KÍ vann stórsteypadystin

NSÍ legði seg á odda, tá ið ein tími var farin, men so vendi KÍ gongdini

KÍ vann í dag stórsteypadystin í kvinnufótbólti. Mótstøðuliðið var NSÍ, sum í fjør vann greipuna – bæði FM heitið og steypakappingina.

 

Intensiteturin var góður, spælararnir kendust at vera í hampiliga góðari venjingarstøðu, og í løtum var fótbóltsspælið gott.

 

KÍ hevði leingi beri tak á spælinum, men NSÍ var vandamikið, tá ið tað eydnaðist at leggja bóltin fram til Heidi Sevdal, og tað var eftir framlegging í høgru, at Heidi Sevdal rann frá verjuni og við skoti flatt í handara síðunetið skoraði.

 

At NSÍ var frammanfyri 1-0 bar við sær, at tær gulu og svørtu eina løtu høvdu tak á spælinum, men so var tað, at KÍ javnaði til 1-1. Málið skoraði Durita Hummeland, sum størsta partin av tíðini var framrættað í vinstru. Úr spískum í vinstru smekkaði hon til, og bólturin sigldi omanfyri Rannvá við Streym í NSÍ málinum og í handara síðunetið.

 

Eftir útjavnandi málið fekk KÍ av álvara aftur um endan, og tá eydnaðist tað at skora sigursmálið.

 

NSÍ misti í uppspælinum, bólturin varð spældur mitt fyri til Eyðvør Klakstein, sum av brotsteigarmarkinum og umvegis ein mótstøðuspælara sendi bóltin í málið.