari, og tað er sera umráðandi, at vit nú gera arbeiðið liðugt á heimavølli, sigur hann.
leggur hann út eina kurvu, sum vísir, hvussu støðan er á norskum sjúkrahúsum við covid-19 sjúklingum í dag. Við norska kringvarpið sigur hann, at í Noregi er farsóttin næstan av. Tað eru ógvuliga fá, sum í [...] í løtuni vera løgd inn á sjúkrahús, og talið av smittaðum er minni enn "et par tusen" um vikuna. Smittuverjulæknin heldur, at tey í Noregi nú kunnu byrja at fyrireika seg til dagin, tá korona fyllir lítið [...] lítið í lívinum hjá fólki. Í viðmerkingum til uppslagið hjá Preben Aavitsland verður spurt, hvat yvirlæknin heldur um delta-frábrigdið, og um hetta kann fara at skapa eina nýggja bylgju í landinum. Men,
lata trý mál inn í dag og tað er ikki gott nokk, sigur nú fyrrverandi NSÍ leikarin. NSÍ hevur einki at spæla fyri seinastu umførini, emn tað leggur Helgi einki í. - Tað er fínt, at ongin spenningur var [...] var um støðuna hjá okkum. Vit vistu hvat uppgávan hjá okkum var í ár og ta uppgávuna kláraðu við so reiðiliga. NSÍ sum heldur heldur fram og ætlar at taka eitt stig afturat komandi ár, sigur Helgi og vísur
bólturin ferðaðist óregluliga í luftini, sum er ein kynstur hjá fleiri og fleiri fótbóltsleikarum. - Bólturin ferðaðist sjálvsagt aftur og fram, men tað er eingin umskyldningur - eg skal bara bjarga hasum [...] ímóti HB, so tað var bara harmiligt, sigur Tórður. - Um tú slapp at royna at bjarga skotinum umaftur, hvat hevði tú so gjørt øðrvísi? - Um eg kundi gjørt nakað annarleiðis, so hevði eg kanska heldur roynt [...] viðmerkingar frá bæði spælarum og venjarum. Hatta kann henda fyri øll. Hesaferð var tað mín túrur, men tað er einki annað at gera enn at reisa seg aftur og venja hart soleiðis tað ikki hendur aftur í nærmastu
nlar einsæris pilkast úr rúgvuni at bindast til fíggingina av Suðuroyartunlinum, so er tað ikki samhaldsfast. Tað er tað øvugta av samhaldsfesti, sigur Ingolf S. Olsen, ið heldur at tunnilsgjøldini áttu [...] hugsa tað sama. - Hesum taki eg fult undir við, men eg ivist í, um eg og Heðin hava somu fatan av, hvat liggur í hugtakinum samhaldsføst fígging, skrivar Ingolf í lesarabrævið. Eftir at ein arbeiðsbólkur
kostar 16.00 krónur. Tá er vistarhald og ferð úr Danmark íroknað. Service & Co hevur trý ferðaleiðaraskeið um árið. Í alt sleppa 180 næmingar á hvørt skeiðið á skúlanum, og miðalaldurin er um 22 ár. Eingi serlig [...] ferðaleiðaraskúlin í Santa Susanna ikki bert er turrislig undirvísing á skúlabeinkinum, fáa næmingarnir frá fyrsta degi at vita, at arbeiðið sum ferðaleiðari er annað enn at smyrja sólkrem og eta ís á heitum [...] byrjar um klokkan níggju hvønn morgun. Eftir avbjóðingarnar fyrrapartin er siestan á skránni, har næmingarnar sjálvir gera av, hvat teir gera eitt nú ber til at fara oman á strondina at sóla sær, lesa eina
27 ára gamli áleyparin úr Vági fekk eina talju í høvdið, og minnist ikki nógv frá hendingini. Hann er tó vísur í, at um hann ikki var í arbeiðishjálmi, so hevði ikki staðið væl til. - Hjálmurin bjargaði [...] mær, sigur Jón Krosslá Poulsen, sum í ÍtróttarSosialinum svarar fimm spurningum. Í ÍtróttarSosialinum er eisini frásøgn frá steypafinalunum í hondbólti og fótbóltskappingini hjá venjarafelagnum. Hugt verður [...] steypagull um vikuskiftið. Les eisini um hví Jónleif Sólsker leggur frá sær sum venjari hjá Neistanum, og hvat venjarin hjá Dinamo Bukarest sigur um Kaj Leo í Bartalsstovu.
undan eru farin. At tey ungu hava fokus á veðurlagsbroytingar merkir, at tey veruliga hugsa um, hvat tað er fyri ein planet, tey koma at arva og geva víðari. Tey gera sær tankar um, um vit sum samfelag veruliga [...] boð uppá, hví veðurlagsbroytingar ikki hava verið ovast á dagsskránni í føroyskum politikki. - Tað er kanska hugaligari at tosa um eitt berghol enn at tosa um ambitiøsar umhvørvisætlanir. Í politikki roynir [...] umhvørvið í dag, tí meginparturin av fyrireikarunum og mótmælisfólkinum eru ung, eins og tað eisini er í líknandi veðurlagsverkføllum kring allan heimin í hesum døgum. - Tað eru jú tey ungu, sum arva jørðina
Roy Andersson er ein listamaður, ið er nærum eins vinstravendur og Jóanes, men Roy er fyrst mannavinur og humanistur og síðani kann alt hitt koma. Hvør tann einasti filmurin hjá Roy er á tremur av deyðum [...] hesum yrkingum. Filmurin er eisini ein sorgblíð og kritisk mynd av okkara tíð og kreppuni í svenska vælferðasamfelaginum. Filmurin kallast »Sånger från andra våningen«. Men filmurin er ikki bert um vælferð [...] Kommunistar yvir fyri »yankee« pro-amerikanarum. Hetta er enn heimsmyndin hjá t. d. Jóanesi Nielsen, svart og hvít, (ella reytt og blátt), ið er júst tað Roy Andersson heldur hevur skapt »Vår tids rædsla