Samstarvsfelagar í ABC hittust til samstarvsfund

Samstarvsfelagar í ABC fyri sálarliga heilsu hittust í síðstu viku til samstarvsfund, har yvirskipaða evnið fyri dagin var at taka samanum ymisku ABC átøkini, sum vóru í 2024

Heilsustýrið legði fram um, hvussu ABC vikan, Virkin oktober álmanakkarnir og herferðin “Sløkkið saman” eydnaðust. Verður hugt at útbreiðsluni, so var “Sløkkið saman” herferðin ómetaliga væl móttikin, og filmurin varð deildur um 900 ferðir á sosialu miðlunum. Herferðin hevði til endamáls at samantvinna ABC boðskapin við evnið skíggjar, og tí varð eggjað til í felag at leggja skíggjan meira til síðis og gera ABC virksemi. Hetta skrivar ABC sosialum miðlum. 

 

Í Hvalbiar kommunu hava tey skipað seg við einum sjálvbodnum borgara, ið virkar sum ABC-samskipari fyri kommununa. Saman við kommununi skipaði ABC-samskiparin við hugskotum og góðari hjálp frá bygdarfólki fyri eini rúgvu av trivnaðarátøkum í fjør, ið vóru væl móttikin. Harumframt hava tey gjørt eitt yvirlit á heimasíðuni hjá kommununi yvir øll trivnaðartiltøk, so borgarin fær lætta atgongd til eitt yvirlit yvir virksemi, ið ein kann taka lut í.

 

ABC-samskiparin á Psykiatriska deplinum legði fram um, hvussu ABC-toymið hjá teimum røkkur út á deildirnar við ABC boðskapunum og sálarliga heilsufremjandi tilgongdini. Dentur verður lagdur á at síggja tilfeingið hjá tí einstaka og týdningin av at styrkja sálarligu heilsuna, hóast ein hevur avbjóðingar. Ymisk tiltøk eru gjøgnum árið, ið verða knýtt at ABC, og skipað verður á hvørjum ári fyri eini innanhýsis ABC viku, ið skapar eitt serligt huglag á deplinum.

 

ABC-samskiparin í Ítróttasambandi Føroya legði fram um ABC vikuna hjá teimum, sum varð skipað sum opið hús við ítróttagreinum á Torginum í SMS. Hetta ger tað meira atkomuligt hjá borgarum, ið vanliga ikki møta upp í ítróttarfeløgum, at royna nýggjar ítróttagreinar. Harafturat greiddi hon frá, hvussu ABC er partur av Skúlaleikum og deildi møguligar ætlanir fyri at fáa meira rørslu inn í føroyska samfelagið.

 

Hvørt ár savna vit eftirmetingar frá samstarvsfeløgum í ABC fyri sálarliga heilsu fyri at fáa betri innlit í, hvat eydnast hjá teimum, hvørjar avbjóðingar eru, og hvørji átøk hava verið á skrá. Fulltrúi í Heilsustýrinum legði samlaðu úrslitini fram, sum m.a. vísa, at samstarvsfelagar sum heild eru sera fegnir um at vera partur av ABC fyri sálarliga. Teir gleðast um og fáa íblástur av at taka lut í ABC samstarvsfundum, og tiltøkini, tey skipa fyri, eydnast sum heild væl. Yvirskipað er høvuðsavbjóðingin at finna meiri tíð og tilfeingi til at arbeiða meira við ABC fyri sálarliga heilsu. Fleiri samstarvsfelagar kundu hugsað sær at fingið fleiri fólk at arbeitt við ABC, og at fingið enn fleiri samstørv í lag við aðrar ABC samstarvsfelagar, feløg og onnur í nærumhvørvinum.