pensiónsgrunn, sum nú, tá hann skal brúkast, er tómur. Og tað, at myndugleikar kunnu sleppa við at tøma ein grunn, uttan at tað fær fylgjur, er lógloysi. »Tað svarar til, at eg fari inn í Sparikassan og taki pengar [...] halda fram við arbeiðinum. Tað var sum so mangan í Føroyum, at ideologi røkkur sjálvdan longri enn til pengapungin, og solidaritetur tykist verða eitt hugtak í Polen. Tað noyddust eisini tey fáu fólkini [...] ganga leysir, so sigi eg sum Kjartan Mohr á sinni : »Væl í gagnist.« Sjálvandi er tað ólógligt at stjala í Keypsamtøkuni, tað er greitt, men viðgerðin skal vera líka fyri øll. Ymiskar hugsanir Fólkini, sum
Fyrst vil eg siga, at tað er undrunarvert, at formaðurin í Fiskimannafelagnum raknar við, eftir at reglurnar eru settar í gildi. Kunngerðin hevur áður verið lýst í øllum teimum føroysku bløðunum í apríl [...] kunngerðina, sum einki broytti uppá kravið um trygdarskeiðið. Spurningurin um trygdarskeið hevur verið umrøddur í fleiri ár. T.d. greiddi eg frá á ársfundi hjá Fiskimannafelagnum fyri skjótt trimum árum [...] Spurningurin hvør skal gjalda skeiðini, bleiv eisini umrøddur í fyrr nevnda skrivi. Eg metti tá, at tað fór at vera trupult at fáa allar sjómenn á eitt slíkt 5-daga skeið, um teir skuldu gjalda alt sjálvir
heili 8-0, í hálvleikinum var støðan 4-0. Noregi telist millumtey sterkastu londini í heiminum, tá tað kemur til kvinnufótbólt. U18 kvinnuliðið hevur ongantíð áður roynt seg í altjóða kapping, og hetta [...] nakrantíð. Hetta er eisini fyrstu ferð at skipað verður fyri EM-kapping fyri U18 lið, áður hevur verið kappast í øðrum aldursbólkum. Føroyska liðið hevur ein dyst eftir á ferðini til Noregs. Hann er eisini
vísir á, so eru rakstrarútreiðslurnar stórar av einum bili. ? Tað er klárt, sigur hann. ? Tá tað kostar 35 oyru fyri hvønn kilometur, so kostar tað tær 31.000 krónur at koyra 90.000 kilometrar - øllum hesum [...] ferðir, um tað gerst neyðugt. Alt hetta verður gjørt, uttan at eigarin av bilinum rindar so frægt sum eina krónu, sigur Leif Hovgaard við Sosialin. Hann vísir á, at avtalan umfatar alt tað mekaniska í [...] hann Vørubilarnir eru niðurslitnir Leif Hovgaard sigur, at tað stendur einum og hvørjum frítt at koma til Wenzel og tekna sær eina trygging. Tað ber eisini til at tekna slíka trygging fyri brúktar bilar
hava tað serútbúgving, at teir kunnu forleingja eina søk sum tað passar teimum, til tess at tryggja sær sjálvum arbeiði við góðari løn fyri lívið og nakað væl aftrat. Fyri mítt viðkomandi tók tað 7 ár [...] sum einans nýttist at taka 7 minuttir at rætta uppá, men tað kostaði mær tað hvíta úr eygum mínum. Viðvíkjandi hesi bankakanning, sum nú hevur verið undir skurðviðgerð í so langa tíð, at ylur er komin í rúgvuna [...] sleingja tí einu lygnina fyri og aðra eftir út millum fólk, gjøgnum bløð og sjónvarp v.m. Hetta minnir um tað, sum stendur skrivað í Esaias: 59.4. »Eingin er, sum lyftir rødd sína fyri rættvísina, og eingin flytur
fyrst í 80?unum. »Tá var tað soleiðis, at tú tordi næstan ikki at nevna orðið »turismu«, tí tað varð uppfatað meira ella minni sum eitt banniorð,« minnist Tryggvi Johansen. »Tað er tað jú ikki í dag,« tekur [...] Johansen. men eyðsæð var, at tað bar ikki til. Tað ljóðaði væl, at ein verkætlan skuldi geva fýra-fimm fólkum arbeiði á einum útjaðaraøki í Føroyum. »Men sannleikin er, at tað hevði verið nógv bíligar fyri samfelagið [...] Serliga vóru tað danskir embætismenn, sum vóru ótrúliga arrogantir, sigur Tryggvi Johansen. Tað hendi seg meira enn so, at teir komu við stingandi viðmerkingum um Føroyar og føroysk viðurskifti. Og tað kendist
vera arbeiði til teirra, tí tey høvdu ikki verið inni. - Øll arbeiða við lív og sál, og fólkið hugsar sum so, at tað skal bera til, og gongur tað ikki, skal tað í hvussu er ikki vera teirra skyld, sigur [...] arbeiða - Øll, sum vóru biðin, komu, og hini harmast, men tað verður arbeiði til fleiri. Martin nevnir eitt dømi um, hvussu spent fólk hava verið eftir at fingið arbeiði. Tá tey hava frætt, at fólk eru biðin [...] Eingin væntaði, at tað beinanvegin skuldi ganga væl á fiskavirkjunum í Skopun og á Sandi, tí fólkið hevur ikki arbeitt í fleiri ár, og maskinurnar hava staðið stillar. - Her gongur alt nógv betur, enn
felagið fingið nýggj høli at húsast í mitt í Odense. Tað er nakað ævintýrkent yvir størsta býnum á Fjóni, Odense. Tú verður alla tíðina mintur á, at tað var her, stóri, danski ævintýrhøvundurin. Hans Christian [...] vóna tey, at til ber at samansjóða hesi bæði feløgini, nú tey húsast undir sama taki. Enn hevur tað tó verið soleiðis, sigur Hans Mikkelsen, at tá tey hittast í húsinum, sita føroyingar fyri seg og íslendingar [...] so hevur tikið yvir og leggur høli til. Hóskvøld er kórsangur í húsinum. Tað er manskórið í Odense, sum venur í hølunum. Og tað er bara manskór. Kvinnurnar sleppa ikki við av teirri einfaldu orsøk, at
finnur saman. Tað er undanførsla, tá fólk trína fram og gera nýggjar politiskar flokkar við tí grundgeving, at Javnaðarflokkurin er ikki flokkur verkafólksins. Er hann ikki tað, so er tað teirra egna skyld [...] sum veruliga halda, at tað solidariska samfelagið er tað besta. Fylkjast vit ikki, so hava vit bara okkum sjálvum fyri at takka, at ósolidarisku liberalu kreftirnar knúska tað, sum hóast alt er vunnið [...] í verki. Nú var tað fólkið, sum skuldi skipað samfelagið. Liberalisman Fyrsta politiska læran, ið hugtók mong, var liberalisman. Hugsanin var, at sluppu fólk frítt at mennast, so fór tað góða at vinna á
Onkuntíð tá stór tiltøk hava verið bæði í Norðurlandahúsinum og í høllini á Hálsi, hevur politiið verið og givið øllum ólógliga parkeraðu bilunum bót. Aðrar ferðir hevur verið neyðugt at fara inn í húsið [...] bili á ringvegin, so gera fleiri tað sama, sigur Petur Poulsen, virkandi leiðari á politistøðini í Havn. Tá tað liggur fyri, og aðrar arbeiðsuppgávur ikki forða, fer politiið niðan til Norðurlandahúsið [...] Tað grettir ikki, at ikki onkur parkerar á Eystara Ringvegi uttan fyri Norðurlandahúsið. Vegaskelti boða frá, at har ikki er loyvt at parkera. - Líkt er til, at so skjótt sum ein finnur uppá at seta bili