Gott avrik hjá Rakul var við til at tryggja Ringkøbing stig

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir høvdu eitt heiðurligt avrik móti verandi meistarunum

Tveir føroyskir landsliðsleikarar vóru á vøllinum í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Rakul Wardum bjargaði 10 av 28 málroyndum, meðan kappingarneytin, Stephanie Andersen onga bjarging hevði, tá Ringkøbing megnaði javnleik 26-26 í útidysti móti Bjerringbro. Í steðginum var støðan javnleikur 14-14.

 

Ringkøbing er nummar 12 í deildini við 10 stigum.

 

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens avrikaðu heiðurliga móti verandi meistarunum, Team Esbjerg. 

 

Horsens tapti dystin 24-28, men tær vunnu seinna hálvleik 14-13. Esbjerg var á odda 15-10 í steðginum.

 

Maria fekk tveir málmøguleikar, og hon skoraði upp á báðar. Maria legði eisini upp til eitt mál.

 

Horsens er nummar 10 í deildini við 12 stigum.