- Hjá einum ferðaleiðara er øll verðin eitt arbeiðspláss

Hvørt ár fara fleiri hundrað næmingar úr øllum Norðanlondum á ferðaleiðaraskúlan hjá Service & Co, sum liggur í spanska býnum Santa Susanna  einar 70 kilometrar frá Barcelona.

Ferðaleiðaraskúlin hjá Service & Co liggur miðskeiðis í einum feriuparadísi á einum marglætis hotelli í Santa Susanna, Hotel Tahiti Playa. Ferðaleiðaraskeiðið varir 5-6 strævnar vikur og kostar 16.00 krónur.  Tá er vistarhald og ferð úr Danmark íroknað.
 
Service & Co hevur trý ferðaleiðaraskeið um árið. Í alt sleppa 180 næmingar á hvørt skeiðið á skúlanum, og miðalaldurin er um 22 ár.
 
Eingi serlig krøv
Einastu krøvini, ferðaleiðaraskúlin hjá Service & Co setur næmingunum, eru, at næmingarnir eru 18 ár, duga enskt og til reiðar at arbeiða hart. Men harafturímóti bjóðar skúlin við vissu arbeiði til allar teir góðkendu næmingarnar á skúlanum. Men fyri at verða góðkendur sum ferðaleiðari, skalt tú fyrst klára sjey royndir. Í miðal dumpa 25% av øllum næmingunum á skúlanum. Og tey allar flestu, ið verða góðkend á skúlanum, hava fingið arbeiði innan ein mánað eftir skúlalok og vinna úr 3000-9000 krónur um mánaðin.
 
Hart arbeiði
Hóast ferðaleiðaraskúlin í Santa Susanna ikki bert er turrislig undirvísing á skúlabeinkinum, fáa næmingarnir frá fyrsta degi at vita, at arbeiðið sum ferðaleiðari er annað enn at smyrja sólkrem og eta ís á heitum strondum langt burtur heimanífrá.
 
- Sum ferðaleiðari skalt tú vera búgvin til at arbeiða hart 24 tímar um samdøgrið, men harafturímóti er øll verðin títt arbeiðspláss, sigur Kasper de Choen, ferðaleiðari og lærari.
 
Mennandi arbeiði
Á ferðaleiðaraskúlanum verður stórur dentur lagdur á at menna seg persónliga og at læra at »selja seg sjálvan«:
 
- Tað snýr seg í høvuðsheitum um at kenna seg sjálvan, at ráða yvir alskyns støðum og at duga at tulka tekin frá øðrum fólkum. Sum persónur mennir tú teg ótrúliga nógv í so stutta tíð, ferðaleiðaraskeiðið varir, sigur Kasper de Choen og skoytir uppí, at á skeiðnum lærir tú alt um ferðavinnu og tað praktiska og teoretiska, ein ferðaleiðari kemur út fyri í sínum arbeiði:
 
Undirvísingin á skúlanum byrjar um klokkan níggju hvønn morgun. Eftir avbjóðingarnar fyrrapartin er siestan á skránni, har næmingarnar sjálvir gera av, hvat teir gera  eitt nú ber til at fara oman á strondina at sóla sær, lesa eina bók ella hvíla seg.
 
--
 
Heimasíður í samband við ferðaleiðaraskúlan:
www.guideskole.dk
www.tora.fo
 
Myndatekstur:
Meðan tú ert á ferðaleiðaraskúla, hevur tú eitt nú møguleika at fara á málskúla ella til fótbóltsdyst  á Nou Camp í Barcelona.