Helgi var útskiftur eitt korter fyri tíð. Á veg út vendi hann sær móti áskoðarunum hjá NSÍ og heilsaði eina seinastu ferð upp á teir.
- Hetta var tað. Eg heilsaði áskoðarunum eina seinstu ferð. Onki klárar at fylgja við longur, so hetta var Helgi L. Petersen fótbóltsspælarin, segði Helgi eftir dystin.
Helgi var ikki nøgdur við at verða aftanfyri í hálvleikinum.
- Eg haldi at vit vóru betri í fyrra hálvleiki og vit høvdu nógvar møguleikar. Eg helt tað var órættvíst, at teir vóru á odda í hálvleikinum. Munurn var, at teir hava ein skarpan Arnbjørn, sum skorar teimum málini. Men vit lata trý mál inn í dag og tað er ikki gott nokk, sigur nú fyrrverandi NSÍ leikarin.
NSÍ hevur einki at spæla fyri seinastu umførini, emn tað leggur Helgi einki í.
- Tað er fínt, at ongin spenningur var um støðuna hjá okkum. Vit vistu hvat uppgávan hjá okkum var í ár og ta uppgávuna kláraðu við so reiðiliga. NSÍ sum heldur heldur fram og ætlar at taka eitt stig afturat komandi ár, sigur Helgi og vísur til at uppgávan var at yvirliva í bestu deildini.
- Vit teimum fortreytum sum vit høvdu, so haldi eg at vit kunnu fegnast um árið í ár, og ynskja øllum til lukku, sum hava vunnið, sigur Helgi at enda.