á Smyrli við væl dekkaðum borði og vøkrum blómutyssum, ið Maiken Dimon, starvsfelagi hjá Margit, hevði heintað úr sínum egna hava. Tað merktist, at Margit er væl lýdd millum sínar starvsfelagar, ið høvdu [...] mótvegis sama arbeiðsplássi í 40 ár. Margit byrjaði í starvi hjá SSL 1. februar 1984 sum 21 ára gomul. Hon byrjaði umborð á gamla Smyrli, og hevur bæði verið partur av Suðuroyarsiglingini og Skotlandssiglingini
atburðin hjá arbeiðsfjøldini, og hvussu kostnaðurin skal fordeilast millum teir ymsu partarnar. ##med2## Hon svarar spurningi 2 og 3 undir einum soleiðis: Sum nevnt í svarinum til fyrsta spurningin veldst um [...] at tølini omanfyri ikki taka hædd fyri teimum øktu skattainntøkum, sum ein stytting av arbeiðsviku hevði havt við sær. Tað er yvirskipað sera trupult at meta um ávirkanina á arbeiðsútboðið. Tað er m.a. ymiskt
seg í álop. KÍ verjan var sera trygg. Tað bar við sær, at heimaliðið hevði ilt við at vinna seg til upplagdar málmøguleikar. Tó hevði Lea Lisberg góðan møguleika, tá ið seinni hálvleikur var tíggju minuttir [...] verður gestur hjá NSÍ, og HB fær vitjan av Víkingi. Eyðvør Klakstein legði í kvøld KÍ á odda, tá ið hon í 24. minutti var leys mitt fyri og níggju metrar úr málinum. Tóra Mohr átti uppleggið, og møguleikin
húsast enn í Sigmundargøtu, har Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu helt til, men ætlanin er, at hon skal flyta inn á Landssjúkrahúsið, tá hølir verða klár. - Heilsugranskingareindin verður eitt umhvørvi [...] læknar til at undirvísa á Setrinum. - Nøkur donsk universitetssjúkrahús hava bert kandidatútbúgvingina. Hon er lættari at fara undir, tí undirvísarar eru longu tøkir á sjúkrahúsinum. Vit eiga í øllum føri at [...] millum Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið, Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og Ílegusavnið, ið hevði til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving. Partarnir hava arbeitt í felag um
tíð, fyrr enn politistøðin í Klaksvík eisini verður latin aftur. So verður bert ein politistøð og hon verður í Havn. (Enn eru politistøðir á Tvøroyri og við flogvøllin, men tann á flogvøllinum kann valla [...] Frederiksen um, at tíðin, tá ið danskarar skulu avgera hvat skal henda í Føroyum var farin. Og so legði hon afturat, at tann tíðin kemur ongantíð aftur. Men her sæst so eitt óunniligt undantak, enntá frá einum [...] hjá Føroya Politi er í ferð við at gera sama mistakið í Føroyum, tó seinkað við nøkrum árum. Tað hevði tænt leiðsluni betur, um teir høvdu lært eitt sindur frá mistøkunum í Danmark. Tað skal heldur ikki
Kanska fara vit aftur at gera avtalu við Russland. Men mannagongdin verður ein heilt onnur. Hon verður, sum hon sømir seg einum fólkaræði. Og úrslitið verður nógv, nógv betri fyri føroyska fiskivinnu og [...] grundgeving, einki argument, einki nakað. Tað bleiv víst til eitt roknistykki, sum landsstýrið sjálvt hevði latið gera. Men tað slapp eingin at síggja. Vit fingu bara at vita, at tað vísti, at avtalan við Russland [...] tey kallað. Men henda mynd bleiv aftur og aftur blást upp á veggin í Dag & Viku-studionum, sum um hon lýsti vanliga gerandisdagin í Runavík. Hetta skuldi eitast av vera avleiðingin av, at vit í summar
árum síðan fingu vit eitt eintak úr Nólsoy, sum var funnið í maganum á einum toski. Marner á Skúrð hevði verið á útróðri, og tá hann kruvdi fiskin var ein løgin hvalspýggja í maganum. Hetta skrivar Tjóðsavnið [...] í mótvindi (neyvasigling). Tað er júst hetta, sum hendan hvalspýggja eisini brúkar. Seglið ger at hon drívur móti vindinum, og er eisini orsøk til at so nógvar kunnu reka upp á land á sama staði. Í samráð [...] meiri vanligar vestaru megin bretsku oyggjarnar enn í Norðsjónum. Føroyar liggja í útjaðarinum av har hon hevur verið at sæð. Hetta skrivar Tjósavnið m.a. á síni heimasíðu. ##med2##
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, í fráboðan, hon hevur sent miðlunum. – Málið er, at vit um eitt ár hava rokkið markinum hjá WHO um undirtøku fyri barnakoppsetingum og HPV-koppsetingini [...] fyribyrgja summum sløgum av krabbameini. Koppsetingin verjir bæði tann, sum hevur fingið koppseting, og hon verjir eisini onnur í samfelagnum – m.a. pinkubørn og onnur, sum eru serliga viðbrekin fyri sjúkum [...] børn og ung kunnu fyribyrgja, at tey gerast sjúk óneyðugt. Sjálv minnist eg ilt á ta tíðina, tá eg hevði meslingar, skáldkoppar og aðrar sonevndar barnasjúkur. Eisini í Føroyum eru børn deyð av hesum sjúkum
føroyska kvinnan hevur allan rætt til at velja sína lívsleið, og hvussu hon velur at skipa sítt egna lív, hesum havi eg fult álið á, at hon er frægast at taka avgerð um sjálv. Men eru tað umstøður, sum ger, [...] sama sóu vit eisini, tá ið systkinaavslátturin varð settur í verk í Tórshavnar kommunu, at hetta hevði eina jaliga ávirkan á barnatalið. Barsilsskipanin eigur somuleiðis at verða endurskoðað, soleiðis [...] har okkara ungdómur kann leita sær aðra staðnis at lesa í eitt tíðarskeið (Erasmus skipanin), so hevði hetta bøtt munandi um áhugan fyri at lesa á Fróðskaparsetrinum, umframt at vit eisini fáa útlendsk
Andrea var ein býarmynd her í Havnini. Hon tosaði við øll – bæði børn og vaksin. Hon hevði viðmerkingar um tað, sum hendi í býnum, og fregnaðist altíð við áhuga, tá hon kom framvið, har tiltøk vóru. Stutt [...] Róðrarfelag 50 ár. Tá var eg á gátt hjá Andreu, har hon greiddi frá um kappróður. Hon dugdi væl at greiða frá, og nógv áhugavert tilfar kom burturúr. Men hon greiddi eisini frá um samfelagsviðurskifti, og eg [...] hitti eg Andreu Árting. Tá ynskti hon mær til lukku og nýtti sjálvandi eisini høvi at vísa á okkurt, ið hon helt var neyðugt at gera her í kommununi. Hetta dugdi hon sera við væl valdum orðum at siga frá